Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 116 - 20. juni 2007 ] John verður spælandi Debes Danielsen, sum eisini í fjør var partur av liðnum hjá Skála, fer aftur um fjørðin. Og spæliloyvið hjá John Petersen verður nú flutt til Føroya Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Flytingarvindeygað á føroyska fótbóltsmarkn­ aðinum læt upp í vikuni, og tað tykist, sum hava fleiri feløg havt úr at gera við at styrkja um hópin. Á Skála hava tey eisini arbeitt við hesum, og í gjár varð avtala gjørd við Debes Dani­ elsen úr NSÍ. Hann spældi eisini á liðnum hjá Skála í fjør, men í ár hevur hann ikki fingið so nógva spælitíð á liðnum hjá NSÍ. Hartil kann venjarin hjá Skála, John Peter­ sen, nú eisini verða spælandi venjari. Hend­ an møguleikan hevur hann ikki havt, tí spæli­ loyvi hansara var í Skive, tá hann gjørdist venjari hjá Skála. Og fyrr enn flytingarvind­ eygað læt upp, kundi hetta ikki lata seg gera. Hvussu aktivur John verður á vøllinum, veit hann tó ikki at siga. ­ Nú fái eg so loyvi at spæla, og so fáa vit at síggja, um tað verður við 3. deild ella hægri enn so. Í útgangsstøð­ inum ætli eg mær bara at vera venjari, men vit hava ein smalan hóp, so kann eg gera nyttu onkrar minuttir á vøllinum, so geri eg sjálvandi tað, sigur fyrrverandi landsliðs­ spælarin. Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt sponsoravtalu við Bogaskjótideildina SponSoravtala tíðindaskriv Føroysku bogaskjúttarnir plaga vanliga at teljast millum liðini, sum vinna skreyt heim til Føroya á Oyggjaleikum. Tað er sjálvandi eisini málið hesa ferð, og líkindini skuldu verið minst líka góð, sum tey plaga at vera. Ikki minst, nú sersambandið hevur gjørt eina góða sponsor­ avtalu við Trygginar­ felagið. – At vit nú fyri fyrstu ferð í fleiri ár aftur hava ein høvuðsstuðul, hevur sjálv­ andi nógv at siga fyri okkum. Í smærru ítróttar­ greinunum eru tað ofta tey somu, ið skulu standa fyri arbeiðinum, sum eisini eru virkin sum skjúttar, so við einum góðum høvuðsstuðli fáa vit nú betri møguleikar at hugsa um sjálva skjótingina, sigur Per Holm Andersen, sum er næstfor­ maður í Bogaskjótideildini. Hann fegnast um, at avtalan eisini ger tað møguligt at stuðla skjúttum til uttanlands luttøku umframt sjálvar Oyggja­ leikirnar. Kristina Háfoss, deildar­ stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at tað ikki var serliga torført at taka avgerðina um, at tryggingin skuldi gerast høvuðsstuðul hjá Bogaskjótideildini, tí her eru eygsæð nógvir møguleikar – bæði nú og í komandi tíðini. ­ Tá vit tosa um, at føroyskur ítróttur umboðar land okkara væl uttanlands, slepst ikki uttan um teir sera røsku bogaskjúttarnar, ið vinna Føroyum heiður og æru, hvørja ferð eitt høvi er til tað. Ikki minst í sambandi við Oyggjaleikirnar, har bogaskjúttarnir seinnu mongu árini hava átt bróðurpartin av vunnu gullheiðursmerkjunum, sigur hon. Tryggir bogaskjúttar Vónirnar til føroysku skjúttarnar eru enn einaferð góðar, nú lagt verður til brots á Oyggjaleikum Allir súkklarar, sum skulu kappast í tour de France, skulu fyrst undirskriva eitt anti-doping skjal. Verða teir tiknir fyri doping eftir hetta, er revsingin ein ársløn í bót Súkkling Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Pro­liðini, sum vilja taka lut í ársins útgávu av stóra klassikaranum eru øll samd um, at nýggja anti­doping átakið er neyðugt. Snøgt sagt, so halda tey ta vera lívsneyðugt fyri ítróttina, at doping­spøkilsið nú verður manað væl og virðiliga burtur, eftir at ein gølan fyri og onnur eftir hava rullað um kapp við súkkluhjólini seinnu árini. Nú er kravið, at súkklarar, sum vilja kappast í Tour de France, skulu skriva undir uppá, at blóðroyndir hjá teimum kunnu nýtast í kanningararbeiði av doping­ gøluni, Operacion Puerto. Og samstundis skulu súk­ klararnir binda seg til at rinda bót, um teir seinni verða tiknir fyri at nýta ólóglig stimbrandi evni. ­ Um lið ella súkklarar ikki skriva undir, eru avleiðingarnar púrasta greiðar. Tey sleppa nevnliga als ikki at taka lut í kappingini, sigur Tour de France stjórin, Christian Prudhomme. Átakið, sum nú verður framt, er komið í lag, tí kanningarbeiðið í Opera­ cion Puerto ikki er liðugt, áðrenn byrjað verður upp á ársins Tour. Tour’urin vil steðga doping Italski Marco Pantani er ein av Tour-vinnarunum, sum seinni varð tikin fyri doping. Hann var kappingina í 1998. Seks ár seinni doyði hann av ovurnýtslu av kokain, eftir at hann í fleiri ár havt tunglyndi Mynd: Polfoto/AP Ókeypis fótbóltur hjá Fremad Fremad Amager spælir seinasta dystin hetta kappingarárið, tá teir sunnudagin taka ímóti SønderjyskE. Talan er um dyst, sum Fremad skal vinna, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at halda fram í donsku 1. deild. Og hartil skal HIK eisini tapa sín dyst. Fyri at stuðla liðnum á best hugsandi hátt, hevur Fremad Amager gjørt av, at ókeypis atgongd er til dystin í Sundby Idrætspark. Karina og Erla afturvaldar Hósdagin í farnu viku hevði Havnar Fimleikafelag aðalfund, og m.a. stóðu Karina Nolsøe og Erla Mikkelsen fyri vali til nevndina. Báðar høvdu tikið avgerð um at stilla upp aftur til nevndarvalið,og tær vóru báðar einmælt afturvaldur. Roknskapurin hjá felagnum bleiv eisini lagdur fram á fundinum, og hesin sá bara heilt góður út. Hann vísti eitt fitt yvirskot í mun til árið í fjør. Í nevndini hjá Havnar Fimleikafelag sita sostatt Anni Kyster, formaður, Karina Nolsøe, næstformaður, Erla Mikkelsen, kassameistari, og Olga Knudsen, skrivari.