Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 • 20. juni 2007 MIÐvikan 34 Sum tað sæst í okkara frásøgn frá Jakku á Sundi hevur nógv samband verið mill­um Sund og Norðradal. Pápi Jakku var jú upp­run­a­li­ ga haðani, og nógv sam­ band var millum bygdirnar. FF-blaðið hevði í 2003 ein sam­røðu við Onnu á Váli, sum er uppvaksin í Norð­ra­ da­li og hevur hon sum fá upp­liv­að broytingarnar í far­ nu øld. Millum annað hevur hon upplivað glaðing. Vit end­ur­geva hesa ferð og í kom­an­di bløðum part av frá­søgn­ini hjá Onnu saman við ískoyti, sum vit nú hava fin­g­ið frá Onnu Anna er fødd 5. november í 1920 og er tískil 86 ára gomul. Men se­ra skilagóð er hon, og tey eru ik­ki mong, sum hava roynt so nógv at tí gamla bygdalívinum sum hon. Vit halda tað vera se­ra týdningarmikið at fáa fest lívs­ roynd­ir hjá fólki sum Onnu á blað, so hesar kunnu varðveitast fyri eftir­tíð­ina. Foreldrini hjá Onnu vóru Katrina Sim­on­sen og Óli Reinert, sum bæði vóru ættað úr Norðradali, men tey búðu í Tróndargøtu í Havn. Tey vóru seks systkin, Hanna, Hans, Nele, Oleva, Símin, og so var ein genta inn ímillum, sum doyði heilt lítil. Mamman doyði, tá ið yngsta barn­ið bert var tveir mánaðir gam­alt. Sagt var, at hon hevði fing­ið lungnabruna, sum ikki var óvan­ligt hjá barnakonum, um tær ko­mu í kulda stutt eftir føðingina. Het­ta var áðrenn pensillinið var upp­funn­ið, og sjálvt lungnabruni kun­di vera deyðilig sjúka. Katrina kom á sjúkrahúsið, men kom ikki liv­an­di heim aftur. Hon doyði tó so knappliga, at Anna heldur, at hon má hava fingið blóðtøpp ella líkn­an­di. Hetta hendi í 1924, tá ið An­na var 4 ára gomul. Sjálvt um Anna var so ung, tá ið hon fór úr Havnini, hevur hon kort­ini onkur minni frá síni tíð sum havnargenta. Og hetta var frá jólunum, tá ið hon var trý ára gom­ul. Tá skipaði jarðarmóðurin Han­s­ina, kona Tummas í Fjósi, fy­ri jólahaldi fyri børnum, sum hon metti ikki at vera so væl fyri. Het­ta minnist Anna sum eina óg­loy­m­andi hending. Leidd til Norðradals Tað var sjálvsagt ikki lætt hjá ein­ um einsamallum pápa at sita eftir við einum so stórum barnaflokki. So ráðini vóru, sum var tað van­li­ga tá í tíðini, at børnini fóru til skyldfólk at vera. Øll børnini utt­an tveir av dreingjunum fóru til onn­ur at vaksa upp. So tað varð av­rátt, at Oleva og Anna skuldu fa­ra til Norðradals at vera. Á jól­um fóru tískil pápin saman við Dia gubba, Andreas Samuelsen, bak­ara, í Horni, til Norðradals við báðum systrunum. Teir leiddu On­ nu millum sín, meðan Oleva varð bor­in í leypi. Hetta var sjálvsagt ein stór broyt­ing at fara úr Havnini til Norð­ra­dals, og Anna minnist, at hon græt, tá ið hon sá Stiðjafjall, tí tað sá so ógvusligt út. Oleva fór til ommuna og abban á Fløtum at vera. Anna fór í fyrsta umfari til Símun mammubeiggjan og ko­nu hansara Dortheu, sum var úr Kolla­firði. Tey áttu frammanundan sjey børn. Dorthea skuldi fara til Kolla­ fjarð­ar at vitja várið eftir, at Anna var komin. Hon hevði tríggjar døt­ ur við. Tískil vóru fleiri børn, sum páp­in skuldi ansa, eftir í húsinum. Dorthea man hava hildið hetta at verið ríkiligt fyri pápan, so hon spurdi Óla Reinert, sum var syst­kina­barn pápa Onnu, og konu han­sa­ra Josefinu, um Anna kundi ve­ra har, til hon kom aftur. Og tað var leyst og liðugt. Har búði eisini pá­pi Óla, Andrias, og fastir Óla, Lot­ta, sum vanliga varð kallað gum­ma. Hjá teimum kom eg at vera verðandi. Ongin telefon Telefon kom á Sund longu í 1906, sum áður greitt frá. Telefonin kom nógv seinni til Norðradal. An­na var umleið 10 ár tá, so het­ta hevur verið umleið 1930. Het­ta var sera forkunnugt, og gam­la Lotta, gumma, hevði hug at ræðast hetta framstig, sum ein­g­in kundi skilja. Andrias í Norðradali var við til at leggja linjurnar. Hann skilti het­ta heldur ikki og spurdi um træð­r­ir­nir vóru opnir innan! Linjan til Norðradal gekk upp frá Kaldbaksbotni, og tað var so bratt, at linjan í støðum kom heilt niður ímóti svørðinum. Het­ta var so spennandi fyri ein veðr, at hann fór at baksast við lin­ju­na. So ella so gjørdist hann fast­ur, soleiðis at hann fór á glið, með­an hornini hingu á linjuni. Ein kvøld í skýming kemur Albert í Norðradali til gongu og hyggur upp. Tá heldur hann seg síggja ein mann hanga í telefonlinjuni, og skundaði sær at fara til hjálp­ ar. Men tá var tað veðrurin, sum hekk deyður! Ein dagin er Andrea, fastur Jak­ku, í telefonini úr Danmark, hon vildi eisini heilsa uppá gum­mu. Hon var einki við uppá het­ta, men lat sær siga. Gumma tek­ur telefonina og hoyrir eina rødd siga: »Góðan dag gumma, het­ta er Andrea.« Gumma er ræðs­lus­lig­in og svarar aftur: »Oy Jes­us Andrea, hvar ert tú?« Og so blakaði hon hornið frá sær , so her varð ikki meira prátað. Onkur ann­ar mátti so taka hornið og hal­da fram við samrøðuni. Óli Reinert og Jákup Bærentsen, bón­di á Sundi, vóru so sera væl. Ják­up var tann fyrri til at fáa sær rad­io. Jakku minnist eisini tá ið Ják­up kom berandi við radionum á bakinum. Jákup visti, hvat dámdi Óla best at hoyra. Hetta kundi vera an­da­ligt tilfar sum til dømis sál­ma­sang­ur. Telefonstøð var á bónda­garð­inum á Sundi, so tá ið okkurt slíkt var at hoyra, ringdi Já­ k­up til Norðradals og legði hornið at radionum. Í Norðradali høvdu tey hátalara í telefonini, so tá kun­di alt húsið lurta eftir hesum vak­ra tónleiki. Telefonin varð eisini brúkt til eina serliga uppgávu, sum betri enn nakað ann­að vísir menningina í sam­skift­is­mø­gu­leik­ un­um í Annusa og Jakkusa tíð. Tá ið grindaboð vóru, varð ringt til støðina í Norðradali. Tá var upp­gáv­an hjá teimum at glaða boð­ini víðari til Kolturs, har eingin tele­fon var komin. Glaðast kundi í trimum ymiskum støðum niðri á bakkanum. Tað sást á staðnum har glaðað var, hvar grindin var. Glað­ing­in fór fram við at brenna gam­alt hoyggj. Tað kundi saktans ve­ra eitt sindur vátt, tí tá gjørdist mei­ra av royki, og boðini sóust bet­ri í Koltri. So tey gomlu hava upplivað all­ar samskiftishættir frá glaðing til barnabørnini, ið nú hava far­t­ele­fon og teldu, sum ger tað mø­gu­ligt hjá teimum at koma í sam­band við allan heimin eftir se­kund­um. Her skal leggjast afturat, at áðrenn tey fingu telefon í Norð­ra­dali, plagdi Jákup úr bón­ da­hús­inum á Sundi at renna til Norðradals við grindaboðum. Tá hann kom á Norðradalsskarð róp­ti hann so hart hann orkaði grinda­ boð, og hetta hoyrdist í bygdini, so tey fingu rigga seg til, áðrenn Ják­up kom oman í bygdina og greid­di frá, hvar grindin var. Anna á Váli: Frá glaðing til fartelefon Her er Anna á Norðradalsskarði næstseinasta sunnudag. Bygdin sæst niðri við sjóvarmálan, og beint yvirav Norðradal liggur Koltur, hagar Anna hevur verið við til at glaða! Í Norðradali í 1927. Børnini eru frá vinstru: Jóhanna Apol, Agnar Reinert, Anna Reinert (á Váli) og Eiko Apol. Í hjølbøruni Jákup Apol og Elma Reinert (Olsen).