Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 116 - 20. juni 2007 127.000 kr. í bót Løgreglan hevði her fyri grein 13 kanningar um alt landið. Yvir 400 rapportir vórðu skrivaðir um bilar, har alt ikki var í lagi. Løgreglan upplýsir, at talan til samans var um 1.951 akfør, sum vóru kannað. Til samans vórðu 400 rapportir skrivaðar undir kanningini, og fevndu hesar millum annað um hesi lógarbrot: 212 sótu ikki í trygdar­ belti, hjá 50 vóru ljósini ikki í lagi, 87 førarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, og hjá 15 bilum vóru dekkini ikki í lagi. Til samans vórðu bøtur skrivaðar fyri 127.570 kr. Øl aftur í Qaanaaq Grønlendska landsstýrið ætlar nú aftur at loyva sølu av øli og brennivíni í býnum Qaanaaq. Men áðrenn loyvi verður givið skal kommunustýrið leggja fram eina ætlan fyri, hvussu teir ætla at tryggja børn og ung í býnum. Í fyrstu atløgu verður talan um at loyva sølu av øli, víni og brennivíni undir 15%. Nær sterkari løgur verður at fáa í býnum, er enn óvist. Landsstýrið steðgaði allari sølu av rúsandi løgi í mai. Tað hendi eftir, at danski filmsleikstjórin Karen Littauer boðaði frá, at lítli grønlendski býurin nærmast fleyt í brennivíni. Ein skal hinvegin ikki hava verið leingi í kom­ mununi fyrrenn ein sær, at her er væl komið burtur úr, bæði inni í kommununi og tá ein kemur inn í kommununa. Hetta er ikki bert nakað sum hin fremmandi sær. Fólk í kommununi eru somuleiðis sera fegin yvir arbeiðið at fríðka um býin. Góðar umstøður Alt tað grøna arbeiðið má sjálvandi verða lagað eftir umstøðunum – og ikki minst eftir árstíðunum. Um summarið eru nógv ungfólk í arbeiði og okkurt árið hava brúkarar á verkstaðnum Stíggjur lut­ tikið í arbeiðinum. Um veturin hinvegin fer ein stórur partur av tíðini til kavarudding, at rudda áir og tílíkt. Umstøðurnar hjá Bjarna og hansara monnum eru nú vorðnar sera góðar. Á Lambareiði hava teir fingið eina høll við skriv­ stovum, kantinu og øðrum. Beint nú eru teir í ferð við at gera rúm til tær ymisku deildirnar í kommununi, har tær kunnu hava amboð og maskinur sínar stand­ andi. Skifta planturnar út Tann dagin, vit tosaðu við Bjarna og Sigmund vóru teir so smátt farnir at fyrireika seg at taka tuli­ pan­leykirnar burtur, tí teir følna nú. Eftir tað verða summar­ blómurnar plantaðar ístað­ in, sum teir mongu gestirnir á eystanstevnuni um viku­ skiftið fingu møguleika at síggja. – Hetta skal alt verða gjørt eftir ávísari skipan, og tá senda vit boð eftir einum gartnara at leggja okkum lag á. Sum ein blekksprutta Tað er ikki løtuverk at standa fyri øllum hesum arbeiðinum sum krevjast av arbeiðsmonnunum í Runavíkar kommunu. Tað kann arbeiðsformaðurin, Bjarni Kjeld skriva undir uppá: - Ofta er tað sera hektiskt. Tá kann telefonin hjá mær ringja bæði 40 og 50 ferðir um dagin. - Viðhvørt má ein simpelthen vera sum ein blekksprutta: Onkur arbeiðir í Elduvík, ein annar er í Oyndarfirði, samstundis sum aðrir arbeiða herúti í Runavík. Skip við bryggju Hóast menninir hjá Bjarna hava royndir og førleikar til víttfevnda arbeiðið, er kortini mark fyri, hvat teir fara undir. Tá talan er um størri arbeiði, sum t.d. at leggja vantleiðingar, verður hetta ístaðin lutað út til ymiskar arbeiðstakarar at gera. Eitt arbeiði er kortini við í hesum »stóra pakkanum« og tað er, tá stór skip leggja til bryggju í Runavík. - Vit verða tá innkallaðir at binda skipini til bryggjuna, serliga um veðrið er vánaligt. - Tá er neyðugt at nógvir mans eru við í arbeiðinum - og tá er óansæð, um hetta er áðrenn kl. 4 ella aftaná. Vit eru standby alt samdøgrið!, slær Bjarni fast. Okkara arbeiði er sera áhugavert og fjølbroytt. Vit gera stutt sagt alt – you just name it! myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Runavík Sum tit síggja, so er hetta eisini vakrasti býur í Føroyum – Okkara arbeiði er at Runavíkar til ein reinan og fríðan bý. Eg haldi, at vit eru væl á veg, sigur Bjarni Kjeld (vinstrumegin)