Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 • 20. juni 2007 MIÐvIkaN 33 ➙ Sør­vá­gi á­ sumr­i. Hann vildi ikki r­ógva út um vetur­in, so hetta passaði fínt. Vanliga plagdu vit at liggja um 5-7.000 pund, tað var­ sum sagt gott. Veiðan var­ fyr­st og fr­emst toskur­, men tað var­ eisini nógv hýsa tá­. Tá­ kom so lítið av bá­tum vestur­ hagar­. Tað vór­u bar­a einir­ tveir­ stør­r­i bá­tar­. Nú ganga teir­ so skjótt, soleiðis var­ ikki tá­. At koma úr­ Klaksvík ella Ská­lafjør­ðinum tók tá­ so langa tíð, so tað var­ toluliga fr­iðar­ligt. Vit avr­eiddu til flakavir­kið hjá­ Nic­lassen í Sør­vá­gi. Pr­ísir­nir­ vór­u nakr­ir­ heilt aðr­ir­ enn nú, um 50 oyr­u kilo. Eg hevði tann bá­tin í 23 á­r­ fr­á­ 1963 til 1986. Tá­ gavst eg. Eg var­ blivin so mikið gamal, at tað var­ tíð til at gevast. Eg hevði eina manning, sum eg hevði skyldur­ yvir­ fyr­i. So eg fekk mær­ ein opnan bá­t, har­ eg kundi r­oyna einsamallur­ og ver­a heilt óheftur­, og eg kundi ger­a sum eg vildi. Dá­njal á­ Vatnsoyr­um bygdi mær­ eitt 10-mannafar­ við 40 hesta motor­i. Rokveiða eftir kalva Eina fer­ð, tá­ ið hesin bá­tur­in var­ púr­a nýggjur­ í 1987, fór­ eg vestur­ til Sør­vá­gs at r­oyna við kalvalínu einsamallur­. Tað var­ í apr­íl og gott veður­. Eg setti og fekk 1000 pund. So fór­ eg til Sør­vá­gs, eg gisti hjá­ einum svá­gi, og setti kalvan inn á­ vir­kið har­. Eg hevði sett niður­ aftur­ og fór­ út aftur­ at dr­aga. Nú vór­u aftur­ 1000 pund á­. Men so tók eg kalvan umbor­ð, síðan aftur­ til Havnar­, har­ eg pakkaði kalvan. Eg sendi kalvan niður­, tá­ var­ Mar­r­ far­in at selja fyr­i meg. Tá­ vór­u aftur­ tveir­ dagar­ við góðum str­eymi og góðum veðr­i. Tá­ fekk eg aftur­ 1.000 pund uppá­ dagin eystanfyr­i Stór­u Dímun. Hetta var­ ein góð byr­jan. Tað vór­u ikki nógvar­ útr­eiðslur­. Bá­tur­in br­úkti ikki nógva olju, og hon var­ bílig, so eg hevði 62.000 kr­ónur­ í behold hesar­ dagar­nar­. Tað var­ ófør­a gott. Kalvi ikki avreiddur Um kalva er­ annar­s at siga, at hann var­ ikki aveiddur­ fyr­r­ enn stutt fyr­i 2. heimsbar­daga. Í yvir­liti yvir­ pr­ísir­ sæst, at eingin pr­ísur­ var­ á­ kalva fyr­r­ enn í 1934. Tað var­ ikki fyr­r­ enn ísfiskur­ og fr­ystur­ fiskur­ var­ð útfluttur­, at kalvi kom at ver­a útflutningsvør­a. Men kalvi hevði stór­an týdning í húsar­haldinum. Fyr­st var­ð r­oynt eftir­ honum við snør­i og seinni við línu. Tað bar­ til at fá­a kalva alt á­r­ið, men tað gamla var­ at veiða kalva um vá­r­ið og summar­ið. Tá­ ið menn fingu kalva fyr­r­, var­ hann tikin sundur­ soleiðis, at tað feita og minni feita var­ð javnt býtt, og at tað komu so mong r­iklingakøst bur­tur­ úr­ sum møgu- ligt. Fløkini vór­u altíð r­oknað sum fýr­a limir­. Tað feitasta á­ kalvan- um vór­u r­avar­nir­. Fløkini r­istu teir­ eisini í leingjur­ og hongdu upp at tur­ka. Tey vór­u tá­ nevnd r­iklingar­. Bæði r­avur­ og r­iklingar­ vór­u fyr­r­ vanlig at síggja hanga undir­ hjallinum við einum steini í endanum. Riklingur­in var­ð tur­kaðir­ og ofta havdur­ við til útr­óðr­ar­ Veiðan var­ annar­s býtt javnt millum menninar­, sum vór­u við. Men gamalt var­, at var­ kalvin so smá­ur­, at tað bar­ til at lyfta hann upp fr­á­ við at halda um ster­tin, á­tti viðkomandi sjá­lvur­ hendan kalvan. Tá­ r­á­ddi um at ver­a han- daster­kur­. Skeivt at tráðroyna Tað hevur­ stór­an týdning at kenna mið fyr­i at fá­a mest bur­tur­ úr­. Kalvi er­ á­ djúpum vatni, so tá­ ið r­oynt ver­ður­ eftir­ kalva ver­ður­ sett millum fleir­i plinkar­, og okkur­t tungt ver­ður­ hongt í línuna fyr­i at fá­a hana at søkka millum plinkar­nar­. Tá­ kann tað lukkast at fá­a. Við kalvaveiðu er­ tað eisini umr­á­ðandi ikki at fiska í sama plá­ssi dag um dag. Ver­ður­ flutt kann man blíva við at fá­a alt á­r­ið av og til á­ tí sama plá­ssinum. Men um man bleiv við at fiska, kundi tað ganga á­r­avís, á­ðr­enn kalvin kom aftur­. Tað er­ tað sama við toski. Nor­ðhavið ber­ ikki til at oyðileggja heilt, men Vestur­havið er­ øðr­vísi. Tað er­u nógvir­ smá­ir­ toskaplinkar­ og vór­u enn fleir­i, tá­ eg var­ yngr­i, sum til dømis Sundalag og Flesjar­nir­. Um man tekur­ tann síðsta fiskin, so kemur­ eingin aftur­. Meðan Jakku róði út vardi Alvilda borg heima. Mangurin fiskurin kom í húsið, og Alvilda fekk skjótt gjørt fiskin til knettir og frikadellur Hetta er útferð frá Sanatoriinum heim á Sund. Vit halda okkum bert kenna ein persón á myndini. Tað er kvinnan nr 2 frá høgru í aftara rað. Hetta er Lina Simonsen, ættað úr Norðradali, men gift til Hvítanesar. Á Suðuroyar sjúkrahúsi stendur modellið av eini slupp, sum kallast Lina. Hon er gjørd av sjúklingum á Sanatoriinum til eina lutaseðlasølu. Hon fekk navn eftir Linu í Norðradali. Kennir nakar hinar persónarnir, vilja vit fegin frætta Jakku er framvegis á floti tá høvi býðst. Her saman við Johan McDonald fyrst í juni mánaði Gustav rekir línu við Lágukai Gustav pakkar kalva við Fisksentralin