Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 30. mars 2001 9 8 Nr. 63 - 30. mars 2001 TELDUKAFE Birita Andreasen Dempaður tónleikur og siggarettroykur. Úr hátalar- unum syngja Limp Biskit um Mína Generatión. Runt um diskin standa tey ungu, ímeðan ein bólkur av børn- um sita kring eina teldu. Áhugaði í onkrum, sum fyri teimun, virkar sera spennandi. Tað er týskvøld á teldu- kafeini í Vestmanna. Atli Lómstein, ið er til arbeiðis í kvøld, sigur at enn eru fólkini ikki komin. – Tey íðka ítrótt, ella eru tey í Losjuni, sum er ung- mannafelagið í bygdini. Seinni koma tey oman her, sigur hann. Hann greiðir frá, at van- liga vitja nógv fólk teldu- kafeina. Tey koma eisini úr Kvívík og Kollafirði. Sjálvt havnarmenn villast norður her, viðhvørt. – Tað eru mest fólk leyg- ardag, svarar Bjarti til. Hann er eisini ein fastur gestur her á staðnum. Tað er nógv tann besti dagur, sigur hann viðari. Eitt ár á baki »www. cafe«, sum nú hevur nærum eitt ár á baki, hevur opið hvørt kvøld í vikuni frá 18-24:00. Í vikuskiftin- um er eisini opið um dagin. Sum nakað nýtt, kann ein nú eisini gerast limur á kafeini. Hetta eru tey júst byrjaði uppá, so enn hevur teldukafein bert 13 limir. Limakostnaðurin er 100 krónur um hálvárið, og tað gevur limunum so ein av- sláttur uppá vanliga tíma- prísin. Fyri ein lim kostar ein tími 30 krónur, ímeðan tey ið ikki eru limir mugu gjalda 40 krónur. Kafein er í tveimum hæddum, og hevur tilsam- ans 20 teldur. Teldurnar eru 650 mhz stórar við 19” skermi, og koyra við ISDN íbinding. Á loftinum eru 5 teldur. Har sita tríggjar ungar gentur. Rannva sum er her av og á, kemur fyri at tjekka e-post, og tjatta. – Tey sum vanliga koma her, eru ímillum 12 og 20 ár, sigur Atli. Men til tíðir eru eisini eldri fólk, ið koma fyri at nýta internet- ið. Hugnaligt Atli greiðir frá at tey hava fleiri góðar hjálparmenn, sum eru til reiðar at taka eina hond í, tá tað nýtist. Tey ungu eru dugnalig til at leggja inn nýggj forrit, at uppdatara og tílíkt, sigur hann. »Hjálparmennirnir« í kvøld eru John og Heðin. Í løtuni stákast teir við at uppdatera internetið til næstu kapping í Counter- strike. Tað er eitt spæl fyri bólkar, har tað gongur út uppá at skjóta hvønn ann- an. Væntandi verður ein kapping á páskum. Á www. cafe er eisini møguligt at leiga filmar. Aftanfyri diskin situr ein ungur drongur. Har er eisini ein telda. Á skerminum er ein mp3 spælari. Twix, kovboykeks og chruncie fylla hillarnar. í løtuni hoyra vit Aerosmith við lagnum Pink. – Hetta er ein lítil biks, men hugnalig. Her er ein deilig atmosfera og gott samanhald, sigur Alti at enda. www.cafe STARVSVENJING Marner Bech Tvær gentur av Tvøroyri, eru farnar norður til Havnar fyri at arbeiða á einum barnagarði. Tær eita Rann- va Mørkøre og Elin Pouls- en, og vit vórðu og tosaðu við tær um eitt nú starvs- venjing á einum barna- garði. Tær arbeiða á dag- stovninum Lítlaskógi í Djóna Geilsgøtu. Tær siga at tað er eitt gott og áhugavert starvsvenjing- arpláss, men man skal altso duga við børnum og venja seg við ikki at banna, man skal dáma at fara túrar við børnunum og tekna og spæla ymisk spøl við teim- um fyri at røkja starvið væl. Hvørt ár er tað túrurin hjá einum 9. og einum 10. flokki at fara í starvsvenj- ing. Fyri at sikra at tað ikki verður bert rukkulív á ein- um starvsvenjingarplássi, eru tað bara ein ella tveir flokkar, ið sleppa í starvs- venjing ísenn, og nú er tað túrurin hjá 9.a og 9.b á Tvøroyra skúla. Starvsvenjingin byrjaði tann 19. mars og skal eftir øllum at døma enda tann 30. mars. Mangir næmingar av Tvøroyri valdi eitt starvs- venjingarpláss, ið var nær við Trongisvágsfjørðin, men tað vórðu eisini nakrir treiskir næmingar, ið valdu at sigla tann salta sjógv, meðan nøkur valdi at fara norður um fjørð, fyri at leita eftir ævintýri og øðr- um tílíkum ið finnst norð- anfyri. Nú í síðstu viku, tá ið pedagogarnar byrjaði at fara í verkfall, fingu tær frí í tveir dagar og tað var nokk so »cool« , men vissi verkfalli hevði vart í meir enn tveir dagar, jú so máttu tær finna eitt annað starvs- venjingarpláss, men so var tíbetur ikki og tær sluppu at varðveita plássini í barnagarðinum, við Djóna í Geilsgøtu. – At vera í starvsvenjing í einum barnagarði kann vera keðiligt , sum t.d. tá ið ikki nógv av børnum hava møtt upp, tað kann vera or- sakað av sjúku ella onkrum øðrum, men tað ið nógv børn hava møtt upp, er sjálvsagt nógv at gera og tá er tað alt annað enn keðil- igt, siga tær báðar. – Børnini eru ótrúliga fitt, men tað eru altíð nøkur »Rosemary´s babies« (he he) ið eru minni fitt enn hini, men sum sagt tann týdningarmesti eginleikin tá ið tað kemur til at passa børn, er tol, og tann egin- leikan má man bara hava, siga tær báðar. – At passa børn er eitt nokk so gott arbeiði, men eg rokni ikki við at tað verður mín lívsleið, sigur Rannvá, meðan Elin nikkar. Aftaná arbeiðstíðina gera okur ikki naka serligt , okur ganga bara og reika í S.M.S og tvætla dagin langan, siga tær. Leggi tilmerkis at tann ið skrivar, eisini er í starvs- venjing. Stuttligt at vera í praktikk Tað einasta løgreglan enn veit um innbrotið í handlinum hjá Gun- leivi við Landavegin er, at tað er framt millum midnátt og klokkan hálvgum sjey á morgni. Enn hevur eingin vent sær til løgregluna við avdúk- andi upplýsingum. Løgreglan sigur, at tað er alneyðugt hjá handlum at hava videotól INNBROT Stefan í Skorini Á kriminaldeildini á politi- støðini í Havn arbeiða fleiri fólk við at avdúka innbrot- ið, sum var framt í handlin- um hjá Gunleivi, har inn- brotstjóvurin fór avstað við 120.000 krónum. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á politi- støðini, sigur, at enn standa tey sum á berum í arbeiðn- um at avdúka hetta álvar- sama innbrot. Hann við- gongur, at tíðarskeiðið, har innbrotið varð framt, er langt, og tí hjálpir tað teim- um ikki so mikið. Innbrotstjóvurin hevur brotið ein lítlan rút aftan- fyri, sum er við síðuna av hurðini. Hann hevur stung- ið hondina innum og hevur soleiðis latið vindeygað upp. Hann hevur so smoygt sær innum og tikið pening- in, sum lá í einum penga- skápi. Skápið var ikki læst, og tí var lag á manni at taka peningin, sum taldi 120.000 krónur í reiðum peningi. Innbrotstjóvurin tók einki annað við sær. Hetta er eitt sera einfalt innbrot, har tjóvurin hevur fingið meira enn væl burt- urúr. Løgreglan upplýsir, at hetta eftir øllum at døma ikki er fyrstu ferð, at pengaskápið hevur staðið ólæst í handlinum. Henda dagin lá peningur, sum handilin hevði selt fyri í nakrar dagar, í skápinum. Óheppið Bergleif Brimvík sigur, at tað er sera óheppið at hava so nógvan reiðan pening liggjandi í handlinum, tí vandi er altíð fyri innbroti. Tað er tí umráðandi at hava skipað viðurskifti, og at peningurin verður handfar- in á ein tryggan hátt. Tað er møguligt hjá fyritøkum at sleppa av við peningin allar tíðir á samdøgrinum í pen- ingastovnunum. Hetta er eisini fyri at fyri- byrgja, at starvsfólk verða løgd undir óneyðugan ill- gruna. Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum vóru har á leiðini ta náttina. Um tey hava hoyrt ella sæð nakað óvanligt, so vil løgreglan hoyra frá teimum. Tað er greitt, at tjóvurin breyt ein rút fyri at sleppa inn, og tí hevur hann gjørt nakað av larmi. Enn hevur eingin sagt seg varnast til- burðin. Heldur ikki fólk, sum búgva við handilin. Nógv fólk ferðast í økin- um allar tíðir á samdøgrin- um, og tí er tað løgið, um eingin hevur varnast nakað óvanligt. Einki videotól Videotól var einki í handl- inum, og løgreglan mælir handlum og øðrum til at fáa sær slík tól, tí tey kunnu forða fyri innbroti ella vera við til at avdúka gernings- mannin. Bergleif Brimvík sigur, at løgreglan fyri stuttum av- dúkaði eitt innbrot í einum handli í Havn við hjálp frá videoupptøkum. Tí kann tað vera sera hent í eini slíkari støðu. Enn er einki ítøkiligt komið burturúr teimum kanningum, løgreglan hev- ur framt á gerningsstaðn- um, tí ymsar royndir eru sendar niður til Danmarkar til nærri kanningar. Løgreglan metir ikki, at nakað samband er ímillum hetta innbrotið og innbrotið í P.A. Restorff, sum varð framt fyri einum lítlum ári síðani, har 10.000 krónur vórðu tiknar. Annars hava vit fyrr upp- livað, at 500.000 krónur vórðu stolnar í einum bankaráni miðskeiðis í 80- unum, men tá fekk løgregl- an hendur á bæði gernings- monnunum og peninginum. Løgreglan stendur enn á berum Carl Mouritsen, stjóri í fyritøkuni, sum mánanáttina misti 120.000 krónur eftir at óbodnir gestir høvdu verið so naskir at brota inn í handilin, er her avmyndaður við síðuna av vindeyganum, har innbrotstjóvurin slapp inn. Møguliga hevur hann fingið brell eftir pengum eftir at hava sæð skeltið við Lykkelotto. Hjá honum verður tað kanska eisini sum at vinna í lotto Mynd: Jens Kr. Vang Var hesin á varðhaldi mánanáttina, varð einki innbrot framt. Einki videovarðhald var í handlinum, og løgreglan mælir handlum og øðrum til at fáa sær videotól í handilin. Hetta kann bæði forða fyri innbroti og avdúka gerningsmenn Mynd: Jens Kr. Vang