mikudagur 20. juni 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 • 20. juni 2007
MIÐvIkaN
20
➙
nar farnar úr einum borði í hitt.
Tær eru farnar í leysari luft, tí tær
høvdu ikki skalað maskinuna ella
oljurør. Her hevur staðið nógv á.
Eg havi siglt nógv og nógva
staðni, heilt frá Grønlandi til
Norðurnoreg, men hetta er tað
ringasta veður, eg havi verið í.
Tá ið umvælingin var liðug, fóru
vit aftur til fiskarí. Tað, sum vit
fingu mest av við snurriváð undir
Íslandi, var hýsa og flatfiskur.
Manningin var vanliga 4-5 á hesi
veiðu. Snurriváðtíðin vardi ikki
leingi, og fleiri høvdu ringt eyga á
hendan fiskiskapin, so tað komu
fleiri og fleiri avmarkingar, til tað
at enda ikki loysti seg longur. Tað
varð eisini roynt nokk so nógv við
snurriváð undir Føroyum.
Eg fór tá at føra bátin um heyst-
ið í Norðsjónum. Men tá ið eg
kom heim aftur um veturin bóðu
teir meg koma við onkrum trolara
og eg fór.
Eg var annars við fleiri trolar-
um. Eg var viðhvørt við Palla í
Sørvági. Hann førdi Havstein hjá
Søren Nielsen. Palli gjørdist sein-
ni tollari á flogvøllinum. Hann var
ein óføra góður skipari.
Við Fiskanes
Eg var so heima eina tíð. Men tá
var tað, at Hans Pauli og hansara
brøður saman við Esmar Fuglø
keyptu Fiskanes í 1955. Eg varð
biðin við og fór eisini. Tað gekk
gott. Tað var sera stórur munur
á at vera við Norðbúgvanum og
Fiskanes, sum var eitt nógv størri
og betri skip. Ein heilt stórur
munur var skiftið frá kol til olju
í maskinuni. Fiskanes var eitt
rættiligt frambrot í endurnýggjan-
ina av okkara fiskiflota. Hann var
eisini fyrsta stóra skip, sum varð
fíggjað av tí tá nýggja realkredit-
stovninum.
Tann skjótasti saltfiskatúrur,
eg havi gjørt, var fyrsti túrur við
Fiskanes. Manningin var stór.
So vítt eg minnist, vóru 44 mans
við. Eg haldi, at tað vóru 14-15
samdøgur frá tí, vit loystu av
Drelnesi á Tvøroyri, har vit tóku
salt, inntil vit vóru inni í Føroyinga-
havnini við fullari last.
Hetta var sera strævið lív. Men
eg haldi kortini ikki, at tað var so
nógv vaktarbrot. Men hvør maður
mátti arbeiða so hart sum hann
orkaði.
Í 1956 samtykti løgtingið eina
lóg um tveyskiftisvakt, sum merk-
ti, at gangast skuldi seks og seks.
Tað skuldi arbeiðast seks tímar,
og so skuldi vera frívakt í seks
tímar.
Seinna árið, eg var við, var eg
1.stýrimaður. Tá segði Hans Pauli
við meg, at tað var keðiligt ikki at
kunna bróta vakt. Men tað vísti
seg, at nýggja vaktarskipanin
riggaði heilt væl. Menn vóru
meira úthvíldar til at dríva á, tá ið
teir fingu deksvakt, og tað kom tí
minsta líka nógv burtur úr. Tá ið
tvískiftisvaktin varð lógarásett,
vóru nógvir av trolarunum, sum
bygdu nýggj manningarkømur,
tí teir væntaðu at fáa brúk fyri
meira fólki. Men tað vísti seg, at
hetta var púra óneyðugt. Við betri
hvíldarskipan fekk manningin
munandi meira frá hondini.
Eg var tvey ár við Fiskanes. Het-
ta vóru góð ár, tá ið eg fortjenti
væl av pengum.
Eg havi ongantíð verið við
slupp, men sum sagt nógv við trol-
ara. Men spurningrin er, um eg
hevði dugað at vent mær umborð
á einum trolara í dag. Greiðirnar í
dag eru nakað heilt annað enn tá.
Í dag eru trolini so høg og ganga
nógvar favnar uppi í sjónum. Í
míni tíð gekk høvuðlínan kanska
einar seks føtur, t.v.s. tveir metur,
upp frá botninum. Tað hevði ikki
fingist nógv við teimum trolunum
í dag.
Hans Pauli væl
dámdur
Mær dámdi Hans Paula væl.
Hann var ikki sum nógvir aðrir
skiparar, at hann legðist á sína
vitan um fiskigrunnar. Eg minnist
skiparar koma umborð, og Hans
Pauli útgreinaði gjølla, hvar hann
fekk fisk.
Eina ferð var lítið um Hans Pau-
la. Hann kendi sjálvsagt ikki til
annað enn at fáa fisk, tá ið aðrir
fingu og kanska meira enn teir.
Men eina ferð komu vit út fyri tí,
at Fiskanes lá við tómum dekki,
meðan hinir trolararnir á somu
leið høvdu fult dekk, og tað bara
stóð á at reinsa.
Orsøkin var tann, at vit høvdu
sprongt trolið tríggjar ferðir hend-
an morgunin, og harvið var allur
fiskurin farin í havið aftur. Tað
var lítið um Hans Paula, tá ið eg
kom upp á brúnna at loysa hann
av. Tá hildu vit, at tað kanska var
tað frægasta at toga eitt sindur
styttri, og fáa tað upp, sum var í
trolinum. Hetta vísti seg eisini at
rigga, og aftaná var heldur eingin
trupulleiki.
Kaj var eg saman við ein túr.
Hetta var aftaná, at Næraberg
varð søktur undir krígnum. Tá kom
hann umborð á Norðbúgvan tann
eina túrin. Eg havi verið saman
við øllum Hvannasundsbrøðrunum
uttan Óla, sum ikki var sjómaður.
Gimme var saman við Mortan,
pápanum. Teir hava allir verið
óførir menn.
Rógva út
So fór eg at rógva út. Eg og Gim-
mi, beiggi mín, høvdu bát saman,
tá ið eg byrjaði. Vit keypti ein
10 tons motorbát. Vit fiskaðu
so sjáldsama nógv av kalva tað
summarið. Árið eftir bleiv lítið til
av kalva. Vit góvust og seldu so
bátin aftur. Pápi hevði ein motor-
bát, so róði eg út við pápa eina
tíð. Tað gekk bara gott.
Einaferð í 1960-unum helt pápi,
at tað varð blivin so nógvur kópur
undir Føroyum, og at hesin var til
fortreð fyri fiskiskapin. Serliga
gjørdi hann seg inn á kalvan, sum
var á línuni. Pápi vendi sær til
løgtingið, sum samtykti at gevast
skuldi premia, sum vist var 50
krónur, fyri hvønn skotnan kóp.
Hetta hjálpti, og síðan hava ikki
verið teir stóru trupulleikarnir við
kópi.
Her kann verða skoytt uppí,
at einaferð sigldi pápi á land
við báti sínum Helena. Hann var
saman við mammu á veg úr Havn
inn á Sund. Tað var mjørki, og tá
tey komu til skergarðin, sum er
inn frá norðara enda á Hoyvíks-
hólmi, sigla tey á eitt sker, og
báturin stóð fastur. Tíbetur hevði
hann lítla bát við. Tey fara bæði
í hann og rógva inn til Hoyvíkar.
Men tá pápi seinni fer at hyggja
eftir Helenu, er hon flotnað aftur,
og eingin skaði er hendur.
Bygdu Tjørnunes
Men í 1963 bygdi eg motorbát í
Ålesund saman við George Jacob-
sen. Vit høvdu hann saman eini
fýra ár, tá eg keypti hansara part.
Báturin var liðugur tað heystið.
Vit fóru úr Ålesund ein fríggjadag.
So sigur George:
»Hevur tú hug at fara út í kvøld
ein fríggjadag?« Tað var gott
veður. Eg var nakað ókunnugur,
so tað ráddi um at sigla, meðan
tað var ljóst, so tað var at sleppa
sær av stað fríggjadag ella ikki.
Vit komu heim í øllum góðum í
besta veðri. Men spurningurin
er, hvussu tað hevði verið at bíða
til leygardag, tí tað bleiv so ringt
veður í hølunum á okkum, at tað
hevði blivið ein ringur túrur heim,
um vit bíðaðu.
Báturin var 14 tons, hann varð
seinni forlongdur, so afturdekkið
gjørdist so stórt. Tískil gjørdist
hann 20 tons. Vit róðu við kalvalí-
nu um summarið. Men tá fór kalv-
in at minka. Tað gjørdist ov lítið
bert við kalvanum, so fóru vit at
rógva við toskalínu um veturin.
Tað gekk eisini væl.
Tey síðstu árini róðu vit bara út
frá Sørvági, har báturin eisini lá.
Út frá Mykinesi var so sera gott
fiskipláss. Vit royndu bara um
Mykines við toskalínu. Fiskaríið
var so javnt. Tað lá um 300 pund
uppá stampin. Hvør stampur var 5
stykkir ella 300 favnar. Hetta vildi
í dag verið roknað fyri at vera
framúr gott fiskarí.
Vit brúktu tó ikki so nógva línu.
Vit høvdu bara einar tjúgu stamp-
ar hvønn túrin. Hetta merkti, at
vit gjørdu styttri túrar, men vit
kundu so leggja meira til. Vit
vóru tríggir mans við, minni kundi
tað ikki vera. Ein skuldi stýra, ein
draga og ein standa við rulluna.
Línan varð egnd í landi, vit vóru
so hepnir at fáa ein sera góðan
landformann. Hann hevði annars
ein bát, sum hann róði út við í
Grønlandi fyrr, nú róði hann út í
Ein trivalig manning. Frá vinstru:
Dánjal Norðberg, Eli Smith og Jakku
Hetta eru partaeigararnir, sum vóru í Dagsbrún, sum átti Fiskanes. Aftast f.v. Svenning, Poli, Óli, Hans Pauli.
Fremst: Kaj, Esmar Fuglø og Andreas.
Jakku hevur siglt saman við teimum øllum uttan Óla, sum ikki varð sjómaður.