Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Jákup á Sundi, vanliga nevndur Jakku er nú farin av Norð­búgvanum. Hann fer at roy­na við­ snurriváð­, sum var ein nýggj føroy­sk veið­a. Síð­an fer hann við­ Fiskanes, sum var eitt fram­ brot í fimtiárunum. Men nú fer Jakku at rógva út, og hetta gjørdist hansara lív. Eins og pápin gjørdist hann serliga kendur sum kalva­ mað­ur. Framvegis er hann á floti 85 ára gamal 4. partur Eg fór uppá skúla seinasta krígs­ veturin. Tá ið eg varð liðugur, var eg biðin um at koma við einum snurriváðsbáti. Hann kallaðist Eyð­ bjørg, og Alfred Johannesen átti hann. Hetta var ein slupp, sum var riggað til snurriváð, sum er eitt slag av nót. Tá bar til at fiska í Norðsjónum, hóast tað var á vári 1945 og bardagin framvegis ikki var av. Har vóru vit, tá ið kríggið helt uppat. Tá var eingin vandi við týskarum longur. Teir høvdu nóg mikið við sær sjálvum. At fiska við snurriváð riggaði heilt væl. Eyðbjørg var bara so tung og setti so nógv á. Tí var hon ring at fáa at liggja í ringum veðri. Eg minnist, at vit fingu eina ferð so grúiliga nógv av stórari og góðari reyðsprøku í einum tógi á Dogger Bank. Tað var eisini ringur botnur. Men so bleiv vindur og ankarið fór at draga, so vit funnu ikki skotið aftur. Tá vóru ikki tær navi­ gatiónsgreiðir teir hava nú. Vit landaðu í Aberdeen og Grimsby. Tað var annars nógv roynd á nevndu økjum. Her vóru nógvir danskir snurriváðsbátar og enskir trolarar. So helt kríggið uppat í mai 1945. Júst tá vóru vit á veg inn til Aberdeen, vit sóu bál ymsa staðni fram við strondini, sum fólk høvdu kynt í ovfarakæti um, at nú var friður. Aftaná kríggið ætlaði eg at key­ pa ein snurriváðsbát. Eg fór niður til Danmarkar í teimum ørindum, men bátarnir blivu so dýrir. Tað vóru nevniliga so nógvir føroying­ ar, sum bjóðaðu uppá teir. Eg keypti so ongan, tað var sikkurt líka gott. Men mær dámdi líka væl at liggja heima og rógva út. Tað komu so nógvir trolarar eisini um hesa tíðina. Tað gekk illa at manna teir við trolmonnum, so teir ringdu nokk so ofta eftir mær, tá ið teimum manglaðu trolkønar menn. Tað kundi eisini vera, at ein stýrimaður var blivin sjúkur, so sluppu teir ikki avstað aftur, tá kundi eg fara. Men tað gjørdist minni og minni hugaligt at sigla við trolarum. Fiskurin varð bíligari og kolið gjørdist dýrari, so hesir trolarar vóru deyðadømdir, sum eftirtíðin eisini vísti. Ódnar veður Tá ið eg var niðri og hugdi eftir skipum, keypti Hendrik Egholm í Streymnesi ein snurriváðsbát, sum varð kallaður Grønhólmur. Teir høvdu ongan bestamann at sigla heim við bátinum. Eg skuldi heim álíkavæl, so eg kundi eins væl fara við teimum. Eg varð so biðin um at koma við sum bestimaður. Tað kundi eg gott, tí eg hevði einki annað at gera tá. Hetta var í 1946 um vár­ ið. Vit fara so avstað. Tá ið vit ko­ ma yvir móti Suðurlandinum fingu vit heilt ringt ódnarveður. Kaysten Andreassen, sonur Andreas í Norðskála, var skipari. Kl 12 á kvøldi var ikki veður at sigla, og vit leggja stilt. Kl 3 um náttina fingu vit eitt brot, sum fylti niður í lugarið. Eg var í koyggjuni og svav. Eg vaknaði við kaldan dreym og leyp upp í kappan. Eg sá, at tað, sum annars var leyst, og sum hevði verið surrað, hekk alt uttanborðs. Eg visti, hvar ein øks var. Eg var í berum undir­ klæðum, men tað var ikki tíð til at lata seg í. Eg leyp so eftir øksini og fekk kvett alt tað, sum hekk. Tíbetur gekk motorurin, og hetta bjargaði okkum. Menninir lupu til pumpurnar, men tá síggja teir, at hjartað í pumpuni var burtur, og uttan tað gjørdist einki. Tað vísti seg, at tað einasta, sum var eftir á dekkinum var júst hjartað og tað var so heppið, at onkur traðkaði á tað. Tað lak nokkso illa um dekkið, tí alt verkið var sprongt niður ígjøgn­ um. Men lensipumpan var góð, so vit fingu hildið skipinum flótandi. Tann, sum stýrdi, var Óla Jákup í Skúgvi, sum búði í Havn. Hann spurdi, um eg vildi taka yvir. Men eg bar meg undan, tí at skifta róð­ urmann í slíkum veðri var neyvan skilagott. So tóku vit undan. Men tað var so ringur sjógvur. Eg eri sikkur uppá, at vit fóru gjøgnum grunn­ brotini á Suðurlandinum. Um vit so fóru uppá land, so mátti bara siglast. Komu vit uppá sandin, so kundi ein kjansur verið fyri, at skipið kom so langt niðan, at vit kundu bjarga okkum. Tað varð sett full ferð á mo­ torin. Eg leyp fram at lata meg í klæðir. Skipið fór sum eftir eini linju. Tað fór ikki eitt stig á kumpassini til síðuna. Eg haldi, at her hevur onkur hægri makt hildið um róðrið. Men tað stóð nógv á motorinum. Hvørja ferð skrúvan kom uppúr sjónum, larm­ aði hon forferdiligt. Tað síðsta brotið kom aftani frá. Tað fekk okkum aftur og breyt uttan tó at nakað hendi. Tá ið vit høvdu siglt í tríggjar tímar gjørdist púra slætt, og tað stilti av eisini. Vit komu eisini í lívd av landinum. Vit kláraðu síðan at sigla inn í Vestmannaoyggjarnar. Har lógu vit meira enn ein mánaða. Skipið skuldi alt kalfatrast. Stýrihúsið var eisini brotið og mátti gerast av nýggjum. Skrúvuhøvdið var fest við fýra skrúvum. Tríggjar av hesum vóru slitnar. Hevðu tann síðsta slitnað eisini, so fór skrúvan, og tá hevði verið ringt at vita, hvussu endin hevði verið. Skaffigreiðir undir madrassuni Tað kann verða nevnt, at sjógv­ urin vit fingu var so ógvusligur, at skaffigreiðirnar í lugarinum vóru seinni funnar undir mad­ rassunum í yvirkoyggjunum. Í maskinrúminum vóru dúrkplátur­ Ringasta veð­ur Jakku hevur upplivað­ Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Ein rættiligur kalvi. Her sæst Jakku saman við abbasoninum Jákupi við »dagsins fongi« Hetta er Tjørnunes, sum Jakku róði út við í mong ár