Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2007 15 gocartar komnir 15 smáir bilar komu til landið við Bliki í farnu viku. Her er talan um bilar, sum vanliga verða róptir gocartar. Teir standa nú á bryggjuni á Tvør­ oyri og tað eru feðgarnir David og Jamie Findleton á Tvøroyri, ið eiga bilarnar. Jóansøkugestir verða teir fyrstu, ið sleppa at royna smáu bilarnar. Skipað verður so fyri, at koyribreyt verður við Landingar­ miðstøðina á jóansøku komandi vikuskiftið, og tá sleppa jóansøkugestir at royna seg í smáu bilunum. Nýtt felag framleiðir lemmar Nevndin í smápartafelagnum Rock í Vági hevur gjørt av at steðga við at framleiða trolútgerð. Felagið fer framyvir at reka aðra vinnu, eitt nú at gera íløgur innan føroysku fiskivinnuna. Hetta boðar Hans J. Joensen, stjóri í felagnum, frá í tíðindaskrivi. Persónarnir aftanfyri framleiðsluna av trolútgerð gevast tó ikki við hesi framleiðslu, tí teir hava stovnað eitt nýtt felag til at framleiða sokallaðu »Super Shark« lemmarnar. Felagið kallast s/pf Rock Trawldoors og hevur sama Hans J. Joensen sum stjóra. Stórt stríð og rættarmál hevur verið um patentið av trollemmunum. - Politikarar krógva seg aftanfyri skjúrtuvelið á løgfrøðingum ímeðan teir taka fleiri milliónir frá foreldrum við smábørnum og tað er forkastiligt, heldur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá fakfeløgum Barsilsskipan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta er bæði alvorligt og forkastiligt. Sonja Jógvansdóttir, sam­ skipari í Samtak er illa við av tíðindunum í Sosialinum fríggjadagin um, at Lands­ kassin í fjør hevur nápað 8,6 milliónir, sum foreldur at pinkubørnum annars skuldi fáa. Tað er barsilsskipanin, vit tosað um og Samtak er eitt samskipan ímillum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimanna­ felag. ­ Hetta líkist púrasta ong­ um. Peningurin er beinleið­ is markaður til barsilsskip­ anina og tískil eigur hann eisini at koma skipanini til góðar og ikki at vera brúktur til alt møguligt annað, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon sigur, at bara avlopið í fjør kundi gjørt tað, at barnsburðarfarloyvið kundi verið longt eini 10% til stórt gagn fyri barnafam­ iljurnar. Ella tað kundi verið goymt í skipanini at hava til taks í verri tíðum. Hon sigur, at hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðs­ marknaðinum taka í allar­ størsta álvara og tí ivast hon ikki í, at hetta er eitt mál, sum arbeiðsgevarar og fak­ feløg fara at taka upp eftir summarfrítíðina. ­ Tað, sum nú fer fram vísir bara, hvussu átrokandi tað er, at barsilsskipanin verður umskipað og gjørd til ein grunn, akkurát sum ALS. Tað merkir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir umsita grunnin og at pen­ ingur, sum verður goldin í hann, altíð verður brúktur til endamálið og ikki til alt møguligt annað. ­ Partarnir á arbeiðs­ marknaðinum betala sjálvir inn í barsilsskipanina og tí skulu teir eisini at umsita skipanina og hava ræðið á pengunum. Harmiligt Sonja Jógvansdóttir harm­ ast um, at politikararnir ikki vilja ganga arbeiðs­ marknaðinum á møti, ser­ liga tá ið bæði arbeiðsgevar­ ar og fakfeløg, eru samd. Men hon veit, at hetta botnar í gamla tvídráttinum um, antin inngjaldið til ALS er ein skattur ella ikki. Summir politikarar siga, at ALS er ein ólóglig skipan, tí eftir lógini er tað bara Løgtingið, sum kann krevja inn skatt. Hesir somu politikarar tvíhalda um, at inngjaldið til ALS er skattur og tí er tað ólógligt, at part­ arnir á arbeiðsmarknaðin­ um krevja pening inn til skipanina. Ístaðin siga teir, at ALS átti at verðið løgd undir landið. Av tí sama vilja teir ikki gera barsilsskipanina til ein sama slag grunn sum ALS. Her kann viðmerkjast, at eisini hjá løgfrøðingum er ógvuliga stór ósemja um ALS er ein skattur ella eitt arbeiðsmarknaðargjald. Forkastiligt Sonja Jógvansdóttir sigur hetta er einki undan ein undanførsla hjá politikarum fyri at sleppa undan at lata valdið yvir barsilsskipanina frá sær. ­ Vit síggja oftari og oftari, at politikarar krógva seg aftanfyri skúrtuvelið á løgfrøðingum fyri at sleppa undan at taka keðiligar avgerðir. ­ Hetta er nakað, teir fjala seg aftanfyri, tí teir tora ikki at taka politiskar avgerðir. ­ Tað, sum nú fer fram er forkastilig framferð ímóti foreldrum við pinkubørn­ um, tí veruleikin er, at land­ ið í fjør nápaði 8,6 milliónir frá hesum foreldrum, sum annars kundi verið brúktar at longt barnsburðarfarloyv­ ið við. Tað kundi eisini verð­ ið goymt í skipanini til verri tíðir. Men sjálvandi skal pen­ ingurin brúkast til tað, hann er ætlaður til og tí ivast vit ikki í, at tingið í Heyst fer at samtykkja, at Barsils­ skipanin verður gjørd til ein grunn, akkurát sum ALS, tí teir kunnu rætt og slætt ikki loyva sær at, at peningurin verður nápaður til onnur endamál. Gera teir ikki tað, mugu partarnir á arbeiðsmarknað­ inum ein einaferð afturat eftir teimum heyst, sigur Sonja Jógvansdóttir. ­ Tað einasta, sum skal til, er, at Løgtingið tekur eina støðu til, hvat er skattur og ikki og fløktari enn tað, er hetta ikki. ­ Hetta er eitt sjálvsagt høvi til at ført tann fam­ iljuvinarliga politikkin, sum flestu flokkar á Løg­ tingið siga seg taka undir við og tað, sum fer fram nú, fara vit ikki at góðtaka, leggur hon afturat. Forkastilig framferð móti foreldrum - Hendir onki nú, noyðast vit aftur í krovið á politikarunum í heyst. Barsilsskipanin er eitt dømi um, at tá ið politikarar ikki tora at taka avgerðir, krógva teir seg aftanfyri skjúrtuvelið á løgfrøðingunum, sigur Sonja Jógvansdóttir Hvørja ferð, vit fáa løn, stendur svart á hvítum á lønar­ seðlinum, hvussu stórur partur av lønini verður goldin í barsilsskipanina. Somuleiðis betala arbeiðsgevarar sín part inn í skipanina. Í fjørð vórðu kravdar 80,4 milliónir inn til barsils­ skipanina, men foreldur, sum vóru í barnsburðarfarloyvi, fingu bara 71,8. Sostatt hevði barsilsskipanin eitt avlop í fjør upp á 8,6 milliónir. Men av tí, at Barsilsskipanin er ein stovnur undir landsstýrinum, fer hesin peningur beint aftur í lands­ kassan, sum vanligur skattur og kann brúkast til øll møgulig onnur endamál. Hevði Barsilsskipanin verið ein grunnur, akkurát sum ALS, hevði peningurin verðið standandi í skipanini, so at hann kundi verið brúktur til at bøtt um hana, so hvørt, sum skipanin styrknaði fíggjarliga. Bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg eru samd um, at barsilsskipanin skal skipast um ein grunnur, so at peningur, sum partarnir á sjálvir skulu umsita og so at peningur, sum verður goldin í skipanina, veruliga kemur foreldrum til góðar og so at møguligt avlop ikki verður brúktur til alt møguligt annað. Men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás..... Landskassin tók 8,6 milliónir frá foreldrum Sosialurin í morgin: – Eg eri trongdur upp í ein krók ­ Eg eri púra samdur við arbeiðsgevarar og fakfeløg um barsilsskipanina og eg vildi fegin gingið teimum á møti. Men eg eri bundin á hond og fót, sigur Bjarni Djurholm í Sosialinum í morgin. Í næstum fer hann at tosa við partarnar við arbeiðsgevarar og fakfeløg um framtíðina hjá barsils­ skipanini. Tað er ein mánaði síðani at lands­ stýrismaðurin í vinnu­ málum fekk tilsøgn frá Landsstýrinum at fara undir arbeiðið at endur­ skoða barsilsskipanina saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðssetningurin er lið­ ugur fyrsta dagin og fer Vinnumálaráðið at venda sær til partarnar á arbeiðs­ marknaðinum.