mikudagur 20. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 116 - 20. juni 2007
Miðbýur og býurin
sum heild verður
ikki at kenna aftur,
tá langtíðarætlanin
hjá Tvøroyrar Bý
ráð kemur á mál.
Fríðkan av býnum
stendur frammaliga
í huganum á tvøra
monnum. Í dag,
mikudag, verður
víðfevnd ætlan løgd
fram, ið av sonnum
brýtur upp úr nýggj
um. Sosialurin hevur
verið framvið og fing
ið frammíhjárætt at
frætta um ætla nirnar
Býarætlan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurijn.fo
Sosialurin hevur í samband
við jóansøku fingið eitt
sindur av innliti í víðfevnda
ætlan, ið annars ikki verður
løgd fyri almenningin, fyrr
enn í kvøld, mikukvøld.
Talan er um miðbýarætlan
og eisini ætlan yvir allan
býin á Tvøroyri, ið skal ren
overast og fríðkast.
Og tað verður farið álvar
samt til verka og tað er ikki
hissini ætlan, ið løgd verður
fyri dagin. Her er talan um
kollveltandi endurnýggjan
av býnum, ið veruliga brýt
ur upp úr nýggjum.
Ætlanin var ikki endaliga
avgreidd í teknisku nevnd
og í býráðnum, tá Sosialurin
fekk innlit í málið. Á fundi í
dag kom málið fyri og skuldi
so sýnast fram á almenum
kunnandi fundi í kvøld.
Men Tummas Sørensen,
býarverkfrøðingur, greiddi
mánadagin í stuttum tygara
útsenda frá stóru ætlanini.
Stór broyting
Talan er um at renovera
ella uppgradera býin. Vit
eru komin so gott sum á mál
við fyrireikingunum, tekn
ingunum. Hevur ein onkra
ætlan, so má ein ætlan vera,
eitt projekt, um komast skal
á mál, sigur Tummas.
Vit hava granskað t.d.
ferðsluna
í
býnum
og
kannað hvar óhapp henda.
Vit hava havt serfrøðingar
uppi í og hava eisini valt ein
fylgibólk av borgarum, ið
umboða allar borgarar, so
at øll á Tvøroyri áttu at kent
seg sum part av hesum. Ein
vegur er ikki longur bert
ein vegur, men alt skal við,
so sum undirlag og fríðkan
framvið vegnum og so
framvegis, greiðir Tummas
Sørensen frá.
Alt verður lagt fram á
kunnandi fundi mikudagin (í
kvøld, blðm.), tí hetta verður
ikki endaliga viðgjørt í tekn
isku nevnd og í býráðnum
fyrr enn tá, sigur Tummas.
Ongir kantsteinar
Stórar broytingar liggja fyri
framman og vit hava roynt at
loyst knútapunktini í ferðsl
uni og eitt annað er eisini, at
parkeringspláss vanta í býn
um. Vit hava roynt at sæð
allan býin sum eina heild og
at skipa sjálvan miðbýin við
trøum og torgum, meðan onn
ur støð, sum t.d. Hvítanes,
fáa meira maritiman dám við
bátaplássum, sigur býarverk
frøðingurin, meðan hann
vísir á stórt kort við tekning
um, ið fevna um allan býin.
Vit hava hugskot um at
hava sonevndan 40 kilo
metra veg og eisini verða 3
býarportur við trøum og øðr
um, ið markera, at nú nærk
ast ein sjálvum býnum, sigur
Tummas Sørensen.
Í sjálvum miðbýnum
verða ongir kantsteinar, so
har verður so vinarligt sum
gjørligt hjá øllum, eisini
gomlum og illa gongdum.
Vit skulu eisini hava torg
við listaverkum, har t.d. nøk
ur relieff, ið vit hava tøk, og
standmynd av fiskakonu,
koma
at
vera,
sigur
Tummas.
Rundkoyring
Eisini hava vit rundkoyring
og friðað øki í ætlanunum og
framvið sjónum verður sam
anhangandi gøta allan vegin
framvið, sigur Tummas.
Øll vita kanska ikki, at
Rasmus Effersøe hevur til
knýti til Tvøroyri og at
standmynd av honum er
reist á staðum.
Vit ætla at fáa Rasmus
Effersøe fram aftur. Stand
mynd av honum er reist á
Heiðatrøðni, sum fá vita
um, men í ætlanini er, at
myndin skal koma til sín
rætt, sigut Tummas, ið legg
ur afturat, at allar brýr eisini
skulu renoverast.
Busslummar
Annað, ið er nýhugsan í
býarmyndini, eru støðini,
har bussar steðga.
Bussarnir koma at steðga
mitt á vegnum inni í býnum.
Ætlanin er at gera sonevndar
busslummar ella trongar, so
ferðslutrygdin er í hásæti,
sigur býarverkfrøðingurin.
Hetta merkir stutt, at við
steinseting ella øðrum verður
gjørt soleiðis, at vegurin
smalkar somikið, har buss
urin steðgar, at bert bussurin
sleppur at koyra á vegnum
og ongin slepur framvið. Við
hesum slepst t.d. undan, at
børn renna undan busssinum
og út á vegin.
Framsýning
Her á teknisku deild hava
vit ta fatan, at fólk taka
undir við ætlaðu uppgrad
eringini og fríðkanini og at
fólk eru spent og taka ætl
anina til sín. Vit hava roynt
at sæð býin sum eina heild.
Onki áramál er sett á, men
síðsta hond verður løgd á
heildarætlan og tekningar í
hesum døgum. Ætlanin við
tekningum og øðrum verður
so víst fram á jóansøku í
hølunum hjá Karl Jespersen,
sigur býarverkfrøðingurin
Tummas Sørensen.
Tað
eru
arkitektarnir
Albert Isfeld og Gudmund
S. Hansen, ið hava gjørt
tekningar og yvirlit yvir
ætlandi renoveringarnar av
Tvøroyri.
Stór ætlan fyri býin
Keyp 1 par av arbeiðsbuksum
og hoyr Jack Petersen ókeypis
Postmoga 107
FO-800 Tvøroyri
Tel: 372186
Fax: 372286
alval@alval.fo
www.alval.fo
Tey fyrstu 5 sum keypa eitt
par, hvønn tíma frá kl. 20
fríggjakvøldið til á midnátt
fáa eitt atgongumerki til
Jóansøkufestivalin ókeypis.
jóansøka
Soleiðis sær langtíðarætlanin fyri Tvøroyri út
Við Tvøráveg og Miðbrekku
Sjógøta við Tryggingina