fríggjadagur 30. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Klaksvíkar Sjónleik-
arfelag ætlar at frum-
sýna nýggjan leik í
næstu viku
AFTURGONGUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Í løtuni stríðast
leikarar og leikstjóri í
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
við at fáa nýggjan leikin hjá
felagnum upp á pláss.
Talan er um klassiska
Ibsen-leikin Afturgongur,
sum varð skrivaður seinast í
19. øld. Í leikinum eru
fimm leikarar, og teir venja
í løtuni dúgliga.
Laura Joensen leikstjórar
leikinum, og ætlanin er at
náa á mál komandi dagarn-
ar.
Enn er frumsýningin ikki
endaliga ásett, men ætlanin
er, at hon verður síðst í
komandi viku.
Leikurin verður sýndur í
Atlantis, har Klaksvíkar
Sjónleikarfelag heldur til.
Klaksvíkar býráð tók
av tilboðnum frá
Polytan um at leggja
nýtt graslíkið á fót-
bóltsvøllin í Klaksvík
GRASLÍKI
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Nú fer borgar-
stjórin í Klaksvík at skriva
undir avtalu við fyritøkuna
Polytan, sum skal leggja
nýtt graslíkið á fótbólts-
vøllin í Klaksvík.
Vøllurin varð skiftur fyri
tveimum árum síðani, men
hann hevur ikki verið í
lagið, tí frárenslið hevur
ikki verið nóg gott.
Hetta hevur skapt truplar
umstøður, tá tað hevur
regnað í Klaksvík, og eitt
tað besta minnið um meira
ella minni komiskan fót-
bóltsdyst millum hyljarnar,
var tá KÍ vann meistara-
skapin á seinasta leikdegi í
1999.
Skiftur í juli
Klaksvíkar kommuna hev-
ur havt drúgvar samráðing-
ar við Polytan um vøllin, tí
kommunan hevur viljað
havt nýggjan vøll.
Herfyri varð ein semja
gjørd millum partarn, sum
inniber,
at
Klaksvíkar
kommuna skal gjalda eina
millión fyri nýtt graslíkið.
Hetta er ikki fulli prísurin
fyri nýggja vøllin.
Týskvøldið var semjan
løgd fyri býráðið at taka
støðu til, og býráðið góð-
kendi semjuna. Og tí kann
borgarstjórin í Klaksvík nú
gera endaliga avtalu við
Polytan.
Arbeiðið at skifta vøllin í
Klaksvík verður gjørt í juli
mánaði, tá fótbóltskapping-
in er í summarfrí.
Dystirnir hjá KÍ passa so-
leiðis, at seinasti dystur fyri
summarfrítíðina verður á
útivølli, og tað sama er
galdandi,
tá
kappingin
byrjar aftur eftir summar-
steðgin.
Roknað verður við at ar-
beiðið at skifta vøllin tekur
einar tvær ella tríggjar vik-
ur.
Klaksvíkar kommuna
fer at gera ein
vatnbrunn afturat í
Ánagjógv
VATN
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Á býráðsfundi
týskvøldið samtykti Klaks-
víkar býráð, at ein nýggjur
vatnbrunnur skal gerast í
Ánagjógv – stutt norðan
fyri Klaksvík.
Á hesum staðnum er ein
vatnbrunnur frammanund-
an, men Klaksvíkar komm-
una heldur, tað verða neyð-
ugt við einum brunni aftur-
at.
Hetta skal tryggja, at nóg
mikið av vatni altíð er at fáa
í Klaksvík, og at kommun-
an altíð kann halda sína av-
talu við SEV um lata vatn.
Brunnurin í Ánagjógv
letur sóttreinsað vatn til
eystara arm og til virkini.
Restin av Klaksvík fær vatn
frá goymslunum Niðan
Horn, men har er vatnið
ikki sóttreinsað sum er.
Í løtuni verður eitt reinsi-
verk gjørt har, so allir
klaksvíkingar í framtíðini
kunnu fáa sóttreinsað vatn.
Arbeiðið at gera nýggjan
vatnbrunn í Ánagjógv fer at
kosta 2,2 milliónir krónur,
og ætlanin er, at arbeiðið
skal setast í gongd í summ-
ar.
Byggja vatngoymslurnar út
Eingi spor eru eftir
tann ella tey, sum
gjørdu stórt her-
verk á fimm bilar í
Sandvík næst-
seinasta vikuskiftið
HERVERK
Eyðun Klakstein
Sandvík: Løgreglan í
Suðuroy veit framvegis
ikki, hvør framdi umfat-
andi herverk á bilar í
Sandvík fyri smáum
tveimum vikum síðani.
Herverk fyri nógvar
túsund krónur var gjørt á
fimm bilar í Sandvík.
Bilarnir vóru illa skøv-
aðir við djúpum skøv-
um, og bilarnir høvdu
eisini
fingið
onkrar
stoytir.
Løgreglan í Suðuroy
sigur seg einki ítøkiligt
hava fingið at ganga
eftir í málinum.
Tað var sera friðaligt í
Sandvík hetta vikuskift-
ið, tí stórur dansur var á
Tvøroyri, og tí tykist tað
verða trupult at fáa upp-
lýsingar.
Løgreglan sigur seg
framhalandi arbeiða við
málinum.
Tóku av tilboðnum
Klaksvíkar býráð hevur tikið av tilboðnum um at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum. Arbeiðið skal
gerast í summar
Ótangarnir ikki funnir
Privatir stigtakarar
og heilsunevndin hjá
Klaksvíkar býráði
ætla at fáa Ósánna
aftur til heiður og
æru. Økið uttan um
ánna skal eisini
fríðkast
UMHVØRVI
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Í fleiri ár hava
umhvørvis- og trivnaðar-
fólk í Klaksvík arbeitt við
tankanum
um
at
fáa
Ósánna til heiður og æru
aftur, og nú er hol sett á eitt
samstarv við Heilsunevnd-
ina hjá Klaksvíkar býráði.
Í løtuni tekur Ósáin, sum
rennur mitt gjøgnum býin,
ímóti kloakkfrárenslið, og
tað ger áina sera skitna,
men ætlanin er at reinsa
ánna og at fáa síl í ánna
aftur.
Málið er »Síl aftur í
Ósánna«, og í hesum ligg-
ur, at síl skulu hava reint
vatn fyri at trívast.
– Tað ræður um at fáa
umhvørishugsan
millum
fólk, og æltanin við Ósánni
fer vónandi at skapa ein
hugburðsbroyting millum
fólk, sigur Abraham Mikla-
dal, sum er ein av stigtakar-
unum til ætlanina.
Nógv arbeiði
Klaksvíkar kommuna verð-
ur sentralur partur av ætlan-
ini í og við Ósánna, tí
kommunan skal millum
annað næstu árini leiða
kloakkvatnið burtur frá
Ósánni, so reint vatn kann
renna í ánna.
Síðani skal áin endur-
skapar í sínum upprunalíki,
hon skal breiðkast og dýp-
ast, og nýggjur botnur skal
leggjast við sandi.
Harafturat skal økið uttan
um ánna fríðkast, og tað ar-
beiðið skal gera í samstarvi
við tey, sum ynskja at lut-
taka í ætlanini.
Umframt kommununa er
ætlanin eisini at fáa skúl-
arnar og onnur upp í verk-
ætlanina.
– Dreymurin er, at tað
skal vera gjørligt at ganga
av Sandinum, tvørtur um
Eiði, á Borðoyavík og út í
Grøv ella út til Víkingatoft-
irnar uttan at koma í hóslag
við ferðslu av nøkrum
slagi. Hetta verður eitt
hugnaumhvørvið mitt í
býnum, sigur Abraham
Mikladal.
Í ætlanini liggur nógv ar-
beiðið, men tað skal gerast
yvir fleiri ár. Men úrslitini
av arbeiðnum skulu síggj-
ast so hvørt, so umráðið ge-
rast alsamt hugnaligari.
Fara at reinsa Ósánna
Frumsýna um eina viku
Trølla-Pætur hevur nú
fingið eitt systkin. Talan
er um ein Trølla-unga
við tveimum høvdum,
sum sá dagsins ljós 10.
mars.
Kapping
var
um,
hvussu
nógv
høvdu
ungin mundi fara at fáa,
og hesa kapping vunnu
brøðurnir
Atli
og
Torbjørn Mikkelsen í
Havn. Teir vunnu eitt
gávukort
frá
BR
Leikum.
Trøllaungin hevur tvey høvd og ivaleyst eisini ljóta rødd
Ungi við tveimum
høvdum
Nr. 63 - 30. mars 2001
5
4
Nr. 63 - 30. mars 2001
gult cyan magenta svart
Elsta ftbltsfelagiÝ Danmark, KB, fyllir r 125 r,
og hesum sambandi skipar felagiÝ gj¿gnum riÝ fyri tilt¿k
av ymsum slag.
Eitt av hesum tilt¿kum verÝur ein dystur millum FCK og Liverpool.
N geva Sosialurin og Atlantic Airways t¾r m¿guleika fyri at
vinna eina ferÝ fyri tvey til dystin.
Loyvt er ikki at senda inn avrit av sÝuni ella av puntunum, sum skulu setast sÝuna.
Kappingarreglur:
Fr tàsdegnum, 3. aprl og 15 bl¿Ý fram verÝa puntar, sum til samans geva eina fullfggjaÝa mynd av
einum kendum ftbltsandliti, at finna Sosialinum.
Fyri at luttaka kappingini r¾Ýur um, at hava savnaÝ allar puntarnar saman, soleiÝis at fullfggjaÝa
myndin kann setast saman.
T hetta er gj¿rt, skal blaÝsÝa 65 i ftbltsblaÝnum, saman viÝ teimum 15 puntunum, sum eru savnaÝir,
sendast til okkum. Seinasta freist fyri innlatan av hesum er frggjadag 4. mei. Vinnararnir av ftbltsferÝini
verÝa kunngj¿rdir Sosialinum tàsdagin, 8. mei.
Vinn eina ftbltsferÝ
FCK-Liverpool
vs.