fríggjadagur 30. mars 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 30. mars 2001
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 63 - 30. mars 2001
Umfatandi hagtøl
fyri lið og leikarar
Samrøður við leikarar,
venjarar og formenn
Vinnið ferð til dystin
FCK-Liverpool
Landsliðsárið 2001
Nýggjar avbjóðingar
hjá kvinnulandsliðnum
Alt um liðini í 1. deild
Fótbóltur
Fótbóltur
2001
Serblað 68 síður
Kostnaður 40 kr.
Fæst
kring
landið
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Oftani verða vit føroyingar ikki minst av okk-
um sjálvum skýrdir sum eitt fólk, sum stendur
spjatt og sum ikki kann semjast ella standa
saman um nakað sum helst. Møguliga er hetta
nakað, sum eyðkennir eitt oyggjafólk, ið liggur
fjarskotið frá meginlandinum. Men neyvan
stendur so nógv verri til her enn aðrastaðni.
Munurin er bert tann, at vit eru so fá, og tí
merkist sínamillum ósemja og stríð so væl. Tað
gerst so sjónligt.
Eitt er tó, sum allir føroyingar standa saman og
fylkjast um. Tað er tá okkara ítróttafólk royna
seg millum stórlandalið av ymsum slag. Og
hetta kemur einamest til sjóndar, tá sjálvt
tjóðítróttarlið okkara, um ein kann loyva sær at
siga so, fótbóltslandsliðið, dystast í altjóða
kappingum.
Tað hevur verið sagt av so mongum, ikki minst
av útlendingum, at føroyska fótbóltslandsliðið
er besti ambassadørur Føroya og føroyinga. Fá
eru tey í útheimi, sum hava hoyrt um ella vita
nakað um Føroyar. Men nevnir tú fótbólts-
landsliðið, so rakna tey við og brosa. Jú nú vita
tey bráddliga, hvar Føroyar eru. Tað er tann
evarska lítla tjóðin, sum hevur bjóðað alheims
risaveldum av í fótbólti og sum hevur kunnað
víst á góð úrslit. Aftur og aftur hoyra vit um
sigurin á sinni móti Eysturríki. Tað var so tað.
Vit mugu koma víðari, og tað koma vit eisini.
Úrslitini hjá fótbóltslandsliðnum móti Luksem-
burg og Ruslandi prógva, at vit hava fingið eitt
landslið, ið kann liva upp til at spæla við í so
stórum altjóða kappingum sum bæði HM og
EM.
Hóast nógv skerdir, nú fleiri av okkara frægu
leikarum vórðu sjúkir ella skæddir, megnaði
restin av hópinum at vinna á Luksemburg og
bert tapa við einum máli móti Ruslandi.
Tillukku við hesum frálíku úrslitum. Tað er
einki minni enn eitt bragd bert at tapa við
einum máli móti Ruslandi á teirra heimavølli
og við einum nógv skerdum liði. Hetta boðar
frá góðum í komandi kappingum.
Vit kunnu bara geva landsliðnum og ikki minst
teimum, sum stíla fyri, okkara besta skoðsmál
og stuðul. Tit eru tann mest savnandi eindin í
føroyska samfelagnum. Tit fáa okkum at
gloyma gerandisdagin eina løtu, nakað vit øll
hava brúk fyri viðhvørt. Tit fáa okkum at kenna
okkum errin av at vera føroyingar. Nakað, sum
vit øll eisini hava brúk fyri við hvørt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tillukku
NØVN Í VIKUNI
Óli Breckmann 53
Í dag verður Óli Breck-
mann, løgtings- og fólka-
tingsmaður 53 ár. Óli er
sonur Astrið og Ludvig
Breckmann í Havn. Hann
er giftur Birnu, dóttir Monu
og Petur Midjord á Argjum.
Óli Breckmann er út-
búgvin Master of Art í
enskum máli á University
of Edinburgh. BSc í sam-
felags- og búskaparsøgu frá
Bristol University. Hann
hevur starvast sum adjunkt-
ur við Føroya Studenta-
skúla 1974-84, blaðstjóri á
Dagblaðnum 1975-91 og
frá 1998.
Óli varð sum 26 ára
gamal valdur á ting fyri
Fólkaflokkin í 1974, og
hann gjørdi seg kendan við
sínum serliga máta at bera
seg fram uppá. Dagblaðið
og Óli Breckmann gjørdust
nær um eitt, har hann
profileraði seg sum Stavna-
mannin.
Ein umstríddur og mar-
kantur politikari, kann man
siga, at Óli Breckmann
hevur verið, bæði í føroysk-
um og donskum politikki.
Rættuliga víðgongdur í
sínum sjónarmiðum, men
seinnu árini hava fólk ikki
tikið tað so nógv í álvara,
hava líkasum vant seg við,
at tað mest er oman fyri
hálsvølin, at hann er so
víðgongdur.
Í 1984 vann Fólkaflokk-
urin aftur fólkatingssessin
fyri fyrstu ferð í nógv ár.
Valkvøldið hendan januar-
dagin var eingin, sum
ivaðist í, at tað var formað-
ur floksins, Jógvan Sund-
stein, sum nú skuldi um-
boða flokkin á fólkatingi.
Óli Breckmann, sum um-
boðaði flokkin í útvarpin-
um, ynksti eisini Jógvani
tillukku við fólkatingssess-
inum. Men stutt eftir gjørd-
ist greitt, at tað var ikki
Jógvan Sundstein, men Óli
Breckmann, sum varð vald-
ur í fólkatingið. Hann fekk
11 atkvøður fleiri enn
Jógvan Sundstein.
Síðani tá hevur ongantíð
valdað ivi um, hvør er
fólkatingskandidaturin hjá
Fólkaflokkinum.
Finnur Helmsdal í
býráðið
Av tí at Jógvan Arge er
burturi í arbeiðsørindum,
hevur hann boðað Tórs-
havnar býráð frá, at vara-
maður skal møta fyri hann í
býráðnum. Og varamaður
hansara, er Finnur Helms-
dal, sum eisini er varamað-
ur fyri Høgna Hoydal á
tingi.
Finnur er 48 ára gamal.
Hann er sonur Oliviu og
Mikkjal Helmsdal, fyrr-
verandi landsverkfrøðing.
Hann er giftur Jórun Høj-
gaard dóttir Olgu og Sam-
son Højgaard. Hann er út-
búgvin sosialráðgevi og
starvaðist árini 1981-85
sum sosialráðgevi á Al-
mannastovuni. Árini 1985-
1994 var hann leiðari á
Andveikraverndini og frá
1994 til 1. august 1998 á
Almannstovuni.
Finnur Helmsdal var eis-
ini kendur sum ítróttar-
maður, bæði sum fótbólts-
leikari hjá HB og sum
hondbóltsleikari
hjá
Kyndli. Hann hevur eisini
skrivað bøkur um ítrótt og
starvast sum ítróttarblað-
maður hjá Oyggjatíðind-
um.
FERÐSLA
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Flestu tingmenn tykjast
samdir um, at tað ikki er
rætt, at føroyingar skulu
hava kampingvognar skrá-
settar uttanlands, tí ov kost-
naðarmikið er at skráseta
teir í Føroyum.
Sambært lóg um skráset-
ingargjald á motorakførum
er avgjaldið fyri kamp-ing-
vognar 45% av avgjalds-
skylduga virðinum. Hetta
hevur borið við sær, at
landskassin
ikki
hevur
fingið eina krónu í skrá-
setingargjaldi av kamping-
vognum í mong ár. Ein
broyting kemur møguliga,
tá
ið
fíggjarmálastýrið
skjótt kemur við broyt-
ingum í skrásetingargjald-
inum, og annars hava
tríggir tingmenn skotið
upp, at avgjaldið verður
tikið av beinanvegin.
FERÐSLA
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Tá ið løgreglan krevur út-
andingarroynd av bilførar-
um, verður nýtt eitt so-
kallað
alkometur,
sum
neyvt mátar, hvussu nógv
bilførarin hevur drukkið av
alkoholi. Í flestu londum,
eisini í grannalondum sum
t.d. Svøríki, er henda kann-
ing nóg mikið. Mátitólini
verða av rættinum mett so
neyv, at tílíkar kanningar
halda í einum rættarmáli.
Her hjá okkum verður tó
framvegis blóðroynd kravd,
eftir at staðfest er við alko-
metri, at ein bilførari hevur
drukkið. Serliga um ivamál
eru um nøgdina og harvið
sjálvt
promillumarkið,
verður mett tryggast við
blóðroynd.
Men kanningarnar vísa,
at alkometrini eru so neyv,
at samsvar altíð er millum
úrslitið av blóðroyndini og
tað, sum alkometrið vísir.
Harnæst er tað soleiðis, at
verður blóðroyndin burtur,
t.d. oyðiløgd ella stolin –
sum er komið fyri, so metir
rætturin alkometrini at vera
so eftirfarandi, at alkomet-
urkanningin verður løgd
sum
grundarlag
undir
møguligum dómi.
Alkometrini sera neyv
Landskassin onga inntøku av kampingvognum