týsdagur 19. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 115 - 19. juni 2007
tíðindi
Vegna troti á avloys
arum á medisinsku
deildunum á Lands
sjúkrahúsinum, verða
vanligu 30 seingjar
plássini minkað niður
í 7 í summar
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fólk, sum verða sjúk í
summar, skulu ikki vænta
sær eina song á medisinskari
deild á Landssjúkrahúsin
um. Afturvendandi summar
trupulleikin á Landssjúkra
húsinum er eisini veruleiki
í ár.
Har medisinsku deildirnar
B6 og B7 vanliga fevna um
30 seingjarpláss, verða bert
7 pláss tøk í tíðarskeiðinum
23. juni – 23. juli.
Orsøkina til støðuna fin
na vit í globala trupulleikan
um við at fáa skikkað starvs
fólk
innan
heilsuverkið
yvirhøvur, og avloysarar
serstakliga. Í hesum sam
bandi er vert at nevna, at
serliga torført er at fáa sjúk
rasystrar í avloysarastørvini.
Landssjúkrahúsið
hevur
søkt eftir avloysarum fleiri
ferðir, men til fánýtis. Har
umframt er tann serliga
støðan í ár, at ein deild lon
gu er stongd vegna umvæl
ingar.
Steinur á byrðu
Vár í Gong, forkvinna í
Felagnum hjá sjúkrasystru
num sigur, at trotið á sjúkra
systrum er ikki bara ein lok
alur, men ein globalur tru
pulleiki. Og hon upplýsir,
at felagið harmast um støð
una á Landssjúkrahúsinum
í summar.
- Tað hevur verið tyngjan
di í fleiri ár, við at deildir
eru lagdar saman vegna
sparingar. Men henda nýgg
ja støðan er sum steinur
oman á byrðu, nú deildir
leggja saman vegna trot á
sjúkrarøktarfrøðingum, sig
ur hon.
Orki ikki summarið
Jón á Steig, leiðandi yvir
lækni, hevur í mong ár
arbeitt á sjúkrahúsinum um
summarið, og hann sigur, at
tað er sera stressandi og
ørkymlandi, tí sjúklingarnir
liggja kroystir saman á ein
um stað.
- Eg plagi at siga, at eg
orki ikki fyri summarinum,
sigur Jón á Steig, sum sjálv
ur fer í feriu í september.
- Vit royna at leggja feri
urnar líka frá mai til septem
ber. Kortini enda vit altíð
við at hava eitt tíðarskeið í
miðjuni, sum er serliga
pressað, sigur hann. Og
hann heldur fram:
- Summarið er strævið
hjá øllum, bæði starvsfólk
um og sjúklingum. Vanliga
er summarið friðarligari,
men í ár eru vit í tí óhepnu
støðu, at ein deild longu er
niðurløgd vegna umvæling
ararbeiðið. Tí verða gongu
førir sjúklingar ikki innlagd
ir, men koma at ganga til
ambulantar kanningar um
dagin, og fara heim á kvøl
di, sigur leiðandi yvirlækn
in.
Mugu raðfesta
Bæði Jón á Steig og Allan
Skaalum,
sjúkrahússtjóri,
duga ikki at siga, hvat skal
til fyri at bøta um støðuna
her og nú, tí roynt hevur ver
ið at fáa avloysarar, men
tað tykist vera trupult.
- Sjálvandi hevði tað ver
ið best, um virksemið bara
kundi hildið ótarnað fram.
Nú noyðast vit at ráðleggja
og raðfesta virksemið útfrá
summartíðini, sigur Allan
Skaalum.
Hann leggur aftur at, at
av tí, at tað akutta á sjúkra
húsinum, millum annað B8
og Barnadeildin, altíð koyra
sum vanligt, er neyðugt at
minka um virksemið, har
tað ber til. Eitt nú verða
ætlaðar skurðviðgerðir lagd
ar aðrar tíðir á árinum. Men
samstundis vísir hann á, at
Landssjúkrahúsið als ikki
er ringast fyri við starvsfólk
um, samanborið við granna
londini.
Takið fleiri inn
á skúlan
Tey trý eru øll samd um, at
ein av høvuðstrupulleikun
um er, at ov fáar sjúkrasyst
rar eru. Tí meta tey eisini,
at ein loysn hevði verið, um
sjúkrasystraskúlin tók ein
Nýggjur kaðal úr Sandvíkum
SEV fer í næstu viku undir at leggja nýggjan kaðal um Tangafjørð. Talan er um nýggjan
60 kV kaðal ímillum Raktanga og Sandvík. kaðalin er partur av nýggja 60 kV
sambandinum millum Sund og Skálabotn. 60 kV sambandið millum Sund og Skálabotn
kann metast sum ein eyka pulsæðr á elnetinum, tí tað verður munandi lættari at flyta
elorkuna runt á netinum. Nýggja 60 kV sambandið hevur m.a. til endamáls at halda
veitingartrygdina á sama høga støði alt árið - eitt nú tá árligt eftirlit skal gerast á
teimum stóru mastrunum á fjøllunum. SEV hevur lagt ein 60 kV kaðal úr Skálabotni út
á Raktanga, og hinumegin fjørðin er lagdur ein 60 kV kaðal úr Sandvík niðan á
Sundsverkið. Sjókaðalin um Tangafjørð er sostatt síðsti parturin av 60 kV sambandinum
millum Sund og Skálabotn.
Summarið rakar m
– Eg orki ikki fyri summarinum, sigur Jón á Steig, leiðandi yvirlækni, sum sjálvur fer í feriu í september