týsdagur 19. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 115 - 19. juni 2007
At Kim Larsen er ein væl
dámdur harri í Føroyum
skerst ikki burtur, higartil
hevur
Norðurlandashúsið
selt tvær konsertir við danska
sangaranum, báðu ferð eftir
fáar tímar. Nú verður roynt
aftur við eini triðju og sein
astu Kim Larsen konsert.
Hóskvøldið visti portal.
fo og planet.fo at siga frá,
at Kim Larsen & Kjukken
koma til Føroya at hava kon
sert mikudagin 21. novem
ber, og eftir bert fáum tím
um vóru øll 800 atgongu
merkini seld.
Um miðdagsleitið ígjár
vistu vit, at siga at gjørt var
av at hava eina eyka konsert
í Norðurlandahúsinum dag
in eftir upprunaligu konsert
ina. Eisini henda konsert
varð útseld beinanvegin.
Sostatt hava higartil 1.600
fólk tryggjað sær atgongd
til Kim Larsen. Í samráð
við sangaran hevur Norður
landahúsið nú fingið í lag
enn eina konsert, hon verð
ur hildin týskvøldið 20. nov
ember kl. 19.30. Niels
Halm stjóri í Norðurlanda
húsinum er sera glaður um
stóra áhugan, men sigur, at
hetta tíanverri eisini verður
seinasta eykakonsertin, ið
til ber at hava við Kim Lar
sen á hesum sinni.
Atgongumerki eru nú
aftur at fáa í Norðurlanda
húsinum ella á heimasíðu
húsins www.nlh.fo.
nud
Enn ein Kim
konsert
Knút Háberg
Eysturstein við
bólki, electronica
duoin The Ghost
og trubadururin
Heiðrikur á Heygum
eru á skránni
fríggjakvøldið, tá
Tónleikasamtakið
Grót skipar fyri for
vitnisligari konsert í
Losjuni í Gøtu
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Grót hevur havt nakrar
konsertir seinastu mánaðir
nar, har spennandi og fyri
tað mesta nýggj føroysk
tónleikanøvn hava fram
ført. Komandi fríggjakvøld
verður í so máta einki und
antak, tí millum nøvnini er
m.a forkunnuga electronica
duoin The Ghost, ið spældi
sína fyrstu konsert fyrr í ár
á júst eini Grót konsert í
Losjuni. Bólkurin gjørdi
vart við seg á Asfalt herfyri
við væl eydnaðari fram
førslu, ið fekk ummælaran
hjá Sosialinum, at kalla
hetta bestu konsertina á
Asfalt.
Tónleikurin er minimal
istiskur, rútmiskur og egin;
ein samanseting av elektr
oniskum rútmum og hond
spældum gittara og synth
esizara. Teir báðir Filip
Mortensen og Urbanus
Olsen eru The Ghost.
Umframt The
Ghost
kemur
eisini
gávuríki
havnamaðurin Heiðrikur á
Heygum á vitjan í Losjuni.
Afturat sær hevur hann
Benjamin Petersen á gittar,
og Andreas Restorff á
cello. Heiðrikur fæst bæði
við elektroniskan og akk
ustiskan
tónleik,
og
fríggjakvøldið verður tað
akkustiski
parturin,
ið
verður á skránni. Hann
syngur inniliga og vakurt,
og her á Sosialinum hava
vit áður samanborið Heiðr
ik við Chris Isac. Heiðrikur
syngur egin løg og kom
positiónir, og tulkar eisini
klassikarar úr føroyska
sangskattinum.
Kendasta navnið, ið fer
at framføra fríggjakvøldið,
er Knút Háberg Eystur
stein. Knút gav í 2004 út
fløguna “Havsglóð”, og
nú er arbeiðið farið í
gongd við at gera næstu
fløguna. Í hesum sambandi
er nýggjur bólkur settur á
stovn, og teirra fyrsta kon
sert, einans við nýggjum
tilfari, var á ársins Asfalt.
Sostatt verður høvi fríggja
kvøldið at hoyra nýggjar
tónar av komandi útgávuni
hjá Knúti og tónleikaligu
starvsfeløgunum, umframt
at okkurt “Havsglóð” lag
kanska stingur upp undan
í rúgvuni.Aftrat Knúti á
palli eru Bogi á Lakjuni,
Hanus Mikal Andreasen,
Niels Jákup í Jógvanstovu
og Andreas Dalsgaard.
Konsertin er í Losjuni
við Gøtugjógv, fríggja
kvøldið 22. juni. Dyrnar
lata upp kl 21:30.
Nýtt og gott
spildurnýtt
Danska tjóðarskaldið, Kim Larsen, fer at hava tvær konsertir í Norðurlandahúsinum