Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2007 Ph.D. innan vísindi Høgni Hammershaimb Debes fer tann 20. juni at verja Ph.D. ritgerð innan vísindi. Høgni hevur granskað í gróðri og djóraplankton, eins og hann hevur kannað sambandið millum plantuætið og djóraæti á landgrunninum. Í dómsnevndini sita Dr. Roger Harris, Plymouth Marina Laboratory, Dr. Fransisco Rey, Havforskningsinstituttet i Bergen og Jan Arge Jacobsen, Dr. Scient, granskari á Fiskirannsóknarstovuni. Verjan er almenn, og fer hon fram á Føroya Sjómansskúla klokkan 13.00. Vantandi arbeiði hóttir Arbeiðsgevarar vilja hava betri atongd til útlendska arbeiðsmegi. Hetta verður staðfest í ársfrágreðiingini til aðalfundin hjá FAG. – Størsta hóttanin fyri framhaldandi vælferð okkara er trotið av arbeiðsmegi. Uttan arbeiðsmegi ber ikki til at skapa virðir í samfelagnum, verður millum annað staðfest. Eisini verður sagt, at tað ikki er nóg mikið, at politiski myndugleikin arbeiðir við at geva betri atgongd til ES-borgarar. Hetta tí trot á arbeiðsmegi eisini ger seg galdandi í júst ES-londunum. meint Alt tað bráneyðuga verð­ur gjørt, men tað, ið vanliga verður plan­lagt, má víkja. Het­ta merkir so ei­na longda bíðitíð, men tað er kortini so, at viðurskiftini eru ráðilig, sigur All­an Skaalum, sjúk­ra­hús­ stjóri HEILSURØKT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vanliga hevur tað verið so, at Landssjúkrahúsið hevur fing­ið hópin av umsóknum, tá frítíðaravloysarar skulu set­ast í starv, men í ár hevur tað verið ein trupulleiki. Aktiviteturin er eisini van­ li­ga ­l­ægri sum­mar­mán­að­ir­ nar, men í ár er trot á starvs­ fól­ki, og tí verður bert tað brá­neyð­uga gjørt. - Tað merkir, at alt, sum vit vanliga mugu planleggja, verð­ur útsett, til søðan aftur er normal, sigur Allan Skaal­ um. Tað hevur verið serliga trup­ult at fáa avloysarar í ár, og tað er galdandi fyri nær­um allar starvs­fólka­ bólk­ar. Bæði læknar, sjúk­ra­ røk­ta­r­frøðingar og heil­su­ røk­tar­ar. Og sjúkrahússtjórin sær fyri sær, at hetta er ein tru­pul­leiki, sum saktans kann blíva viðkomandi ei­si­ ni frameftir. Fyribils mugu fólk so rok­ na við einari longdari bíði­ tíð, og starvsfólkamangulin ger eisini, at frítíðin verður av­greidd yvir eitt longri tíð­ ar­skeið enn vanligt. Trupulleikar hava eisini ver­ið at útvega ljósmøður sum avloysarar, men tað hev­ur kortini eydnast at nøk­ta hendan tørvin. Sjúkrahússtjórin sigur, at hes­in trupulleikin við mang­ lan­di arbeiðsmegi á Lands­ sjúk­ra­húsinum ikki er nak­ að eindømi. - Sama trupulleika hava smær­ru donsku sjúk­ra­hús­ ini, sum vit vanliga meta okk­um við, sigur Allan Skaal­um. Okkurt má gerast Sjúkrahússtjórin dugur ikki at siga, hví tað júst í ár er vorð­in ein mangul upp á frí­ tíð­ar­a­­vloysarar. Vanliga fáa tey fólk úr Føroyum inn, eins og fleiri føroyingar, sum lesa niðri, fegnir nýta ein part av summarfrítíðini at arbeiða í. Hartil koma ei­si­ni nakrir útlendingar, fyri tað mesta danir, ið so­mu­leiðis fegnir koma hend­an­vegin nakrar mána­ð­ ir. - Men spurningurin er, um vit ikki mugu hyggja nær­ri at okkara út­búgv­ing­ ar­skip­an. Serliga, um talið á næmingunum, sum vit út­búg­va, er nøktandi. Tað tek­ur jú langa tíð frá tí at ein persónur byrjar at lesa til lækna, til hann er út­búgv­ in yvirlækni, sigur Allan Skaal­um. Tað er heldur eingin loy­ na, at arbeiðsviðurskiftini kun­du verið betri, bæði hvat arbeiðstíðum og løn við­vík­ur. Sjúkrahússtjórin nem­ur tí við møguleikan, um vit ikki áttu at gjørt tað mei­ri hugaligt at útbúgvi seg innan heilsuverkið. Í onkrum førum hava tey ver­ið noydd at nýta vik­ar­ stov­ur fyri at fáa fólk, men het­ta er ein sera dýr loysn. Men okkurt má gerast fyri at halda eitt nøktandi støði, og so má bara vónast, at ein loysn fæst á tørvinum á starvs­fólki til sjúkrahúsini. Trupult at fáa avloysarar flokk afturat inn árliga. Allan Skaalum sigur, at ó­an­sæð hvat, so eiga vit at út­búg­va fleiri heilsu­starvs­ fólk.. Ikki minst tí, at sam­ stund­is sum fólk gerast alt eld­ri, hækkar eftir­spurn­ing­ ur­in í heilsuverkinum ei­si­ ni. - Felagið metir hetta verða eitt tekin til myndug­ leik­arnar um at taka tru­pul­ leik­an í álvara, og síggja til, at ein flokkur av lesandi verð­ur tikin inn afturat ár­li­ ga, sigur felagið hjá sjúkra­ sys­tru­num. Og Jón á Steig endar við at upplýsa, at nóg nógvir um­søk­ja­r­ar eru, so tað átti ik­ki at verið trot á sjúkra­sys­ t­r­um, um nóg nógv vórðu tik­in inn á skúlan. Bæði Allan Skaalum, Jón á Steig og Vár í Gong enda við at staðfesta, at í síðsta en­da er tað sjúklingurin, sum er taparin. Vár í Gong, forkvinna hjá sjúkrasystrunum, heit­ir á myndugleikarnar um at taka ein flokk inn á Sjúk­ra­sys­tra­skúl­an afturat árliga Sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, er eisini ørkymlaður um, at ongin søkir leysu avloysarastørvini, og at medisinsku deildirnar tí noyðast at minka so nógv um virksemi í feriutíðini