Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 • 20. juni 2007 MIÐvikan 33 ➙ Sør­vá­gi á sumri. Hann vildi ikki róg­va út um veturin, so hetta pass­aði fínt. Vanliga plagdu vit at liggja um 5-7.000 pund, tað var sum sagt gott. Veiðan var fyrst og fremst toskur, men tað var eisini nógv hýsa tá. Tá kom so lítið av bát­ um vestur hagar. Tað vóru ba­ra einir tveir størr i bátar. Nú gan­ga teir so skjótt, soleiðis var ik­ki tá. At koma úr Klaksvík ella Skála­fjørðinum tók tá so langa tíð, so tað var toluliga friðarligt. Vit avreiddu til flakavirkið hjá Nic­las­sen í Sørvági. Prísirnir vóru nakr­ir heilt aðrir enn nú, um 50 oy­ru kilo. Eg hevði tann bátin í 23 ár frá 1963 til 1986. Tá gavst eg. Eg var blivin so mikið gamal, at tað var tíð til at gevast. Eg hevði ei­na manning, sum eg hevði skyld­ur yvir fyri. So eg fekk mær ein opnan bát, har eg kundi royna ein­sa­mallur og vera heilt óheftur, og eg kundi gera sum eg vildi. Dán­ jal á Vatnsoyrum bygdi mær eitt 10-mannafar við 40 hesta mot­ori. Rokveiða eftir kalva Eina ferð, tá ið hesin báturin var pú­ra nýggjur í 1987, fór eg vestur til Sørvágs at royna við kalvalínu ein­sa­­mallur. Tað var í apríl og gott veður. Eg setti og fekk 1000 pund. So fór eg til Sørvágs, eg gis­ti hjá einum svági, og setti kalv­an inn á virkið har. Eg hevði sett niður aftur og fór út aftur at dra­ ga. Nú vóru aftur 1000 pund á. Men so tók eg kalvan umborð, síðan aft­ur til Havnar, har eg pakkaði kalv­an. Eg sendi kalvan niður, tá var Marr farin at selja fyri meg. Tá vóru aftur tveir dagar við góð­um streymi og góðum veðri. Tá fekk eg aftur 1.000 pund uppá dagin eystanfyri Stóru Dím­un. Hetta var ein góð byrjan. Tað vóru ikki nógvar útreiðslur. Bát­ ur­in brúkti ikki nógva olju, og hon var bílig, so eg hevði 62.000 krón­ur í behold hesar dagarnar. Tað var óføra gott. Kalvi ikki av­reidd­ur Um kalva er annars at siga, at hann var ikki aveiddur fyrr enn stutt fyri 2. heimsbardaga. Í yvir­li­ti yvir prísir sæst, at eingin prís­ur var á kalva fyrr enn í 1934. Tað var ikki fyrr enn ísfiskur og fryst­ur fiskur varð útfluttur, at kal­vi kom at vera útflutningsvøra. Men kalvi hevði stóran týdning í hús­ar­haldinum. Fyrst varð roynt eft­ir honum við snøri og seinni við lí­nu. Tað bar til at fáa kalva alt ár­ið, men tað gamla var at veiða kal­va um vár ið og summarið. Tá ið menn fingu kalva fyrr , var hann tikin sundur soleiðis, at tað feita og minni feita varð javnt býtt, og at tað komu so mong riklingakøst burtur úr sum mø­gu­ ligt. Fløkini vóru altíð roknað sum fýra limir. Tað feitasta á kalv­an­ um vóru ravarnir. Fløkini ristu teir eisini í leingjur og hongdu upp at turka. Tey vóru tá nevnd riklingar. Bæði ravur og rik­ling­ar vóru fyrr vanlig at síggja han­ga undir hjallinum við einum stei­ni í endanum. Riklingurin varð turk­ að­ir og ofta havdur við til út­róð­rar Veiðan var annars býtt javnt mill­um menninar, sum vóru við. Men gamalt var, at var kalvin so smá­ur, at tað bar til at lyfta hann upp frá við at halda um stertin, át­ ti viðkomandi sjálvur hendan kalv­an. Tá rá ddi um at vera han­ da­sterk­ ur. Skeivt at tráðroyna Tað hevur stóran týdning at kenna mið fyri at fáa mest burtur úr. Kal­vi er á djúpum vatni, so tá ið roynt verður eftir kalva verður sett millum fleiri plinkar, og okk­urt tungt verður hongt í línuna fyri at fáa hana at søkka millum plink­ar­nar. Tá kann tað lukkast at fáa. Við kalvaveiðu er tað eisini um­ráð­ an­di ikki at fiska í sama plás­ si dag um dag. Verður flutt kann man blíva við at fáa alt ár ið av og til á tí sama plássinum. Men um man bleiv við at fiska, kun­di tað ganga ár avís, áðrenn kalv­in kom aftur. Tað er tað sama við toski. Norðhavið ber ikki til at oyði­legg­ja heilt, men Vesturhavið er øðrvísi. Tað eru nógvir smáir toska­plink­ar og vóru enn fleiri, tá eg var yngri, sum til dømis Sunda­lag og Flesjarnir. Um man tek­ur tann síðsta fiskin, so kemur eing­in aftur. Meðan Jakku róði út vardi Alvilda borg heima. Mangurin fiskurin kom í húsið, og Alvilda fekk skjótt gjørt fiskin til knettir og frikadellur Hetta er útferð frá Sanatoriinum heim á Sund. Vit halda okkum bert kenna ein persón á myndini. Tað er kvinnan nr 2 frá høgru í aftara rað. Hetta er Lina Simonsen, ættað úr Norðradali, men gift til Hvítanesar. Á Suðuroyar sjúkrahúsi stendur modellið av eini slupp, sum kallast Lina. Hon er gjørd av sjúklingum á Sanatoriinum til eina lutaseðlasølu. Hon fekk navn eftir Linu í Norðradali. Kennir nakar hinar persónarnir, vilja vit fegin frætta Jakku er framvegis á floti tá høvi býðst. Her saman við Johan McDonald fyrst í juni mánaði Gustav rekir línu við Lágukai Gustav pakkar kalva við Fisksentralin