Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Jákup á Sundi, vanliga nevn­d­ur Jakku er nú farin av Norð­búgv­an­um. Hann fer at roy­na við snurriváð, sum var ein nýggj føroysk veiða. Síð­an fer hann við Fiska­nes, sum var eitt fram­ brot í fimtiárunum. Men nú fer Jakku at róg­va út, og het­ta gjørdist han­sa­ra lív. Eins og pápin gjørd­ist hann ser­li­ga kend­ur sum kal­va­ mað­ur. Fram­veg­is er hann á floti 85 ára gam­al 4. partur Eg fór uppá skúla seinasta krígs­ vet­ur­in. Tá ið eg varð liðugur, var eg biðin um at koma við einum snurri­váðs­báti. Hann kallaðist Eyð­ bjørg, og Alfred Johannesen átti hann. Hetta var ein slupp, sum var riggað til snurriváð, sum er eitt slag av nót. Tá bar til at fiska í Norðsjónum, hóast tað var á vári 1945 og bardagin framvegis ikki var av. Har vóru vit, tá ið kríggið helt uppat. Tá var eingin vandi við týskarum longur. Teir høvdu nóg mikið við sær sjálvum. At fis­ka við snurriváð riggaði heilt væl. Eyðbjørg var bara so tung og setti so nógv á. Tí var hon ring at fáa at liggja í ringum veðri. Eg minn­ist, at vit fingu eina ferð so grúiliga nógv av stórari og góð­ari reyðsprøku í einum tógi á Dogg­er Bank. Tað var eisini ringur botn­ur. Men so bleiv vindur og ank­ar­ið fór at draga, so vit funnu ik­ki skotið aftur. Tá vóru ikki tær nav­i­ ga­tións­greiðir teir hava nú. Vit landaðu í Aberdeen og Grims­by. Tað var annars nógv roynd á nevndu økjum. Her vóru nógv­ir danskir snurriváðsbátar og ensk­ir trolarar. So helt kríggið uppat í mai 1945. Júst tá vóru vit á veg inn til Aberdeen, vit sóu bál ymsa stað­ni fram við strondini, sum fólk høvdu kynt í ovfarakæti um, at nú var friður. Aftaná kríggið ætlaði eg at key­ pa ein snurriváðsbát. Eg fór nið­ur til Danmarkar í teimum ør­ind­um, men bátarnir blivu so dýr­ir. Tað vóru nevniliga so nógvir før­oying­ ar, sum bjóðaðu uppá teir. Eg keyp­ti so ongan, tað var sikkurt lí­ka gott. Men mær dámdi líka væl at ligg­ja heima og rógva út. Tað ko­mu so nógvir trolarar eisini um hesa tíðina. Tað gekk illa at man­na teir við trolmonnum, so teir ringdu nokk so ofta eftir mær, tá ið teimum manglaðu trolkønar menn. Tað kundi eisini vera, at ein stýrimaður var blivin sjúkur, so sluppu teir ikki avstað aftur, tá kun­di eg fara. Men tað gjørdist min­ni og minni hugaligt at sigla við trolarum. Fiskurin varð bíligari og kolið gjørdist dýrari, so hesir trol­ar­ar vóru deyðadømdir, sum eftir­tíð­in eisini vísti. Ódnar veður Tá ið eg var niðri og hugdi eftir skip­um, keypti Hendrik Egholm í Streymnesi ein snurriváðsbát, sum varð kallaður Grønhólmur. Teir høvdu ongan bestamann at sig­la heim við bátinum. Eg skuldi heim álíkavæl, so eg kundi eins væl fara við teimum. Eg varð so biðin um at koma við sum bestimaður. Tað kundi eg gott, tí eg hevði einki annað at gera tá. Hetta var í 1946 um vár­ ið. Vit fara so avstað. Tá ið vit ko­ ma yvir móti Suðurlandinum fingu vit heilt ringt ódnarveður. Kaysten And­reas­sen, sonur Andreas í Norð­ská­la, var skipari. Kl 12 á kvøl­di var ikki veður at sigla, og vit leggja stilt. Kl 3 um náttina fin­gu vit eitt brot, sum fylti niður í lugar­ið. Eg var í koyggjuni og svav. Eg vaknaði við kaldan dreym og leyp upp í kappan. Eg sá, at tað, sum annars var leyst, og sum hevði verið surrað, hekk alt uttanborðs. Eg visti, hvar ein øks var. Eg var í berum undir­ klæð­um, men tað var ikki tíð til at la­ta seg í. Eg leyp so eftir øksini og fekk kvett alt tað, sum hekk. Tí­bet­ur gekk motorurin, og hetta bjarg­aði okkum. Menninir lupu til pumpurnar, men tá síggja teir, at hjartað í pumpuni var burtur, og uttan tað gjørdist einki. Tað vís­ti seg, at tað einasta, sum var eft­ir á dekkinum var júst hjartað og tað var so heppið, at onkur trað­kaði á tað. Tað lak nokkso illa um dekkið, tí alt verkið var sprongt niður í­gjøgn­ um. Men lensipumpan var góð, so vit fingu hildið skipinum flótandi. Tann, sum stýrdi, var Óla Jákup í Skúgvi, sum búði í Havn. Hann spur­di, um eg vildi taka yvir. Men eg bar meg undan, tí at skifta róð­ ur­mann í slíkum veðri var neyvan skila­gott. So tóku vit undan. Men tað var so ringur sjógvur. Eg eri sikk­ur uppá, at vit fóru gjøgnum grunn­ brot­ini á Suðurlandinum. Um vit so fóru uppá land, so mátti bara sigl­ast. Komu vit uppá sandin, so kundi ein kjansur verið fyri, at skip­ið kom so langt niðan, at vit kun­du bjarga okkum. Tað varð sett full ferð á mo­ tor­in. Eg leyp fram at lata meg í klæðir. Skipið fór sum eftir ei­ni linju. Tað fór ikki eitt stig á kum­pass­ini til síðuna. Eg haldi, at her hevur onkur hægri makt hild­ið um róðrið. Men tað stóð nógv á motorinum. Hvørja ferð skrúv­an kom uppúr sjónum, larm­ aði hon forferdiligt. Tað síðsta brot­ið kom aftani frá. Tað fekk okk­um aftur og breyt uttan tó at nakað hendi. Tá ið vit høvdu sig­lt í tríggjar tímar gjørdist púra slætt, og tað stilti av eisini. Vit ko­mu eisini í lívd av landinum. Vit kláraðu síðan at sigla inn í Vest­man­na­oyggjarnar. Har lógu vit meira enn ein mánaða. Skipið skul­di alt kalfatrast. Stýrihúsið var eisini brotið og mátti gerast av nýggjum. Skrúvuhøvdið var fest við fýra skrúv­um. Tríggjar av hesum vóru slit­nar. Hevðu tann síðsta slitnað ei­si­ni, so fór skrúvan, og tá hevði ver­ið ringt at vita, hvussu endin hevði verið. Skaffigreiðir undir madrassuni Tað kann verða nevnt, at sjógv­ ur­in vit fingu var so ógvusligur, at skaffigreiðirnar í lugarinum vó­ru seinni funnar undir mad­ rass­unum í yvirkoyggjunum. Í maskinrúminum vóru dúrk­plát­ur­ Ringasta veður Jakku hevur upplivað Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Ein rættiligur kalvi. Her sæst Jakku saman við abbasoninum Jákupi við »dagsins fongi« Hetta er Tjørnunes, sum Jakku róði út við í mong ár