mikudagur 20. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindi
Nr. 116 - 20. juni 2007
jóansøka
Poul F. varð sagdur
úr starvi sum lærari í
Froðba, tí hann dugdi
ov lítið úr bíbliuni.
Røðan sum Vilborg
Michelsen helt, tá
minnisvarði yvir pápa
hennara varð avdúk
aður í Froðba sunnu
dagin
Røða
Myndir & lagt tilrættis:
Dagfinn Olsen
Fyrst av øllum vil eg takka
fyri at eg eri biðin um at
avdúka minnisvarða eftir
pápa mín Poul F.
Pabba var føddur í Sumba
1898, elstur av 9 systkjum.
Pabba fór sum aðrir ungir
dreingir til sjós, men gavst
skjótt við sjólívinum, mam
ma mín hevur fortalt mær,
at pabba hevði sagt henni,
at ein av grundunum til at
hann ikki valdi sjólívið til
sítt lísvsstarv var, at hann
misti sín besta vinmann á
sjónum.
Pabba fór bert 15 ára gam
al til Havnar á læraraskúla,
har hann millum annað
gekk á skúla saman við Vic
tor Danielsen. Eftir lokna
út búgving fór pabba aftur
til Sumbiar, har hann var
eina tíð. Eg havi hoyrt at
pabba skal verða yngsti
næmingur, ið hevur lokið
prógv frá læraraskúlanum.
Í 1920 fekk pabba starv í
Froðbiar skúla, og kom
hann at búgva hjá skyldfólk
um sínum í Kristinhúsi á
Hamri. Tá rann saman ímill
um mammu og pabba, og
blivu tey borgarliga vígd av
unga sýslumanninum Krist
ian Djurhuus, sála, inni í
stovuni hjá abba mínum
Johannes í Kelduni. Mam
ma hevur fortalt mær, at
har um leiðir var ikki van
ligt við borgarligum vígsl
um, so tað vóru mong ið
settu spurnartekin við um
vígslan í stovuni hjá abba
num var gildug.
Pabba var so lærari í
skúlanum á Hamri í nøkur
fá ár. Ágangurin ímóti hon
um av ávísum persónum
førdi so til, at pabba varð
sagdur úr starvi í Froðba.
Pabba segði fyri mær, at
hesir persónar, ið fingu
hann úr starvi, teir liggja all
ir undir grønu torvu, teir vil
du ikki góðtaka hann sum
lærara, tí hann dugdi ov lít
ið úr Bíbliuni, tað vil siga
at næmingarnir fingu ov lít
ið av andaligari føði, og tí
var pabba ikki kompetentur
at undirvísa teirra børnum,
men pabba var ikki ein, ið
bar hatur til nakran , hann
segði altíð; “ sama ger, lat
fara”.
Sostatt bleiv lívstarvið
hjá pabba ikki lærari, men
hann bleiv arbeiðsmaður,
var eisini valdur í sóknar
stýrið í 12 ár.
Tað er ongin loyna, at
pabba til tíðir dámdi gott
tann sterka løðin, men hví?
Je sigi sum hann sjálvur
segði: “sama ger, lat fara”.
Tað hevur nokk verið ein
orsøk til tað. Mamma hevur
sagt mær, at pabba var til
komin maður, tá hann byr
jaði at drekka.
Pabba var føroyingur,
tjóðskaparmaður um ein
háls.
Pabba og mamma giftust
sum sagt í 1923, og búði
hann á Hamri líka til sín
deyðadag á Jóansøku 1970.
Hann var ein góður pápi, og
ogur høvdu ein góðan barn
dóm. Hann elskaði børn,
seinni abbabørn, og annars
øll børn.
At enda vil jeg takka
Lions Club, Suðuroy, fyri
henda minnisvarða um pápa
mín, tøkk til Óla Holm,
tøkk til Ljóm, tøkk til tykk
um øll, ið er her eru møtt,
og eina stóra tøkk til Hanus
Johansen, sum eg meini
hevur gjørt pápa mín so liv
andi aftur.
Friður verði við minni
num um pápa mín Poul F.
Joensen.
Vrakaður sum lærari
Fleiri framsýningar á Jóansøku
Jóansøka hevur fleiri framsýningar á skránni. Í Búðini, miðskeiðis á Tvøroyri,
hevur italiumaðurin, sum býr í Vági, Gianfranco Nonne framsýning við
keramikklist. Hann er m.a. kendur fyri bringumyndina av Poul F, sum varð
avdúkað í skúlanum í Sumba fyri kortum. Absalon Absalonsen hevur
málningaframsýning og Tvøroyrar Býráð sýnir fram miðbýarætlan í hølum
niðanfyri Hotel Tvøroyri. Gallarí Oyggin hevur framsýning við Rannvá
Mortensen, Peter Boye og Palle Julsgart, umframt at politikarar sýna list fram.
Torbjørn Jacobsen skipar fyri uppboðssølu. Naddoddur hevur sýning av
myndum í neystinum, nú felagið er 10 ár. Aggi Ásgeirsdóttir og Vigdis
Sigmundsdóttir sýna fram í Gomlu Doktarahúsunum.
Stevnunátt
Handlar á Tvøroyri skipa fríggjakvøldið
fyri undirhaldið, samstundis sum
handlarnir hava opið til klokkan 24. Í
miðbýnum verður mótasýning,
dansiframsýning og dansisýning. Tað er
handilsfelagið í býnum, ið skipar fyri.