týsdagur 19. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 115 - 19. juni 2007
Ph.D. innan vísindi
Høgni Hammershaimb Debes fer tann 20. juni at verja
Ph.D. ritgerð innan vísindi. Høgni hevur granskað í
gróðri og djóraplankton, eins og hann hevur kannað
sambandið millum plantuætið og djóraæti á
landgrunninum. Í dómsnevndini sita Dr. Roger Harris,
Plymouth Marina Laboratory, Dr. Fransisco Rey,
Havforskningsinstituttet i Bergen og Jan Arge Jacobsen,
Dr. Scient, granskari á Fiskirannsóknarstovuni. Verjan er
almenn, og fer hon fram á Føroya Sjómansskúla klokkan
13.00.
Vantandi arbeiði hóttir
Arbeiðsgevarar vilja hava betri atongd til útlendska
arbeiðsmegi. Hetta verður staðfest í ársfrágreðiingini til
aðalfundin hjá FAG. – Størsta hóttanin fyri framhaldandi
vælferð okkara er trotið av arbeiðsmegi. Uttan
arbeiðsmegi ber ikki til at skapa virðir í samfelagnum,
verður millum annað staðfest. Eisini verður sagt, at tað
ikki er nóg mikið, at politiski myndugleikin arbeiðir við
at geva betri atgongd til ES-borgarar. Hetta tí trot á
arbeiðsmegi eisini ger seg galdandi í júst ES-londunum.
meint
Alt tað bráneyðuga
verður gjørt, men
tað, ið vanliga verður
planlagt, má víkja.
Hetta merkir so eina
longda bíðitíð, men
tað er kortini so, at
viðurskiftini eru
ráðilig, sigur Allan
Skaalum, sjúkrahús
stjóri
HEILSURØKT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vanliga hevur tað verið so,
at Landssjúkrahúsið hevur
fingið hópin av umsóknum,
tá frítíðaravloysarar skulu
setast í starv, men í ár hevur
tað verið ein trupulleiki.
Aktiviteturin er eisini van-
liga lægri summarmánaðir-
nar, men í ár er trot á starvs-
fólki, og tí verður bert tað
bráneyðuga gjørt.
- Tað merkir, at alt, sum
vit vanliga mugu planleggja,
verður útsett, til søðan aftur
er normal, sigur Allan Skaal-
um.
Tað hevur verið serliga
trupult at fáa avloysarar í
ár, og tað er galdandi fyri
nærum allar starvsfólka-
bólkar. Bæði læknar, sjúkra-
røktarfrøðingar og heilsu-
røktarar. Og sjúkrahússtjórin
sær fyri sær, at hetta er ein
trupulleiki, sum saktans
kann blíva viðkomandi eisi-
ni frameftir.
Fyribils mugu fólk so rok-
na við einari longdari bíði-
tíð, og starvsfólkamangulin
ger eisini, at frítíðin verður
avgreidd yvir eitt longri tíð-
arskeið enn vanligt.
Trupulleikar hava eisini
verið at útvega ljósmøður
sum avloysarar, men tað
hevur kortini eydnast at
nøkta hendan tørvin.
Sjúkrahússtjórin sigur, at
hesin trupulleikin við mang-
landi arbeiðsmegi á Lands-
sjúkrahúsinum ikki er nak-
að eindømi.
- Sama trupulleika hava
smærru donsku sjúkrahús-
ini, sum vit vanliga meta
okkum við, sigur Allan
Skaalum.
Okkurt má gerast
Sjúkrahússtjórin dugur ikki
at siga, hví tað júst í ár er
vorðin ein mangul upp á frí-
tíðaravloysarar. Vanliga fáa
tey fólk úr Føroyum inn,
eins og fleiri føroyingar,
sum lesa niðri, fegnir nýta
ein part av summarfrítíðini
at arbeiða í. Hartil koma
eisini nakrir útlendingar,
fyri tað mesta danir, ið
somuleiðis fegnir koma
hendanvegin nakrar mánað-
ir.
- Men spurningurin er,
um vit ikki mugu hyggja
nærri at okkara útbúgving-
arskipan. Serliga, um talið
á næmingunum, sum vit
útbúgva, er nøktandi. Tað
tekur jú langa tíð frá tí at
ein persónur byrjar at lesa
til lækna, til hann er útbúgv-
in yvirlækni, sigur Allan
Skaalum.
Tað er heldur eingin loy-
na, at arbeiðsviðurskiftini
kundu verið betri, bæði
hvat arbeiðstíðum og løn
viðvíkur. Sjúkrahússtjórin
nemur tí við møguleikan,
um vit ikki áttu at gjørt tað
meiri hugaligt at útbúgvi
seg innan heilsuverkið.
Í onkrum førum hava tey
verið noydd at nýta vikar-
stovur fyri at fáa fólk, men
hetta er ein sera dýr loysn.
Men okkurt má gerast fyri
at halda eitt nøktandi støði,
og so má bara vónast, at ein
loysn fæst á tørvinum á
starvsfólki til sjúkrahúsini.
Trupult at fáa
avloysarar
flokk afturat inn árliga.
Allan Skaalum sigur, at
óansæð hvat, so eiga vit at
útbúgva fleiri heilsustarvs-
fólk.. Ikki minst tí, at sam-
stundis sum fólk gerast alt
eldri, hækkar eftirspurning-
urin í heilsuverkinum eisi-
ni.
- Felagið metir hetta
verða eitt tekin til myndug-
leikarnar um at taka trupul-
leikan í álvara, og síggja til,
at ein flokkur av lesandi
verður tikin inn afturat árli-
ga, sigur felagið hjá sjúkra-
systrunum.
Og Jón á Steig endar við
at upplýsa, at nóg nógvir
umsøkjarar eru, so tað átti
ikki at verið trot á sjúkrasys-
trum, um nóg nógv vórðu
tikin inn á skúlan.
Bæði Allan Skaalum, Jón
á Steig og Vár í Gong enda
við at staðfesta, at í síðsta
enda er tað sjúklingurin,
sum er taparin.
Vár í Gong, forkvinna hjá sjúkrasystrunum, heitir á
myndugleikarnar um at taka ein flokk inn á Sjúkrasystraskúlan
afturat árliga
Sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, er eisini ørkymlaður um, at ongin søkir leysu avloysarastørvini,
og at medisinsku deildirnar tí noyðast at minka so nógv um virksemi í feriutíðini