mikudagur 20. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 116 - 20. juni 2007
Løgreglusamstarv
Síðani 1982 hava løgreglan í Íslandi og løgreglan í
Noregi samstarvað um ymsar venjingar, og nú um
dagarnar hava norskir løgreglumenn verið í Íslandi og
vant saman við íslendskum starvsbrøðrum. Hesaferð
vandu løgreglumenninir ymiskt í sambandi við
bjargingar, og tí vóru tvær tylrur hjá íslendsku sjóverjuni
við í venjingunum umframt manningin á
sjóverjuskipinum Týr, skrivar Morgunblaðið. Partarnir
venja tað sama aftur í næstum.
Svimjihøll í nýggjum hami
Bæði børn og vaksin hava við spenningi fylgt við arbeiðinum, at
nútíðargera og umvæla svimjihøllina í Klaksvík. Nú er arbeiðið komið
so mikið væl áleiðis, at dagurin er ásettur, nær hyljarnir aftur verða
lætnir upp fyri fólkið. Leygardagin í næstu viku fara fólk sjálvi at
síggja, hvussu stórar broytingarnar eru framdar í svimjihøllini. Ein tann
størsta broytingin er uttan iva hon, at tann djúpi hylurin nú er burtur.
Ístaðin er komið eitt spildurnýtt baðiland, sum uttan iva fer at verða
populert millum tey vitjandi. Í hesum baðilandinum er ein 40 metrar
langur rutsjibani - júst sum í útlondum.
Borgarstjóri hittir foreldur og lærarar
Í kvøld bjóðar borgar
stjórin í Havn bæði
lærarum og foreldr
um at børnum í 2. til
6. flokk í Tórshavnar
Kommunuskúla til
fundar í kommunu
skúlaauluni, har greitt
verður frá hølisviður
skiftunum í skúla
num, nú Gamli Real
skúlin ikki longur er
tøkur til undirvísing
tíðindaskriv
Bæði foreldur og lærarar
fáa nú høvi at fáa kunning
um hølisviðurskifti í Tórs
havnar Kommunuskúla, nú
Gamli Realskúlin ikki long
ur er tøkur til undirvísing,
millum annað orsakað av
væntandi brunatrygd.
Kunningin fer fram á
fundum, sum borgarstjórin,
Heðin Mortensen, bjóðar
inn til.
Fundirnir, sum verða í
tveimum, skulu geva bæði
lærarum
og
foreldrum
møguleika at siga sína
hugsan, samstundis sum
tey fáa at hoyra, hvussu
ætlanin er, at skúlabørnini í
Tórshavnar Kommunuskúla
verða hýst næsta skúlaár.
Báðir fundirnir verða í
kommunuskúlaauluni.
Fyrri fundurin, sum er fyri
lærararnar, verður klokkan
18, og seinni fundurin, sum
er fyri foreldrini at børnum
í 2. til 6. flokk, verður
klokkan 20.
Síðani mars hevur eingin
skúlagongd verið í Gamla
Realskúlanum, eftir at Heðin
Mortensen,
borgarstjóri,
gjørdi av at stongja hann
vegna væntandi brunatrygd
og ov vánaligar umstøður
yvirhøvur. Millum annað
eru hølini ov smá til undir
vísing, umframt at Gamli
Realskúlin ikki hevur grund
leggjandi umstøður, so sum
toilett og annað.
Ætlanin er heldur ikki, at
Gamli Realskúlin skal brúk
ast
til
undirvísing
í
framtíðini,
men
verður
hann í staðin brúktur sum
fyrisitingarbygningur
hjá
Kommunuskúlanum.
Í hesum sambandi er
gjørd ein ætlan fyri, hvussu
teir mongu skúlaflokkarnir
skulu hýsast næsta skúlaár,
sum byrjar hálvan august,
og henda ætlan verður løgd
fyri bæði lærarar og for
eldur á fundunum í kvøld.
Somuleiðis verður greitt
frá heildarætlanini, ið skal
leggjast fyri Tórshavnar
Kommunuskúla og gjøgn
umførast komandi árini, so
plásstrupulleikarnir verða
nøktaðir, og skúlin kann
fylgja tí toymisætlan, ið
arbeitt verður við á skúla
num.
Á fundunum fara borgar
stjórin og onnur at greiða
frá, svara spurningum og
annars lýða á tey sjónarmið,
lærarar og foreldur hava at
bera fram.
Sløkkiliðsstjórin
í Tórshavnar
Kommunu er ikki
samdur við stjóran
á Brunaumsjón
Landsins um Real
skúlan. Sambært
sløkkiliðstjóranum
má bygningurin rív
ast niður allur sum
hann er, áðrenn hann
kann brúkast til skúla
stovur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Sløkkisliðstjórin hjá Tórs
havnar Kommunu sigur, at
Realskúlin er ein brandfella,
sum als ikki kann brúkast
til skúlagongd. Einasti hátt
ur at fáa bygningin til ein
nøktandi skúlabygning er at
ríva hann niður.
- Nú hava vit júst sæð dømi
um, hvussu skjótt tað kann
ganga galið, tá eldur kemur
í gamlar bygningar, sigur
sløkkiliðsstjórin í Tórshavn
ar Kommunu, Kartni Jacob
sen. - - Realskúlin er minst
líka vandamikil sum gentu
kostdeildin. Kemur tað eld
ur í Realskúlan, gongur tað
minst líka skjótt til hann er
niðurbrunnin.
Turkaður
viður
brennur
skjótt, greiðir Kartni Jacob
sen frá. Realskúlin er gamal
timburbygningur frá 1916,
veggirnir innan eru allir
gomul brettir. Gongirnar
eru ikki sundurskildar, tað
sama er galdandi fyri stovu
rnar,
og
rýmingarleiðir
mangla.
- Onki av tilfarinum lýkur
dagsins krøv, og um bygn
ingurin skal gerast nóg tryg
gur til skúlabrúk, má hann
fyrst rívast niður, staðfestir
sløkkiliðsstjórin.
Brunakrøvini
eru
nógv
strangari til skúlabygningar
enn til fyrisitingarbygning
ar.
- Foreldur skuldu verið glað
fyri at kommunan velur at
verja børn teirra, sigur Kart
ni Jacobsen.
Sløkkiliðsstjórin hjá Tórs
havnar Kommunu sigur, vit
ikki kunnu siga, at Realskúl
in kann brúkast, bara tí vit
hava fleiri líknandi skúla
bygningar.
Stjórin
á
Brunaumsjón
Landsins hevur í skrivi til
Tórshavnar Kommunuskúla
sagt, at skúlin kann setast í
fult forsvarligan stand til
skúlabrúkst uttan fullkomi
liga at broyta hann. Men
hesum er sløkkiliðstjórin
als ikki samdur í.
- Ein umvæling má lúka
dagsins krøv, støðan við
Realskúlanum kann tí ikki
samanberast við aðrar skúl
ar. Alt sum vit gera í dag,
má lúka krøvini, sum vit
hava í dag.
- Núverandi umvælingin er
ein isolering av klædningin
um. Onki verður gjørt inn
an. Hetta er nøktandi fyri
ein
fyrisitingarbygning.
Fyrisitingarhølini í stóra
bygninginum kunnu hinveg
in lættliga umbyggjast til
skúlastovur.
Foreldur orka
ikki at skelda
Elin Jóhanna Høgenni, for
eldraumboð, sigur at foreld
rini ynskja at bæði trygd og
námsfrøði skal raðfestast
høgt.
- Tað eina kann ikki útiloka
hitt. Trygdin má vera í ord
an, men innrætting av høl
um eigur ikki mótarbeiða
námsfrøðini.
Lærarnir
mugu hoyrast í samband
við skúlabygging, og knapp
ligar loysnir eru ikki nøktan
di.
Sambært Elin Jóhannu
Høgenni, orka foreldur ikki
at halda áfram at skelda.
Nú má friður skapast um
arbeiði.
Foreldraumboðini í skúla
stýrinum á Kommunskúla
num taka undir við náms
frøðiliga leistinum við smá
um skúlum í tí stóra skúla
num. Hesin leistur er longu
roynt við yngstu flokkunum
á Kongagøtu. Hanus Joen
sen, skúlastjóri, sigur, at
royndirnar á Kongagøtu
vísa, at hesin leisturin er
tann rætti.
Og tá stjórin fyri Bruna
umsjón Landsins sigur, at
Realskúlin
við
smaúm
umvælingum kann nýtast
sum skúlabygningur, ynskir
skúlastjórin at halda fast
við ta loysnina.
Frustreraðir lærarar
Tá realskúlin varð stongdur,
setti Kommunuskúlin ein
arbeiðsbólk at fylgja við
umvælingini og vera í dia
log við kommununa. Jákup
Thomsen, lærari á skúlanum
og limur í arbeiðsbólkinum,
sigur, at tey hava fingið flei
ri lyftir um at verða hoyrd
og upplýst. Men tey hava
onki fingið at vita.
- Avgerðin at stongja skúl
an varð tikin av óðum monn
um ein fríggjamorgun orsak
að av skriving í bløðunum.
Fyri einum ári síðani var
Heðin Mortensen jaligur
um eitt skitsuprojekt, sum
Kommunuskúlin hevði latið
gera. Henda ætlanin sam
svaraði við námsfrøðiliga
toymisbygnaðin. Men síð
ani Realskúlin varð stong
dur, er allur dialogur steð
gaður. Lærarnir verða als
ikki tiknir upp á ráð.
Jákup Thomsen sigur, at
lærarnir eru troyttir og óðir.
Allar royndir at mótmæla
hava verið nyttuleysar.
- Vit hava gjørt tað, sum
vit kundu. Sagt verður, at
tað bara eru teir gomlu, tvø
ru lærarnir sum eru ímóti.
Men allir lærarnir hava und
irskrivað
mótmælisskriv,
eitt samt foreldraráð hevur
mótmælt, og Lærarafelagið
hevur eisini orðað sína
ónøgd. Men alt hevur verið
til onga nyttu. Og nú, mitt
undir próvtøkuni, kallar
borgarstjórin inn til snar
fund.
Størri brandfella enn kostdeildin
Sløkkiliðstjórin í Tórshavnar
Kommunu, Kartni Jacobsen,
metir gamla Realskúlan vera
eina brandfellu uttan líka.
- Onki av tilfarinum
lýkur dagsins krøv, og um
bygningurin skal gerast
nóg tryggur til skúlabrúk,
má hann fyrst rívast niður,
staðfestir sløkkiliðsstjórin
mynd: Jens K. Vang