Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 • 20. juni 2007 MIÐvikan 20 ➙ nar farnar úr einum borði í hitt. Tær eru farnar í leysari luft, tí tær høv­du ikki skalað maskinuna ella olju­rør. Her hevur staðið nógv á. Eg havi siglt nógv og nógva stað­ni, heilt frá Grønlandi til Norð­ur­noreg, men hetta er tað ring­as­ta veður, eg havi verið í. Tá ið umvælingin var liðug, fóru vit aftur til fiskarí. Tað, sum vit fin­gu mest av við snurriváð undir Ís­lan­di, var hýsa og flatfiskur. Mann­ing­in var vanliga 4-5 á hesi veiðu. Snurriváðtíðin vardi ikki lein­gi, og fleiri høvdu ringt eyga á hend­an fiskiskapin, so tað komu flei­ri og fleiri avmarkingar, til tað at enda ikki loysti seg longur. Tað varð eisini roynt nokk so nógv við snurri­váð undir Føroyum. Eg fór tá at føra bátin um heyst­ ið í Norðsjónum. Men tá ið eg kom heim aftur um veturin bóðu teir meg koma við onkrum trolara og eg fór. Eg var annars við fleiri trolar­ um. Eg var viðhvørt við Palla í Sør­vá­gi. Hann førdi Havstein hjá Søren Nielsen. Palli gjørdist sein­ ni tollari á flogvøllinum. Hann var ein óføra góður skipari. Við Fiskanes Eg var so heima eina tíð. Men tá var tað, at Hans Pauli og hansara brøð­ur saman við Esmar Fuglø keyp­tu Fiskanes í 1955. Eg varð bið­in við og fór eisini. Tað gekk gott. Tað var sera stórur munur á at vera við Norðbúgvanum og Fiskanes, sum var eitt nógv stør­ri og betri skip. Ein heilt stór­ur munur var skiftið frá kol til olju í maskinuni. Fiskanes var eitt rættiligt frambrot í end­ur­nýgg­jan­ ina av okkara fiskiflota. Hann var eisini fyrsta stóra skip, sum varð fíggjað av tí tá nýggja real­kre­dit­ stovn­ inum. Tann skjótasti saltfiskatúrur, eg havi gjørt, var fyrsti túrur við Fiskanes. Manningin var stór. So vítt eg minnist, vóru 44 mans við. Eg haldi, at tað vóru 14-15 samdøgur frá tí, vit loystu av Drelnesi á Tvøroyri, har vit tó­ku salt, inntil vit vóru inni í Før­oy­inga­ havn­ ini við fullari last. Hetta var sera strævið lív. Men eg haldi kortini ikki, at tað var so nógv vaktarbrot. Men hvør maður mát­ti arbeiða so hart sum hann ork­aði. Í 1956 samtykti løgtingið eina lóg um tveyskiftisvakt, sum merk­ ti, at gangast skuldi seks og seks. Tað skuldi arbeiðast seks tímar, og so skuldi vera frívakt í seks tím­ar. Seinna árið, eg var við, var eg 1.stýrimaður. Tá segði Hans Pauli við meg, at tað var keðiligt ikki at kun­na bróta vakt. Men tað vísti seg, at nýggja vaktarskipanin rigg­aði heilt væl. Menn vóru mei­ra úthvíldar til at dríva á, tá ið teir fingu deksvakt, og tað kom tí mins­ta líka nógv burtur úr. Tá ið tví­ skift­is­vaktin varð lógarásett, vó­ ru nógvir av trolarunum, sum byg­du nýggj manningarkømur, tí teir væntaðu at fáa brúk fyri mei­ra fólki. Men tað vísti seg, at het­ta var púra óneyðugt. Við betri hvíld­ar­skipan fekk manningin mun­an­di meira frá hondini. Eg var tvey ár við Fiskanes. Het­ ta vóru góð ár, tá ið eg fortjenti væl av pengum. Eg havi ongantíð verið við slupp, men sum sagt nógv við trol­ ara. Men spurningrin er, um eg hevði dugað at vent mær umborð á einum trolara í dag. Greiðirnar í dag eru nakað heilt annað enn tá. Í dag eru trolini so høg og ganga nógv­ar favnar uppi í sjónum. Í mí­ni tíð gekk høvuðlínan kanska ein­ar seks føtur, t.v.s. tveir metur, upp frá botninum. Tað hevði ikki fing­ist nógv við teimum trolunum í dag. Hans Pauli væl dámdur Mær dámdi Hans Paula væl. Hann var ikki sum nógvir aðrir skip­ar­ar, at hann legðist á sína vit­an um fiskigrunnar. Eg minnist skip­ar­ar koma umborð, og Hans Pau­li útgreinaði gjølla, hvar hann fekk fisk. Eina ferð var lítið um Hans Pau­ la. Hann kendi sjálvsagt ikki til ann­að enn at fáa fisk, tá ið aðrir fin­g­u og kanska meira enn teir. Men eina ferð komu vit út fyri tí, at Fiskanes lá við tómum dekki, með­an hinir trolararnir á somu leið høvdu fult dekk, og tað bara stóð á at reinsa. Orsøkin var tann, at vit høvdu sprongt trolið tríggjar ferðir hend­ an morgunin, og harvið var allur fisk­ur­in farin í havið aftur. Tað var lítið um Hans Paula, tá ið eg kom upp á brúnna at loysa hann av. Tá hildu vit, at tað kanska var tað frægasta at toga eitt sindur stytt­ri, og fáa tað upp, sum var í trol­in­um. Hetta vísti seg eisini at rig­ga, og aftaná var heldur eingin tru­pul­leiki. Kaj var eg saman við ein túr. Het­ta var aftaná, at Næraberg varð søktur undir krígnum. Tá kom hann umborð á Norðbúgvan tann ei­na túrin. Eg havi verið saman við øllum Hvannasundsbrøðrunum utt­an Óla, sum ikki var sjómaður. Gim­me var saman við Mortan, páp­an­um. Teir hava allir verið ófør­ir menn. Rógva út So fór eg at rógva út. Eg og Gim­ mi, beiggi mín, høvdu bát saman, tá ið eg byrjaði. Vit keypti ein 10 tons motorbát. Vit fiskaðu so sjáldsama nógv av kalva tað sum­m­ar­ið. Árið eftir bleiv lítið til av kalva. Vit góvust og seldu so bátin aftur. Pápi hevði ein mot­or­ bát, so róði eg út við pápa eina tíð. Tað gekk bara gott. Einaferð í 1960-unum helt pápi, at tað varð blivin so nógvur kópur und­ir Føroyum, og at hesin var til for­treð fyri fiskiskapin. Serliga gjør­di hann seg inn á kalvan, sum var á línuni. Pápi vendi sær til løg­ting­ið, sum samtykti at gevast skul­di premia, sum vist var 50 krón­ur, fyri hvønn skotnan kóp. Het­ta hjálpti, og síðan hava ikki ver­ið teir stóru trupulleikarnir við kópi. Her kann verða skoytt uppí, at einaferð sigldi pápi á land við báti sínum Helena. Hann var saman við mammu á veg úr Havn inn á Sund. Tað var mjørki, og tá tey komu til skergarðin, sum er inn frá norðara enda á Hoy­víks­ hól­mi, sigla tey á eitt sker, og bát­ur­in stóð fastur. Tíbetur hevði hann lítla bát við. Tey fara bæði í hann og rógva inn til Hoyvíkar. Men tá pápi seinni fer at hyggja eft­ir Helenu, er hon flotnað aftur, og eingin skaði er hendur. Bygdu Tjørnunes Men í 1963 bygdi eg motorbát í Ålesund saman við George Ja­cob­ sen. Vit høvdu hann saman eini fý­ra ár, tá eg keypti hansara part. Báturin var liðugur tað heystið. Vit fóru úr Ålesund ein fríggjadag. So sigur George: »Hevur tú hug at fara út í kvøld ein fríggjadag?« Tað var gott veð­ur. Eg var nakað ókunnugur, so tað ráddi um at sigla, meðan tað var ljóst, so tað var at sleppa sær av stað fríggjadag ella ikki. Vit komu heim í øllum góðum í bes­ta veðri. Men spurningurin er, hvus­su tað hevði verið at bíða til leygardag, tí tað bleiv so ringt veð­ur í hølunum á okkum, at tað hevði blivið ein ringur túrur heim, um vit bíðaðu. Báturin var 14 tons, hann varð sein­ni forlongdur, so afturdekkið gjørd­ist so stórt. Tískil gjørdist hann 20 tons. Vit róðu við kal­va­lí­ nu um summarið. Men tá fór kalv­ in at minka. Tað gjørdist ov lítið bert við kalvanum, so fóru vit at róg­va við toskalínu um veturin. Tað gekk eisini væl. Tey síðstu árini róðu vit bara út frá Sørvági, har báturin eisini lá. Út frá Mykinesi var so sera gott fiski­pláss. Vit royndu bara um Myk­i­nes við toskalínu. Fiskaríið var so javnt. Tað lá um 300 pund upp­á stampin. Hvør stampur var 5 stykk­ir ella 300 favnar. Hetta vildi í dag verið roknað fyri at vera fram­úr gott fiskarí. Vit brúktu tó ikki so nógva lí­nu. Vit høvdu bara einar tjúgu stamp­ ar hvønn túrin. Hetta merkti, at vit gjørdu styttri túrar, men vit kun­du so leggja meira til. Vit vóru tríggir mans við, minni kundi tað ikki vera. Ein skuldi stýra, ein dra­ga og ein standa við rulluna. Lín­an varð egnd í landi, vit vóru so hepnir at fáa ein sera góðan land­fo­r­mann. Hann hevði annars ein bát, sum hann róði út við í Grøn­lan­di fyrr, nú róði hann út í Ein trivalig manning. Frá vinstru: Dánjal Norðberg, Eli Smith og Jakku Hetta eru partaeigararnir, sum vóru í Dagsbrún, sum átti Fiskanes. Aftast f.v. Svenning, Poli, Óli, Hans Pauli. Fremst: Kaj, Esmar Fuglø og Andreas. Jakku hevur siglt saman við teimum øllum uttan Óla, sum ikki varð sjómaður.