mánadagur 18. juni 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 114 - 18. juni 2007 ]
DBU bíðar við
avgerðini
Danska fótbóltssambandið skal finna nýggjan heimavøll til
danska landsliðið eftir gøluna í Parkini, tá ið ein áskoðari
gjørdi seg inn á dómaran. Danmark sleppur framvegis at
spæla dystirnar innanfyri síni egnu mørk, men tað er ikki
greitt, hvar næstu dystirnir verða spældir. Fremst í røðini til
at hýsa landsliðnum standa Århus, Aalborg og Herning,
men avgerðin um nýggja heimavøllin bíðar til juli mánað,
tá ið endalig avgerð er tikin um revsingina frá UEFA.
Kanoute aftur
til Ongland
Fredi Kanoute er álopsspælari, sum er ættaður úr Mali.
Hann hevur millum annað spælt fyri ensku feløgini West
Ham og Tottenham, men hevur nú roynt seg í Sevilla, har
tað hevur gingist honum sera væl. Nú eru ensk feløg aftur
áhugað í honum, og millum tey, sum sigast vilja keypa
hann, er Newcastle. Í Newcastle fyrireika tey seg til, at
Michael Owen fer at skifta til annað felag, og Kanoute
kundi verið eitt uppskot sum avloysari.
Toftamenn skulu
missa fimtan stig í
mun til ÍF, um plássið
í bestu deildini skal
gleppa teimum av
hondum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Lítil og eingin ivi tykist
vera um, at B68 næsta kapp
ingarár verður partur av
bestu deildini. Spurningurin
er heldur, nær B68 fer at
hava tryggjað sær uppflyt
ingina. Í løtuni eru tofta
menn 15 stig frammanfyri
triðja plássið. Um teir fara
at megna at varðveita henda
munin, so verður tað mitt í
september, at uppflytingin
verður tryggjað. Tað kann
væl fara at vísa seg, at tað
verður fyrri enn so.
Botnliðið í B36 vitjaði á
Svangaskarði, og gestirnir
megnaðu at halda tørn í ein
tíma. So setti Rúni Nolsøe
seg sjálvan, Alex Troleis og
unglingaspælarin
André
Olsen á vøllin, og tað
hjálpti.
Rúni Nolsøe skoraði til
10 eftir innlegg úr vinstru
frá André Olsen, Dánial
Hansen skoraði til 20 og 3
0 eftir innlegg úr høgru frá
Kristiani Anton Andreasen,
og veteranurin Arnbjørn
Danielsen
staðfesti
40
sigurin við rimmar fluktara
eftir innlegg úr høgru.
ÍF og FSV04 kappast um
næstfremsta plássið. Upp
gerðin teirra millum í Fugla
firði endaði 22. Gunnar
Haraldsen
legði
FSV04
framum eftir fríspark úr
høgru og eitt sindur av aftur
og fram, og í næsta ÍF álop
inum javnaði Høgni Zach
ariassen, tá ið hann við
handara stólpa stýrdi frí
sparksinnleggi úr høgru í
málið.
Bartal Eliasen varð skift
ur inn í 70. minutti, og fimm
minuttir seinni skoraði hann
úr sera spískum í høgru og
flatt í handara síðunetið.
Leingi tóktist hetta skula
verða sigursmálið, men tá ið
stóripinnur var farin næstan
fimm ferðir runt aftaná 90
minuttir javnaði Andrzej
Stretowicz við fínum flukt
ara úr 18 metrum og umvegis
tvørtræið.
Í Sørvági endaði tað 11,
tá ið TB vitjaði. Jens Erik
Rasmussen umsetti brots
spark í síðstu løtu í 1. hálv
leiki til heimamál. Dómarin
peikaði á ellivu metrarnar,
eftir at Jørgen Meitilberg
varð hildin.
Seytjan minuttir undan
leikloki javnaði Einar Peter
sen við brotssparki. Eisini í
hesum førinum varð dømt
fyri at halda í brotsteig
inum.
Í Leirvík hekk málleysur
javnleikur í summarluftini,
eftir at báðir málverjarnir
høvdu havt góðar bjargingar.
Men í 87. minutti var topp
skjúttin hjá LÍF upp á spæl.
Adrian Joensen skoraði sig
ursmálið við fínum skoti.
Longu fríggjakvøldið var
stevnudystur í Runavík, har
KÍ vitjaði. Fótbóltsundir
haldið var fínt, og heima
liðið
vann
43.
Viggo
Johannesen legði NSÍ fram
um eftir horna, og Erik Niel
sen javnaði við góðum skoti.
Bergur Djurhuus legði NSÍ
framum aftur eftir snarálop,
og í síðstu løtu undan
steðginum javnaði Julian
Samuelsen
við
framúr
góðum sparki úr 23 metrum.
Bólturin
streyk
upp
í
málhornið.
Stórt korter fyri leiklok
stútaði Sonni L. Petersen til
32 eftir innlegg úr vinstru.
Eyðstein Skipanes økti til
42 við frísparki, sum
kostaði Asbirni Tungá reytt
kort orsaka av neyðbremsu.
Í síðstu løtu minkaði ung
lingaspælarin Páll Klett
skarð um munin við brots
sparki.
B68 flytur upp í september
B68-B36 4-0 (0-0)
1-0: Rúni Nolsøe
2-0: Dánial Hansen
3-0: Dánial Hansen
4-0: Arnbjørn Danielsen
Reytt kort: B36
ÍF-FSV04 2-2 (1-1)
0-1: Gunnar Haraldsen 30.
1-1: Høgni Zachariassen 31.
2-1: Bartal Eliasen 75.
2-2: Andrzej Stretowicz 90.
LÍF-HB 1-0 (0-0)
1-0: Adrian Joensen 87.
NSÍ-KÍ 4-3 (2-2)
1-0: Viggo Johannesen 16.
1-1: Erik Nielsen 22.
2-1: Bergur Djurhuus 42.
2-2: Julian Samuelsen 45.
3-2: Sonni L. Petersen 73.
4-2: Eyðstein Skipanes 79.
4-3: Páll Klettskarð br 90.
Reytt kort: Asbjørn Tungá, KÍ, 78.
SÍ-TB 1-1 (1-0)
1-0: Jens Erik Rasmussen br 45.
1-1: Einar Petersen 73.
Leygardagin skipaði
Tórshavnar Súkklufelag
fyri súkklukapping í
einkultstarti fyri vaksin,
unglingar og børn
Súkkling
tíðindaskriv
Súkkla var á vegnum millum
Hvalvik og Saksun.
Vaksnu súkklararnir súkklaðu
úr Hvalvík til Saksunar og aftur
til Hvalvíkar tvær ferðir. Ungling
arnir skuldu súkkla helvtina av
teininum sum vaksnu súkklararnir
súkklaðu, men har møttu eingir
luttakarar til kappingina.
Børnini súkklaðu nakað styttri.
Ein ruta uppá 2 km var máld upp,
og á hesum teini fyrigekk øll
súkklingin fyri bólkarnir 1,2 og
3.
Bólkur 3, sum eru 1214 ár
(árg. 9395) súkklaðu 6 km. Har
vóru tríggir luttakarar, einans
dreingir. Hesir høvdu allir súkkla
kapp fyrr. Harald Joensen vann,
men vágadrongurin Jóanis Albert
Nielsen
sum
súkklaði
á
fjallasúkklu,
meðan
hinir
súkklaðu á kappsúkklu, megnaði
at vinna sær eitt annað pláss.
Benjamin Thomasen sum var
triðji maður hevði eitt sindur av
tekniskum trupuleikum, men var
væl við í kappingini hóast alt.
Í bólki 2 sum eru 911 ár (árg.
9698) var býtið millum kynini
betur. Hesi skuldu súkkla 4 km.
Her vóru eisini tvær gentur við.
Tær vóru sera javnar, og tað vísti
seg at bert 4 sekund skilti tær, og
tað var Tórun Hentze Laksafoss
sum fór við sigrinum, meðan
Jórunn Maria Dalsgaard bleiv
nummar tvey.
Hjá dreingjunum var størri
munur. Niels Gilstein Midjord
vann við einum heilum minutti á
kappingarneytanum
Rasmus
Mohr Nielsen, men tað skal sigast
at Niels súkklaði á kappsúkklu,
meðan Rasmus og nummar trý
Magnus
Heinason
Eysturoy
súkklaðu á kappsúkklu.
Yngsti bólkur skuldi súkkla 2
km. Hesi eru yngri enn 8 ár (fødd
í og aftaná ’99).
Tummas Simonsen dróg longsta
stráðið har, meðan Bartal Dam
Gregoriusen bleiv nummar tvey.
Argjamaðurin Hákun Poulsen
gjørdist nummar 3.
Hjá vaksnu súkklarunum vóru
5 luttakarar. Longdin á teininum
var 36 km. Kappingin byrjaði kl
10 leygarmorgun, og kanska
ávirkaði tað luttakaratalið at tað
var so tíðliga um morgunin, men
hvussu var og ikki so gjørdist 17
ára gamli Torkil Veyhe vinnarin.
Meðal ferðin hjá honum lá um 41
km/t í meðal. Hetta er høg ferð á
einum einkultstarti, og tað munnu
ikki vera nógvir av føroysku súkkl
arunum sum hava súkkla so skjótt
á einum so longum teini.
Torkil vann einkultstartin
Bólkur 1 dreingir – 2 km
Nr
Navn
Tíð
1
Tummas Simonsen
5,35
2
Bartal Dam Gregoriusen
6,05
3
Hákun Poulsen
6,43
Bólkur 2 dreingir – 4 km
1
Niels Gilstein Midjord
14,16
2
Rasmus Mohr Nielsen
15,30
3
Magnus Heinason Eysturoy
15,32
Bólkur 2 gentir – 4 km
1
Jórunn Maria Dalsgaard
20,21
2
Tórunn Hentze Laksafoss
20,23
Bólkur 3 dreingir – 6 km
1
Harald Joensen
24,20
2
Benjamin Thomasen
28,04
3
Jóanis Albert Nielsen
28,08
Vaksin – 36 km
1
Torkil Veyhe
1.18,22
2
Gunnar Dahl-Olsen
1.21,45
3
Eli J. Christiansen
1.24,54
4
Sigmund Olsson
1.32,10
5
Ottar í Hjøllum
1.36,01
FAKTA UM 1. DEILD