mánadagur 18. juni 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 114 - 18. juni 2007 ]
Fremad Amager bukaðir
Andrew av Fløtum skeyt einsamalla málið í dystinum móit
Herfølge sunnudagin, men tað var sum so einasta ljóspunktið í
einum dysti, sum neyvan verður mintur fyri tað góða í Fremad
Amager. Tá Andrew skoraði stutt fyri hálvleik, gjørdist støðan
3-1, men tað munaði einki. Serstakliga var Nicklas Pedersen í
hopla, og hann skeyt ikki minni enn fimm av málunum hjá
Herfølge. Todi Jónsson, Andrew av Fløtum og Tem Hansen
spældu allar 90 minuttirnar fyri Fremad Amager.
Kina vann HM
Talan gjørdist um tryggan 3-0 sigur til Kina, tá HM-
finalan í badminton fyri lið varð spæld um vikuskiftið.
Finalan var móti Indonesia, sum tó ongan tíð megnaði at
skapa veruligan spenning í samlaða dystin. Soleiðis
gjørdist ikki neyðugt við seinastu báðum dystunum, og tí
varð kanón-dysturin millum olympiska meistaran, Taufik
Hidyat og heimsmeistaran, Lin Dan, av ongum. Teir báðir
skuldu annars spæla fimta dystin. Danmark hevði sítt
vánaligasta HM nakrantíð, tá liðið gjørdist nummar
fimm.
Úrslitið í Indianapolis
1
Lewis Hamilton
McLaren-Mercedes
vinnari
10 stig
2
Fernando Alonso
McLaren-Mercedes
+1.5 sekund
8 stig
3
Felipe Massa
Ferrari
+12.8 sekund
6 stig
4
Kimi Räikkönen
Ferrari
+15.4 sekund
5 stig
5
Heikki Kovalainen
Renault
+41.4 sekund
4 stig
6
Jarno Trulli
Toyota
+66.7 sekund
3 stig
7
Mark Webber
Red Bull-Renault
+67.3 sekund
2 stig
8
Sebastian Vettel
BMW
+67.7 sekund
1 stig
9
Giancarlo Fisichella
Renault
+1 umfar
10
Alexander Wurz
Williams-Toyota
+1 umfar
11
Anthony Davidson
Super Aguri-Honda
+1 umfar
12
Jenson Button
Honda
+1 umfar
13
Scott Speed
STR-Ferrari
+2 umfør
14
Adrian Sutil
Spyker-Ferrari
+2 umfør
15
Christijan Albers
Spyker-Ferrari
+3 umfør
16
Nico Rosberg
Williams-Toyota
+5 umfør
17
Vitantonio Liuzzi
STR-Ferrari
+5 umfør
Givnir
- Nick Heidfeld
BMW
+18 umfør
- Takuma Sato
Super Aguri-Honda
+ 60 umfør
- David Coulthard
Red Bull-Renault
+ 73 umfør
- Rubens Barrichello
Honda
+ 73 umfør
- Ralf Schumacher
Toyota
+73 umfør
HM fyri bilførarar
1
Lewis Hamilton
Ongland
58
2
Fernando Alonso
Spania
48
3
Felipe Massa
Brasilia
39
4
Kimi Räikkönen
Finland
32
5
Nick Heidfeld
Týskland
26
6
Giancarlo Fisichella
Italia
13
7
Robert Kubica
Póland
12
-
Heikki Kovalainen
Finland
12
9
Alexander Wurz
Eysturíki
8
10
Jarno Trulli
Italia
7
11
Nico Rosberg
Týskland
5
12
David Coulthard
Skotland
4
-
Takuma Sato
Japan
4
14
Ralf Schumacher
Týskland
2
-
Mark Webber
Avstralia
2
16
Sebastian Vettel
Týskland
1
1
McLaren-Mercedes
106
2
Ferrari
71
3
BMW
39
4
Renault
25
5
Williams-Toyota
13
6
Toyota
9
7
Red Bull Racing Renault
6
8
Super Aguri - Honda
4
Lewis Hamilton kann
vera sera vælnøgdur
við avrikini í Norð
ur Amerika. Næst
seinasta vikuskifti
vann hann formil 1 í
Kanada, og í gjár vann
hann í USA
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hóast
byrjunarraðfylgjan
Hamilton, Alonso, Massa
og Räikkönen eisini var
endaliga úrslitið. So skal
man ikki lata seg lumpa, og
halda at formil 1 koyringin á
Indianapolis breytini var ein
keðilig koyring. Við tøttum
nærdystum
og
nógvur
yvirhálingum var koyringin
spennandi frá byrjan til
enda. Eisini innanhýsis í
teimum báðum oddaliðun-
um vóru dystirnir tættir.
Stutt áðrenn annan pittsteðg
trýsti Alonso Hamilton, og
hevði McLaren liðið ikki
havt lagt soleiðis til rættis,
at Alonso skuldi inn at skifta
dekk og fáa brennievni eitt
umfar áðrenn Hamilton, so
kundi enda raðfylgjan væl
verið ein onnur. Tó var tað
ein lítil villa hjá Alonso stutt
fyri steðgin, ið átti størstu
skuldina fyri, at tað ikki
veruliga gjørdist spennandi
um oddasessin.
Ferrari næstbestur
Ferrari megnaði ikki, at
avbjóða McLaren, men var
næstbesta liðið hesa koyr-
ingina. Heilt tætt var millum
teir báðar Massa og Räik-
konen ímóti endanum, men
finnin slapp ikki framvið
brasiliumanninum,
og
Massa kundi tí enn einaferð
sleppa á sigursskammilin
saman við teimum báðum
McLaren bilførarunum.
Vánaligt sjónvarp
Fyri okkum, ið ikki vóru í
USA, men máttu taka til
takkar við klippingini hjá
framleiðslustjóranum
av
koyringini, var tað eitt
sindur trupult at fylgja við,
tí sjáldan hevur ein formil 1
koyring verið so illa fram-
leidd. T.d. sá eg ongantíð
ordiliga, hvat hendi í fyrst
svingi, tá David Coulthard,
Rubens Barrichello og Ralf
Schumacher fóru av breyt-
ini, saman við ymiskum
øðrum. Fyri hesar tríggjar
endaði koyringin av hend-
ingini, ið Giancarlo Fisi-
chella eisini var innbland-
aður í, meðan kortini vórðu
blandaði
av
nýggjum
millum bilførararnar, ið
vóru aftan fyri hendingina.
Eitt nú fór Liuzzi átta pláss
upp eftir hendingina. Hann
vísti seg at vera sera trupul
at sleppa framvið, og hetta
gjørdi, at ein røð av 5-6
bilum støðugt lá aftanfyri
hann, og hesir bilar skaptu
nógv undirhald við innan-
hýsis yvirhálingum. Eftir
koyringina havi eg skilt, at
orsøkin til óhappið var, at
Ralf
Schumacher
misti
tamarhald á bili sínum.
Flott byrjan
BMW tykist at hava trið-
besta bilin og tað var uttan
iva ein vónbrotin Nick Heid-
feld, ið fekk trupulleikar
við 18 umførum eftir.
Robert Kubica koyrdi ikki
hetta vikuskiftið, og hansara
óroyndi avloysari 19 ára
gamli Vettel, fekk veruliga
roynt seg á avbjóðandi
breytini í Indianapolis. Í
byrjanini vístu manglandi
royndirnar seg, og Vettel
misti heilt nógv pláss bein-
anvegin. Men hann stríddi
seg uppaftur, og fekk stig í
síni fyrstu formil 1 koyring,
fyri eitt flott áttanda pláss.
Mest vónbrotni maður á
breytini mundi tó vera Nico
Rosberg. Rosberg var ein-
asti bilførari, ið hevði valt
bert at steðga einaferð í pitt-
inum, meðan allir hinir
valdu 2 steðgir. Hetta saman
við sera skilagóðari koyring
gjørdi at Rosberg lá á einum
flottum sætta plássi, men
við fýra umførum eftir, gav
Toyota motorurin upp, og
ein sjónliga illur Rosberg
mátti skunda sær parkera
brennandi Williams bilin
og sleppa sær úr honum.
Hamilton
vann í USA
Enn einaferð setti Lewis
Hamilton tvífalda
heimsmeistaran Fernando
Alonso, upp á pláss
mynd: Polfoto/AP