Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2007 Í hesum døgum er for­ setin í sjálv­stýrandi landspartinum Valle d’Aosta í Norður­italien á vitjan í Føroyum. Hann ynskir tættari samband við Føroyar og vil fegin, at føroyskir stud­entar koma á universitetið í Valle d’Aosta at lesa VITJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Luciano Caveri eitur for­ setin í sjálvstýrandi lands­lut­ inim Valle d’Aosta í Norð­ur­ italia. Hann er í hesum døg­ um á vitjan í Føroy­um, og tað er ikki heilt av tilvild. Caveri hevur sitið í Europa­parlamentinum, og har hevur hann fingið kunn­ skap um Danmark, og har­ ígjøgnum eisini Føroyar. Og land okkara líkist á mang­ar mátar hansara egna landsluti. Í ólukkumát eisini. Tað byrjar longu við, at landsluturin Valle d’Aosta fekk sjálvstýri í 1948. Teir hava seks »landsstýris­ menn« umframt ein forseta. Og teir hava tveir tinglimir í italska tinginum. Í teirra egna tingi sita 35 limir, so alt tilsamans er talan um ein líkleika, sum er ógvuliga stórur. Luciano Caveri er eisini ivaleysur í, at hann vil vitja nøkur ávís lond, sum líkjast hansara egna landsluti. Hann velur tí út tey lond og teir landslutir, sum líkjast hans­ara egna, og eisini máls­ liga líkjast Føroyar og Valle d’Aosta á tann hátt, at bæði hava egið mál. Landslutaforsetin ætlar, at føroyingar skulu koma til teirra á vitjan, og tí er tað eisini ein fyrireiking av hes­ um túrinum, sum ætlandi verð­ur í oktober í ár, sum Luciano Valeri ger. Millum fjøll - Tit hava eitt land, sum eru oyggjar í havinum. Hjá okk­ um er tað næstan tað sama. Hjá okkum er tað tó soleiðis, at vit eru eitt »oyggjaland« millum fjøll, segði Luciano Caveri. Hann ivast ikki í, at løg­ maður fer at verða bilsin, tá hann kemur á vitjan í Italia. Líkleikin er so mikið stórur, tó at talan í veruleikanum er um heilt ymisk lond, ella landslut, rættari sagt. Á einum øki man tó vera stórur munur, og tað er veðrið. Tí hóast vit nú í nakr­ar dagar hava havt óført veður, kann tað neyvan máta seg við tað, tey hava í Valle d’Aosta. Landsluturin er góðar 3000 ferkilometrar og íbúgv­ ara­talið er áleið 120.000. Økið er millum tey tunnast fólkaðu í øllum Italia, og íbúgvaratalið er 37 fyri hvønn ferkilometur. Lands­ luturin hevur mark móti Fraklandi í vestri, Sveits í norði og lands­lut­in­um Pie­ monte í suðri. Har eru ikki færri enn 74 komm­unur í landslutinum. Líkist Føroyum í mangar mátar Tað er ógvuliga áhuga­ vert at gera íløgur í partabrøv, bæði sum barnauppsparing og sum pensjón. Men tað er eisini neyðugt at seta seg so væl inn í marknaðin sum gjørligt, og ikki gloyma, at tað saktans eisini kann vera ein vandi í hesum, sigur Egon Danielsen, sum seinasta hálvtannað árið hevur fingist við at gera íløgur í partabrøv PARTABRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein teirra, sum nú í eina tíð hava fingist við at gera íløg­ ur í partabrøv, er Egon Dani­ el­sen av Argjum. Hann hev­ ur eisini teknað parta­brøv í Føroya Banka, men, sum hann sjálvur tekur til: Tað eru fleiri, sum hava teknað meiri enn eg í Føroya Banka. Seinasta hálvtannað árið hevur Egon fingist við at keypa og selja partabrøv, og tað hevur verið á danska marknaðinum. - Eg havi lisið nógv um hetta, og eri eisini limur í Dansk Aktionærforening. Har fáa vit fast eitt limablað einaferð um mánaðin, og tey eru ógvuliga lærurík, sigur Egon Danielsen. Partabrævamarknaðurin hevur verið ógvuliga góður seinastu árini, og tað ger sjálvandi eisini, at kursurin er høgur í flestu førum. Eg­on ger so íløgur í fyri­tøkur, sum honum líkar væl, og tað kann vera alt frá gjøgnum íløgu­fel­ ag um pakka­loysnir til ein­ stakar fyritøkur. Statoil í Noregi, Den Danske Bank og Nordea eru fyritøkur, har Egon Dani­ elsen hevur handlað við parta­ brøvum, og eisini Ves­tas er fyri hann ein áhuga­verd fyri­ tøka, sjálvt um parta­brøvini júst har ikki eru tey mest áhuga­verdu í løtuni. - Tað er ikki bara spenn­ andi at handla við parta­ brøv­um, tað er eisini neyð ­ ugt, fyri at tilføra fyri­tøk­un­ um kapital, so hesar kunnu menna seg. Einki er at ivast í, at júst partabræva­markn­ að­urin er størsta orsøkin til, at danska vinnulívið er so væl fyri, sigur Egon Daniel­ sen. Brúkar marknaðin Nógvir møguleikar eru á marknaðinum, og nú før­ oyskar fyritøkur eisini verða børs­skrásettar, gevur hetta fleiri føroyingum møgu­­leika at handla á parta­bræva­ markn­aðinum. Men Egon ávar­ar móti ov stórum bjartskygni. - Eg ráði staðiliga øllum til at gerast limir í Dansk Ak­tionærforening. Tí tað er als ikki vandaleyst at handla á partabrævamarknaðinum, og tí er vitan um marknaðin al­neyð ug, sigur Egon Danielsen. Tað verður alla tíðina arbeitt við at seta nýggjar fyritøkur á stovn, og skulu hesar hava líkindi at menna seg er neyð uygt, at tær verða skrásettar á børsinum. Tá ber til hjá fólki at seta pengar í, og fyritøkurnar fáa møgu­ leika at menna seg. Spurningurin er eisini, um íløgurnar eru lang­ siktaðar, ella ikki. Tað ber of­ta til at keypa partabrøv fyri síðani at selja stutt eftir, um marknaðurin lagar seg soleiðis. Og Egon Danielsen fæst við báðar møguleikar. - Eg geri alt, sum til ber at gera á marknaðinum, sigur hann. - At íløgurnar eru lønandi avger kursurin. Er talan um kurshækking vinnist pening­ ur tann vegin, men annar møguleiki er vinningsbýti. Skal tað hepnast, er neyð ugt við vitan, undirstrikar Egon Danielsen av Argjum. Partabrøv eru spennandi Neyðugt er við einari hollari vitan um partabrævamarknaðin, sigur Egon Danielsen, sum sjálvur lesur nógv um hesi viðurskifti Jupiter í dokk á Skála Hesa vikuna stendur nóta- og trolskipið Jupiter í dokkkini á Skála Skipasmiðju. Jupiter hevur roynt eftir svartkjafti, men nú fiskaríið er minkað munandi, er skipið farið í dokk at fáa neyð ugar ábøtur gjørdar. Gjáramorgunin kom skipið í dokkina á Skála, har menn hjá skipasmiðjuni skulu skifta pakkdósirnar til tær báðar bógskrúvurnar og høvuðsskrúvuna. Samstundis skal botnurin málast. Tað hevur gingið væl hjá Jupiter á svartkjaftinum í ár. Seinasta túr vóru teir á Fuglafirði við 1.850 tonsum, sum teir høvdu fingið báðumegin markið á Íslandsrygginum. Væntandi verður Jupiter klárur at fara aftur til fiskarí beint eftir vikuskiftið, skrivar reiðaríið á heimasíðuni. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevði fund við Luciano Caveri, landslutaforseta í Valle d’Aosta, sum í hesum døgum er á vitjan í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang