Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2007 tíðindi Vegna troti á av­loys­ arum á medisinsku deildunum á Lands­ sjúkrahúsinum, v­erða v­anligu 30 seingjar­ plássini minkað niður í 7 í summar Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fólk, sum verða sjúk í summar, skulu ikki vænta sær eina song á medisinskari deild á Landssjúkrahúsin­ um. Afturvendandi summar­ trupulleikin á Landssjúkra­ húsinum er eisini veruleiki í ár. Har medisinsku deildirnar B6 og B7 vanliga fevna um 30 seingjarpláss, verða bert 7 pláss tøk í tíðarskeiðinum 23. juni – 23. juli. Orsøkina til støðuna fin­ na vit í globala trupulleikan­ um við at fáa skikkað starvs­ fólk innan heilsuverkið yvirhøvur, og avloysarar serstakliga. Í hesum sam­ bandi er vert at nevna, at serliga torført er at fáa sjúk­ rasystrar í avloysarastørvini. Landssjúkrahúsið hevur søkt eftir avloysarum fleiri ferðir, men til fánýtis. Har­ umframt er tann serliga støðan í ár, at ein deild lon­ gu er stongd vegna umvæl­ ingar. Steinur á byrðu Vár í Gong, forkvinna í Felagnum hjá sjúkrasystru­ num sigur, at trotið á sjúkra­ systrum er ikki bara ein lok­ alur, men ein globalur tru­ pulleiki. Og hon upplýsir, at felagið harmast um støð­ una á Landssjúkrahúsinum í summar. ­ Tað hevur verið tyngjan­ di í fleiri ár, við at deildir eru lagdar saman vegna sparingar. Men henda nýgg­ ja støðan er sum steinur oman á byrðu, nú deildir leggja saman vegna trot á sjúkrarøktarfrøðingum, sig­ ur hon. Orki ikki summarið Jón á Steig, leiðandi yvir­ lækni, hevur í mong ár arbeitt á sjúkrahúsinum um summarið, og hann sigur, at tað er sera stressandi og ørkymlandi, tí sjúklingarnir liggja kroystir saman á ein­ um stað. ­ Eg plagi at siga, at eg orki ikki fyri summarinum, sigur Jón á Steig, sum sjálv­ ur fer í feriu í september. ­ Vit royna at leggja feri­ urnar líka frá mai til septem­ ber. Kortini enda vit altíð við at hava eitt tíðarskeið í miðjuni, sum er serliga pressað, sigur hann. Og hann heldur fram: ­ Summarið er strævið hjá øllum, bæði starvsfólk­ um og sjúklingum. Vanliga er summarið friðarligari, men í ár eru vit í tí óhepnu støðu, at ein deild longu er niðurløgd vegna umvæling­ ararbeiðið. Tí verða gongu­ førir sjúklingar ikki innlagd­ ir, men koma at ganga til ambulantar kanningar um dagin, og fara heim á kvøl­ di, sigur leiðandi yvirlækn­ in. Mugu raðfesta Bæði Jón á Steig og Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, duga ikki at siga, hvat skal til fyri at bøta um støðuna her og nú, tí roynt hevur ver­ ið at fáa avloysarar, men tað tykist vera trupult. ­ Sjálvandi hevði tað ver­ ið best, um virksemið bara kundi hildið ótarnað fram. Nú noyðast vit at ráðleggja og raðfesta virksemið útfrá summartíðini, sigur Allan Skaalum. Hann leggur aftur at, at av tí, at tað akutta á sjúkra­ húsinum, millum annað B8 og Barnadeildin, altíð koyra sum vanligt, er neyðugt at minka um virksemið, har tað ber til. Eitt nú verða ætlaðar skurðviðgerðir lagd­ ar aðrar tíðir á árinum. Men samstundis vísir hann á, at Landssjúkrahúsið als ikki er ringast fyri við starvsfólk­ um, samanborið við granna­ londini. Takið fleiri inn á skúlan Tey trý eru øll samd um, at ein av høvuðstrupulleikun­ um er, at ov fáar sjúkrasyst­ rar eru. Tí meta tey eisini, at ein loysn hevði verið, um sjúkrasystraskúlin tók ein Nýggjur kaðal úr Sandvíkum SEV fer í næstu viku undir at leggja nýggjan kaðal um Tangafjørð. Talan er um nýggjan 60 kV kaðal ímillum Raktanga og Sandvík. kaðalin er partur av nýggja 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn. 60 kV sambandið millum Sund og Skálabotn kann metast sum ein eyka pulsæðr á elnetinum, tí tað verður munandi lættari at flyta elorkuna runt á netinum. Nýggja 60 kV sambandið hevur m.a. til endamáls at halda veitingartrygdina á sama høga støði alt árið ­ eitt nú tá árligt eftirlit skal gerast á teimum stóru mastrunum á fjøllunum. SEV hevur lagt ein 60 kV kaðal úr Skálabotni út á Raktanga, og hinumegin fjørðin er lagdur ein 60 kV kaðal úr Sandvík niðan á Sundsverkið. Sjókaðalin um Tangafjørð er sostatt síðsti parturin av 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn. Summarið rakar m – Eg orki ikki fyri summarinum, sigur Jón á Steig, leiðandi yvirlækni, sum sjálvur fer í feriu í september