týsdagur 19. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 115 - 19. juni 2007
Í hesum døgum er for
setin í sjálvstýrandi
landspartinum
Valle d’Aosta í
Norðuritalien á
vitjan í Føroyum.
Hann ynskir tættari
samband við Føroyar
og vil fegin, at
føroyskir studentar
koma á universitetið í
Valle d’Aosta at lesa
VITJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Luciano Caveri eitur for
setin í sjálvstýrandi landslut
inim Valle d’Aosta í Norður
italia. Hann er í hesum døg
um á vitjan í Føroyum, og
tað er ikki heilt av tilvild.
Caveri
hevur
sitið
í
Europaparlamentinum, og
har hevur hann fingið kunn
skap um Danmark, og har
ígjøgnum eisini Føroyar.
Og land okkara líkist á
mangar mátar hansara egna
landsluti.
Í
ólukkumát
eisini.
Tað byrjar longu við, at
landsluturin Valle d’Aosta
fekk sjálvstýri í 1948. Teir
hava
seks
»landsstýris
menn« umframt ein forseta.
Og teir hava tveir tinglimir
í italska tinginum. Í teirra
egna tingi sita 35 limir, so
alt tilsamans er talan um
ein líkleika, sum er ógvuliga
stórur.
Luciano Caveri er eisini
ivaleysur í, at hann vil vitja
nøkur ávís lond, sum líkjast
hansara
egna
landsluti.
Hann velur tí út tey lond og
teir landslutir, sum líkjast
hansara egna, og eisini máls
liga líkjast Føroyar og Valle
d’Aosta á tann hátt, at bæði
hava egið mál.
Landslutaforsetin ætlar,
at føroyingar skulu koma til
teirra á vitjan, og tí er tað
eisini ein fyrireiking av hes
um túrinum, sum ætlandi
verður í oktober í ár, sum
Luciano Valeri ger.
Millum fjøll
Tit hava eitt land, sum eru
oyggjar í havinum. Hjá okk
um er tað næstan tað sama.
Hjá okkum er tað tó
soleiðis, at vit eru eitt
»oyggjaland« millum fjøll,
segði Luciano Caveri.
Hann ivast ikki í, at løg
maður fer at verða bilsin, tá
hann kemur á vitjan í Italia.
Líkleikin er so mikið stórur,
tó at talan í veruleikanum
er um heilt ymisk lond, ella
landslut, rættari sagt.
Á einum øki man tó vera
stórur munur, og tað er
veðrið. Tí hóast vit nú í
nakrar dagar hava havt óført
veður, kann tað neyvan
máta seg við tað, tey hava í
Valle d’Aosta.
Landsluturin er góðar
3000 ferkilometrar og íbúgv
aratalið er áleið 120.000.
Økið er millum tey tunnast
fólkaðu í øllum Italia, og
íbúgvaratalið er 37 fyri
hvønn ferkilometur. Lands
luturin hevur mark móti
Fraklandi í vestri, Sveits í
norði og landslutinum Pie
monte í suðri. Har eru ikki
færri enn 74 kommunur í
landslutinum.
Líkist Føroyum í mangar mátar
Tað er ógvuliga áhuga
vert at gera íløgur í
partabrøv, bæði sum
barnauppsparing og
sum pensjón. Men
tað er eisini neyðugt
at seta seg so væl
inn í marknaðin
sum gjørligt, og ikki
gloyma, at tað saktans
eisini kann vera ein
vandi í hesum, sigur
Egon Danielsen, sum
seinasta hálvtannað
árið hevur fingist
við at gera íløgur í
partabrøv
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein teirra, sum nú í eina tíð
hava fingist við at gera íløg
ur í partabrøv, er Egon Dani
elsen av Argjum. Hann hev
ur eisini teknað partabrøv í
Føroya Banka, men, sum
hann sjálvur tekur til: Tað
eru fleiri, sum hava teknað
meiri enn eg í Føroya
Banka.
Seinasta hálvtannað árið
hevur Egon fingist við at
keypa og selja partabrøv, og
tað hevur verið á danska
marknaðinum.
Eg havi lisið nógv um
hetta, og eri eisini limur í
Dansk Aktionærforening.
Har fáa vit fast eitt limablað
einaferð um mánaðin, og
tey eru ógvuliga lærurík,
sigur Egon Danielsen.
Partabrævamarknaðurin
hevur verið ógvuliga góður
seinastu árini, og tað ger
sjálvandi eisini, at kursurin
er høgur í flestu førum. Egon
ger so íløgur í fyritøkur, sum
honum líkar væl, og tað kann
vera alt frá gjøgnum íløgufel
ag um pakkaloysnir til ein
stakar fyritøkur.
Statoil í Noregi, Den
Danske Bank og Nordea eru
fyritøkur, har Egon Dani
elsen hevur handlað við parta
brøvum, og eisini Vestas er
fyri hann ein áhugaverd fyri
tøka, sjálvt um partabrøvini
júst har ikki eru tey mest
áhugaverdu í løtuni.
Tað er ikki bara spenn
andi at handla við parta
brøvum, tað er eisini neyð
ugt, fyri at tilføra fyritøkun
um kapital, so hesar kunnu
menna seg. Einki er at ivast
í, at júst partabrævamarkn
aðurin er størsta orsøkin til,
at danska vinnulívið er so
væl fyri, sigur Egon Daniel
sen.
Brúkar marknaðin
Nógvir møguleikar eru á
marknaðinum, og nú før
oyskar fyritøkur eisini verða
børsskrásettar, gevur hetta
fleiri føroyingum møguleika
at handla á partabræva
marknaðinum. Men Egon
ávarar móti ov stórum
bjartskygni.
Eg ráði staðiliga øllum
til at gerast limir í Dansk
Aktionærforening. Tí tað er
als ikki vandaleyst at handla
á partabrævamarknaðinum,
og tí er vitan um marknaðin
alneyðug,
sigur
Egon
Danielsen.
Tað verður alla tíðina
arbeitt við at seta nýggjar
fyritøkur á stovn, og skulu
hesar hava líkindi at menna
seg er neyðuygt, at tær verða
skrásettar á børsinum. Tá
ber til hjá fólki at seta pengar
í, og fyritøkurnar fáa møgu
leika at menna seg.
Spurningurin er eisini,
um íløgurnar eru lang
siktaðar, ella ikki. Tað ber
ofta til at keypa partabrøv
fyri síðani at selja stutt eftir,
um marknaðurin lagar seg
soleiðis. Og Egon Danielsen
fæst við báðar møguleikar.
Eg geri alt, sum til ber
at gera á marknaðinum,
sigur hann.
At íløgurnar eru lønandi
avger kursurin. Er talan um
kurshækking vinnist pening
ur tann vegin, men annar
møguleiki er vinningsbýti.
Skal tað hepnast, er neyðugt
við vitan, undirstrikar Egon
Danielsen av Argjum.
Partabrøv eru spennandi
Neyðugt er við einari hollari vitan um partabrævamarknaðin,
sigur Egon Danielsen, sum sjálvur lesur nógv um hesi
viðurskifti
Jupiter í dokk á Skála
Hesa vikuna stendur nóta og trolskipið Jupiter í dokkkini á Skála
Skipasmiðju. Jupiter hevur roynt eftir svartkjafti, men nú fiskaríið er
minkað munandi, er skipið farið í dokk at fáa neyðugar ábøtur gjørdar.
Gjáramorgunin kom skipið í dokkina á Skála, har menn hjá skipasmiðjuni
skulu skifta pakkdósirnar til tær báðar bógskrúvurnar og høvuðsskrúvuna.
Samstundis skal botnurin málast. Tað hevur gingið væl hjá Jupiter á
svartkjaftinum í ár. Seinasta túr vóru teir á Fuglafirði við 1.850 tonsum,
sum teir høvdu fingið báðumegin markið á Íslandsrygginum. Væntandi
verður Jupiter klárur at fara aftur til fiskarí beint eftir vikuskiftið, skrivar
reiðaríið á heimasíðuni.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevði fund við Luciano Caveri, landslutaforseta í Valle d’Aosta,
sum í hesum døgum er á vitjan í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang