Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 116 - 20. juni 2007 tíðindi Stutt Sagt So er hann óheftur Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur havt eina heldur óstøð­uga politiska kós. Fyrst var hann limur í demokratiska flokkinum, men misnøgd gjørdi, at hann fór úr flokkinum og upp í republikanska flokk­ in. Men nú er tað­ heldur ikki nóg gott longur, so í gjár kunngjørdi hann, at hann er farin úr republik­ anska flokkinum og er nú óheftur. Eygleið­arar í New York halda, at Mic­ hael Bloomberg hevur gjørt av at stilla upp til amerikanska forsetavalið­ næsta ár sum óheft val­ evni. Hann sigst eiga næstan 30 mia. krónur, so tað­ verð­ur eingin trupul­ leiki at fíggja valstríð­ið­. Oljudálking hóttir Myndugleikarnir í Grikka­ landi bera ótta fyri, at olja frá tí strandað­a skipinum „Sea Diamond“ kann dálka tær væl umtóktu strendurnar á oynni Santor­ ini. „Sea Diamond“ fór á eitt riv tætt við­ oynna tann 6. apríl og sakk, men sambært myndugleikun­ um eru framvegis 200 tons av olju í vrakinum. Kann­ ingar hava víst, at vrakið­ liggur soleið­is, at ein lítil jarð­skjálvti kann fáa tað­ at søkka longri nið­ur í dýpið­, og serfrøð­ingar siga, at so kann hol koma á tangan við­ oljuni. Oljan rindar vindin Fíggjarnevndin hjá amer­ ikanska Senatinum hevur samtykt eitt lógaruppskot, sum áleggur oljufeløgun­ um, sum virka í USA, at rinda tilsamans 160 mia. krónur í eyka skatti og avgjøldum. Nevndin sig­ ur, at pengarnir skulu brúkast til at byggja amer­ ikonsku vindorkuna út. Um nakrar dagar skal upp­ skotið­ til atkvøð­ugreið­slu í sjálvum Senatinum, men tað­ er longu nú greitt, at tað­ verð­ur samtykt har, skrivar AP úr Washing­ ton. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tey veruligu og týðandi málini verða ikki umrødd, og tað hevur sett okkara framtíð í vanda (Michael Bloomberg). útlond Í gjár fylti Aung San Su Kyi 62, og sum so mangan áður helt hon føðingardag í húsavarðhaldi. Í gjár fylti burmesiski and­ støð­uleið­arin Aung San Su Kyi 62 ár. Av teimum sein­ astu seytjan árunum hevur hon sitið­ ellivu ár og 238 dagar í húsavarð­haldi, so hesa ferð­ helt hon enn ein føð­ingardag í varð­haldi. Men tað­ merkti ikki, at onnur høvdu gloymt hana og dagin. Tvørturímóti varð­ skipað­ fyri stórum mót­ mælistiltøkum víð­a um heimin, har fólk í túsundatali mótmæltu húsavarð­haldin­ um og kravdu, at Aung verð­­ ur latin leys alt fyri eitt. ­Tað­ er undrunarvert, at ein so lítil kvinna skal hava so stóra megi í sær, men tað­ er týð­iligt, at hon man vera ein vandamikil kvinna, eftir sum tað­ ringasta einaræð­ið­ í Asia ikki torir at lata hana sleppa úr húsavarð­haldinum. Hetta sigur eitt sindur um, hvussu stóra megi tað­ hevur, at ein er lógliga vald­ ur, sigur norski politikarin Børge Brende, sum er for­ mað­ur í altjóð­a politikara­ felagsskapinum PD Burma. PD Burma leggur støð­ugt trýst á hernað­arstýrið­ í Burma fyri at fáa tað­ at lata Aung San Su Kyi leysa. Herumframt hava 59 fyrr­ verandi forsætisráð­harrar og forsetar skrivað­ undir eina áheitan á stýrið­ um at lata hana leysa. Millum teir 59 eru eitt nú Bill Clinton, George W. Bush eldri og Jimmy Carter. Flokkurin hjá Aung San Su Kyi vann stórsigur á tjóð­artingsvalinum í Burma í 1990, men hon og flokk­ urin fingu ongantíð­ valdið­, tí herurin legð­i uppí. Sam­ bært Amnesty International eru umleið­ 1.200 politiskir fangar í Burma, og teirra millum eru nakrir av teim­ um, sum vórð­u valdir á valinum í 1990. Í Vietnam-krígnum sprændu amerik- anararnir eiturevni út yvir skógirnar, men tað fekk óhugnaligar avleiðingar seinni Amerikanski herurin og flogvápnið­ sprændu meiri enn 60 milliónir litrar av eiturevninum Agent Orange út yvir skógirnar í Vietnam í sekstiárunum. Endamálið­ var, at evnið­ skuldi fáa bløð­­ ini at detta av trøunum, so amerikanararnir skuldu hava lættari við­ at finna fíggindan, sum fjaldi seg í skógunum. Tað­ vísti seg tó, at eitur­ evnið­ fekk að­ra ávirkan eis­ ini. Eina sera óhugnaliga ávirkan, tí síð­ani kríggið­ eru meiri enn tríggjar milli­ ónir fólk fødd í Vietnam við­ brekum av alskyns slagi, og tað­ er stað­fest, at talan er um genetiskan skað­a av Agent Orange. Í gjár byrjað­i eitt rættar­ mál í USA, har nakrir vietn­ amesar krevja at fáa endurgjald fyri tann skað­a, sum teir hava fingið­ av Agent Orange. Vietnames­ ararnir hava fyrr roynt at fáa endurgjald, men tá mál­ ið­ kom fyri rættin, vísti dómarin tí burtur, tí eftir hansara tykki var tað­ ikki nóg væl prógvað­, at tað­ var Agent Orange, sum var orsøk til skað­an hjá sak­ søkjarunum. Tað­ er ta avgerð­ina, sak­ søkjararnir vilja hava rættin at ógilda. Krevja endurgjald Tríggjar milliónir vietnamesar fingu varandi mein av amerikanska eiturevninum Enn ein føðingardag í húsavarðhaldi Í fleiri londum kravdu fólk í gjár, at Aung San Su Kyi verður latin leys. Hendan myndin er úr Indonesia