Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Tað nýggja suður- oyarskipið er avgjørt ikki nakað stríðsmál í samgonguni. Við- gerðin er ógvuliga saklig. Vit eru bara ikki komin til eina niðurstøðu enn, sigur Bjarni Djurholm SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað er avgjørt ikki nøkur ósemja í landsstýrinum um tað nýggja suðuroyarskipið. Tað sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann hevur higartil ikki viljað sagt nakað um málið, fyrrenn tað er avgjørt í landsstýrinum. Men hann heldur, at sumt av tí, sum er ført fram, er so misvísandi, at hann má tala at. –Vinnumálastýrið hevur fingið tilfar um fleiri skip. Útfrá tí tilfari, vit hava fingið, hava vit gjørt eitt notat og eitt tilmælið og lagt alt tilfarið fyri Landsstýrið. Bjarni Djurholm leggur dent á, at øll skipini, sum tilfar er fingið til vega um, lúka tey krøv, sum vórðu sett til eitt nýtt suðuroyarskip. Hann váttar tó at verkætlanarbólkurin hevur skotið upp at skipið skal sigla 21 míl. – Tað hevur eisini verið útgangsstøðið hjá projekteringsfelagnum, Knud E. Hansen, tá ið tað fyrsta uppskotið varð latið úr hondum . – Síðani havi eg boðað frá, at tað eg vildi hava fleiri skip at velja ímillum og tí eru onnur uppskot eisini komin á borðið, har somu upplýsingar eru fyri øll uppskotini, sum fyri tað fyrsta uppskotið. – Men kravið frá mær var, at øll uppskotini skuldu í minsta lagi lúka tey krøv, sum Strandferðslan setti til skipið. – Burturúr øllum teimum uppskotinum, havi eg so lagt eitt tilmæli fyri Lands- stýrið. Bjarni Djurholm sigur, at hansara tilmæli er at byggja eitt skip, sum siglur 19 míl. Tað eru 2,5 míl skjótari enn Smyril, sum nú er, tí hann siglur 16,5 míl. – Men eg havi eisini mælt til, at Landsstýrið við- gerð øll uppskotini. Bjarni Djurholm sigur, at ongin ivi er um, at hann vil hava, at suðuroyingar skulu fáa tað bestu loysnina. – Tey, sum hava sitið í verkætlanarbólkinum siga, at sakkunnleikin hevur víst á tað bestu loysnina og hava mælt til at byggja tað skipið. Hví verður so tosað um onnur uppskot eisini? – Nú veit eg ikki, hvør sakkunnleikin er. Eg meti, at projekteringsfelagið Knud E. Hansen er sak- kunnleikin og ikki nakar annar. Og Knud E. Hansen hevur víst mær á fleiri ymsar loysnir. Eg veit onki um, at verkætlanarbólkurin hevur sitið saman við Knud E. Hansen og lagt skipið til rættis. Bólkurin hevur víst á eitt skip, sum tey halda er tann frægasta loysnin fyri Suðuroynna. Men hví so ikki byggja eitt skip, sum sigur 22 míl? Tað hevði verið uppaftur betri og lutfalsliga hevði tað ikki verið so nógv dýrari. Tað einasta, eg havi biðið um, er at fáa nøkur skip at sam- anbera við. Spurningurin er um skipið, sum verkætl- anarbólkurin vísir, er tað einasta rætta skipið. Limir í verkætlanarbólk- inum siga annars, at mun- urin á teimum báðum skip- unum, sum sigla 21 míl og 19 míl, er ikki bara fart- urin? – Nei, skipið, sum siglur seinni er styttri og smalri, men tað lýkur framvegis krøvini, sum sett vórðu. Skulu vit tosa um hitt, so hevði tað helst verið upp- aftur betri við einum skipi, sum siglur 22 míl. Byggjast í Evropa Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at umsitingin hevur mælt til, at skipið verður bygt í Evropa. Tó kunnu øll skipinibyggjast bíligari í Kina, men so mugu vit tryggja okkum, at dygdin er ílagi. Bjarni Djurholm sigur, at sama hvat skip verður bygt, verður tað neyðugt við nýggjari samferðslu- havn í Suðuroy. – Har eru tvær loysnir. Onnur er at byggja Drelnes út fyri 50 milliónir. Hin loysnin er at byggja út eystanfyri Drelnes fyri 75 milliónir. Hetta seinna er helst frægasta loysnin, tí so verður havnin á Drelnesi leys til onnur endamál, eitt nú oljuendamál. Harafturat er eisini ynski sett fram um at nýggja suðuroyarskipið skal kunna leggja at í Vági, og tað kostar um 20 milliónir. Bjarni Djurholm sigur, at hann vil hava alt málið avgreitt í einum, tí fyri at skipið skal kunna liggja trygt, er tað neyðugt at framskunda samferðslu- havnina í Suðuroy Hví skulu hesi bæði málini tengjast saman tá ið samferðsluhavn í Suðuroy frammanundan stendur á langtíðar fíggjarætlanini? – Tað verður ikki mett at vera skilagott at bíða við havnarlagnum til aftaná at skipið er bygt. havnarlagið skal helst verða klárt, tá ið skipið er klárt. Tí skulu hesi bæði málini helst loysast saman. Hann leggur einaferð dent á, at tað er ongin ósemja í landsstýrinum um málið. – Vit hava havt nógva konstruktiva viðgerð, vit eru bara ikki komin á mál enn, sigur Bjarni Djurholm. Ongin ósemja í landsstýrinum um tað nýggja suðuroyarskipið – Nú, vit skulu byggja nýtt suðuroyarskip, haldi eg, at tað er rætt at hava fleiri skip at velja ímillum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum – Hann hevur ikki teir persónligu egin- leikarnir, sum skulu til fyri at vera aðal- stjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum UPPSØGN Áki Bertholdsen Nú er Høgni Joensen sagd- ur úr starvið sum aðalstjóri í Almanna- og heilsu- málastýrinum. Tað hendi mikudagin, tá ið hann fekk uppsagnar- bræv, sum Anfinn Kalls- berg, løgmaður, Sámal Petur í Grund, landsstýris- maður í almanna- og heilsumálum og Marjun Hanusardóttir, løgmans- stjóri, hava skrivað undir. Í uppsøgnini hava tey ikki nakra ítøkiliga grund til at siga siga Høgna Joensen úr starvinum. Men tey siga, at tey halda ikki, at hann hevur teir neyðugu, persónligu eginleikarnir at vera aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum. Tey vísa á, at stýrið virkar ikki nógv væl og at tað er hann, sum hevur formligu ábyrgdina av tí. Uppsagnartíðin er tríggjar mánaðir frá 1. apríl at rokna, men hann er longu farin úr starvinum, tvs, at hann skal ikki vera til arbeiðis í uppsagnar- tíðini. Høgni Joensen hevur nú fingið 14 dagar til at gera viðmerkingar til uppsøgn- ina. Sámal Petur í Grund hevur áður upplýst, at Maria á Dul varð settur aðalstjóri fyribils, til starvi- ð er lýst leyst og nýggjur er settur. Sjálvur hevur Høgni Joensen ongar viðmerk- ingar í løtuni. Nú er Høgni Joensen sagdur upp Høgni Joensen er nú upp- sagdur sum aðalstjóri á Almanna- og heilsumála- stýrinum og han er farin til hús Nr. 63 - 30. mars 2001 7 6 Nr. 63 - 30. mars 2001 Nógv nýtt heimkomið til páskar 29 29 ê Tr—ndarg¿tu tel. 318200 Frá 1. apríl hevur Oyrarbakki postnummarið 400 POSTUR Eirikur Lindenskov Postverk Føroya gekk ynskinum hjá fólki á Oyrarbakka á møti í kravinum um egið post- nummar. Fólk á Oyrarbakka hava savnað undirskrift- ir við umbøn um at fáa egið postnummar, tí tað darvar illa, at bygdin hevur sama postnummar sum grannabygdin, Oyri. Frá sunnudegnum 1. apríl at rokna kunnu fólk skriva »400 Oyrar- bakki« á postin til fólk á Oyrarbakka. Mortan Rasmussen á Postverki Føroya sigur, at hóast fólk ikki minn- ast at rætta postnumm- arið við tað sama, so verður posturin borin út kortini, tí posturin til Oyrar og Oyrarbakka verður borin út frá sama posthúsi. Posthúsið á Oyrar- bakka er útberingarpost- hús fyri 420 Hósvík, 430 Hvalvík, 435 Streym- nes, 436 Saksun, 437 Nesvík, 438 Langasand, 440 Haldars-vík, 445 Tjørnuvík, 450 Oyri, 460 Norðskála, 465 Svínáir, 466 Ljósá, 475 Funning, 476 Gjógv, 477 Funningsfjørð og 478 Elduvík. Unga virki, Leia, vann virðisløn fyri umhvørvisvinarlig astu vøruna á sølu- stevnu í Stavanger. Í dag er árskapp- ingin Ungt Virki á handilsskúlanum á Kambsdali UNGT VIRKI Eirikur Lindenskov Í sambandi við kapping- ina Ungt Virki var her- fyri sølustevna í SMS í Havn. Hendan kapping gav sum vinning ískoyti at fara til stevnuna Young Enterprise Inter- national Trade Fair, sum júst hevur verið í Sta- vanger. Unga virkið »Leia« vann og fór til Stavang- er, har tey vunnu eina virðisløn fyri ta mest umhvørvisvinarligu vøruna. 113 virki tóku lut á sølustevnuni í Stavang- er, og 20.000 fólk vitj- aðu stevnuna. Í dag er so árskapp- ingin millum tey fýra ungu virkini á Føroya Handilsskúla á Kambs- dali. Vinnarin tekur lut í Danmarksmeistarakappi ngini í Keypmannahavn 20. og 21. apríl. Vinningurin, sum Før- oya Handilsskúli gevur, fevnir um ferðaútreiðsl- ur fyri eitt virki og ein lærara aftur og fram til DM. Vinnarin í Keyp- mannahavn kann fara til Moskva 8. - 12. august til Young Enterprise International Competi- tion. Aftur í ár hava fyri- reikararnir fingið Nis Kaper Buch, sum er stjóri í Finansrådet, til høvuðsdómara. Hinir dómararnir eru Rógvi Róin frá SMS, Ólavur Jensen úr Føroya Spari- kassa og Marita Ras- mussen úr Vinnuhúsin- um. Lærarar eru Maria Gregersen á Kambsdali og Martha Weihe Dals- gaard úr Havn. Virkini eru ÁBBA (fløga), HAMMB (gongutúrar), Leia (Ullteppi) og UNG-T (T-shirts við kult-tekningum). Oyrarbakki fekk egið postnummar Vunnu virðisløn í Noreg Ætlanin við teimum báðum stovnunum, Útvarpi og Sjónvarpi Føroya, hevur frá fyrstu tíð verið, at teir skuldu virka sum »public-service«- stovnar, sigur Tor- bjørn Jacobsen m.a. í svari til fyrispurning SVARAÐUR FYRISPURNINGUR Ólavur í Beiti Sámal Petur í Grund, táver- andi løgtingsmaður, setti mentamálaráðharranum fyrispurning herfyri eftir ein fund í Uttanlands- nevndini, tá ið spurningurin tók seg upp, hvør ið hevði sagt hvat um, hvussu ið farast skuldi fram frá føroyskari síðu í málinum um møguligar, komandi, hernaðarútbyggingar hjá NATO her á landi. Men mentamálaráðharr- in, Torbjørn Jacobsen, sigur seg ikki hava nakra al- menna meining um hetta málið, heldur ikki um hvar ið rætturin ella órætturin liggur um okkurt er áfatt, men hinvegin man handfar- ingin av málinum í hesum almenna miðili hava fallið onkrum í politisku skipan- ini somikið fyri bróstið, at hildið varð neyðugt at spyrja landsstýrismannin í mentamálum, ið varðar politiskt av almennu fjøl- miðlunum, nakrar ítøkilig- ar spurningar, sigur Tor- bjørn Jacobsen. Blandar seg ikki Sámal Petur í Grund vildi hava at vita, um ongar regl- ur eru fyri, nær ein po- litikari kann koma at skermi og mikrofon í SVF, og um allir politikarar eru líkastillaðir yvir fyri SVF? Mentamálaráðharrin sip- ar m.a. í svarinum til øll tey ymisku uppskotini viðvíkj- andi fjølmiðlum, fjølmiðla- etikki og kringvarpi, og eisini verður sipað til svar frá útvarps- og sjónvarps- stjóranum. Og mentamálaráðharrin metir annars at fyrispurn- ingurin heilt greitt liggur inni í programpolitiska felt- inum hjá stovninum, og Torbjørn Jacobsen vónar at hava svarað fyrispurning- inum so frætt, sum tað nú einaferð letur seg gera, tá ið hann heilt greitt liggur inni í einum felti, sum lands- stýrismaðurin í mentamál um fyri tað fyrsta ikki kann blanda seg uppí, og fyri tað annað als onga ætlan hevur um at blanda seg uppí. Als onga ætlan at blanda seg uppí – Tað er beinleiðis ósatt, tá ið Bjarni Djurholm upplýsir fyri Føroya Løgtingi, at sakkunnleikin hevur fleiri tilmæli um, hvussu tað nýggja suðuroyar- skipið skal síggja út, sigur Heri Hjelm, sum sjálvur sat í verkætlanarbólkinum SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað, sum Bjarni Djur- holm upplýsti fyri Føroya Løgtingi mikudagin um tað nýggja suðuroyarskipið, er beinleiðis ósatt. Heri Hjelm í Vági, sum sjálvur sat í nevndini, ið hevur fyrireikað bygging- ina av nýggjum suðuroyar- skipi, vísir uppá tað harð- asta tí aftur, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum, greiddi tinginum frá mikudagin um tað nýggja Suðuroyar- skipið. Tað, hann sipar til, er, at Bjarni Djurholm greiddi tinginum frá, at sakkunn- leikin hevði mælt til og hevur víst á fimm ymisk uppskot um skip til suð- uroyarsiglingina. Hann segði, at tey uppskotini, sum lógu á borðinum, eru øll útarbeidd av Strand- ferðsluni og projekterings- felagnum Knud E. Hansen. Landsstýrismaðurin segði eisini, at tað var skeivt, tá ið tað áður er ført fram, at tað eina skipið er longu projekterað. – Tað rætt, at tað er gjørd ein skitsa av tí eina skipunum. Men tá ið hini uppskotini vórðu løgd fram, varð avrátt, at tað var ikki neyðugt at gera skitsur av teimum skipunum. Men tað er skeivt at siga, at tað eina skipið er komið longri enn hitt. Beinleiðis ósatt – Hetta er beinleiðis ósatt, og tað skal Bjarni Djurholm ikki sleppa at føra fram fyri Føroya Løgtingi. Tað sigur Heri Hjelm í Vági. Heri Hjelm sat sjálv- ur í teirri serkønu verkætl- anarnevndini, sum hevur lagt tað nýggja suðuroyar- skipið til rættis. – Sakkkunnleikin hevur ikki fimm tilmæli um skip til suðuroyarsiglingina. Sakkunnleikin hevur bara eitt tilmæli, sum verður mett at vera tann besta loysnin. Tað er eitt skip, sum siglur 21 míl. – At landsstýrismaðurin so sjálvur hevur biðið um at fáa onnur uppskot, hevur onki við arbeiðið hjá verkætlanarnevndini at gera. Heri Hjelm sigur, at tað er eisini ósatt, tá ið Bjarni Djurholm sigur, fyri Løg- tinginum, at onki av upp- skotunum eru komin longri í fyrireiking og projek- tering enn nakað annað. – Tað eina uppskotið, sum verkætlanarnevndin hevur lagt fram, er er projekterað rættiliga langt, men øll hini uppskotini eru bara leyðslig roknistykkir um byggikostnað og rakstrarútreiðslur. Fekk bara eitt uppskot Eisini Jógvan Krosslá í Vági, ið somuleiðis sat í verkætlanarbólkinum, sigur, at bólkurin læt bara eitt uppskot úr hondini, tí hann metti, at hetta var tann frægasta loysnin fyri Suðuroynna. Í Verkætlanarbólkinum sótu umboð fyri Strand- ferðsluna, manningina á Smyrli, umframt fyri vinnulívið og kommunur- nar í Suðuroynni, tvs, umboð fyri tey, sum skuldu brúka skipið. – Eftir at hava viðgjørt rættiliga væl og leingi, hvørji krøv tað nýggja suðuroyarskipið skuldi lúka, komu vit til eina niðurstøðu. Niðurstøðan var, at skipið skuldi hava hálvanannan tíma úr Suð- uroy til Havnar og at tað skuldi vera eitt havgang- andi skip. Tvs, at fyri at tað skuldi vera so sjógott sum gjørligt, skuldi tað ikki ikki hava portur framman. Eitt nú helt manningin á Smyrli, at tað var umráðandi, at skipið ikki hevði portur framman, tí portrið ger, at skipið verður kubbutari og verri enn so so sjógott sum hitt. Í hesum sambandi var tað eisini Estonia-van- lukkan sum spøkti. – Hini uppskotini hevur landsstýrismaðurin sjálvur biðið um, men tað hevur verkætlanarnevndin onki við at gera. Jógvan Krosslá vísur eisini á, at tað er komið rættiliga langt at projektera tað skipið, sum verkætl- anarbólkurin hevur skotið upp, men at hini skipini púra ongan veg eru komin Bjarni Djurholm skal ikki sleppa at siga ósatt – Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, leggur misvísandi upp- lýsingar fyri Løgtingið, sigur Heri Hjelm, sum sat í verkætlanarbólkinum, sum hevur fyrireikað tað nýggja suðuroyarskipið