mikudagur 20. juni 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 • 20. juni 2007
MIÐvIkaN
34
Sum tað sæst í okkara
frásøgn frá Jakku á Sundi
hevur nógv samband verið
millum Sund og Norðradal.
Pápi Jakku var jú upprunali
ga haðani, og nógv sam
band var millum bygdirnar.
FFblaðið hevði í 2003 ein
samrøðu við Onnu á Váli,
sum er uppvaksin í Norðra
dali og hevur hon sum fá
upplivað broytingarnar í far
nu øld. Millum annað hevur
hon upplivað glaðing. Vit
endurgeva hesa ferð og í
komandi bløðum part av
frásøgnini hjá Onnu saman
við ískoyti, sum vit nú hava
fingið frá Onnu
Anna er fødd 5. november í 1920
og er tískil 86 ára gomul. Men
sera skilagóð er hon, og tey eru
ikki mong, sum hava roynt so
nógv at tí gamla bygdalívinum
sum hon. Vit halda tað vera sera
týdningarmikið at fáa fest lívs
royndir hjá fólki sum Onnu á blað,
so hesar kunnu varðveitast fyri
eftirtíðina.
Foreldrini hjá Onnu vóru Katrina
Simonsen og Óli Reinert, sum
bæði vóru ættað úr Norðradali,
men tey búðu í Tróndargøtu í
Havn.
Tey vóru seks systkin, Hanna,
Hans, Nele, Oleva, Símin, og so
var ein genta inn ímillum, sum
doyði heilt lítil.
Mamman doyði, tá ið yngsta
barnið bert var tveir mánaðir
gamalt. Sagt var, at hon hevði
fingið lungnabruna, sum ikki var
óvanligt hjá barnakonum, um tær
komu í kulda stutt eftir føðingina.
Hetta var áðrenn pensillinið var
uppfunnið, og sjálvt lungnabruni
kundi vera deyðilig sjúka. Katrina
kom á sjúkrahúsið, men kom ikki
livandi heim aftur. Hon doyði tó
so knappliga, at Anna heldur, at
hon má hava fingið blóðtøpp ella
líknandi. Hetta hendi í 1924, tá ið
Anna var 4 ára gomul.
Sjálvt um Anna var so ung, tá
ið hon fór úr Havnini, hevur hon
kortini onkur minni frá síni tíð
sum havnargenta. Og hetta var
frá jólunum, tá ið hon var trý ára
gomul. Tá skipaði jarðarmóðurin
Hansina, kona Tummas í Fjósi,
fyri jólahaldi fyri børnum, sum
hon metti ikki at vera so væl fyri.
Hetta minnist Anna sum eina
ógloymandi hending.
Leidd til Norðradals
Tað var sjálvsagt ikki lætt hjá ein
um einsamallum pápa at sita eftir
við einum so stórum barnaflokki.
So ráðini vóru, sum var tað
vanliga tá í tíðini, at børnini fóru
til skyldfólk at vera. Øll børnini
uttan tveir av dreingjunum fóru til
onnur at vaksa upp. So tað varð
avrátt, at Oleva og Anna skuldu
fara til Norðradals at vera. Á
jólum fóru tískil pápin saman við
Dia gubba, Andreas Samuelsen,
bakara, í Horni, til Norðradals við
báðum systrunum. Teir leiddu On
nu millum sín, meðan Oleva varð
borin í leypi.
Hetta var sjálvsagt ein stór
broyting at fara úr Havnini til
Norðradals, og Anna minnist, at
hon græt, tá ið hon sá Stiðjafjall,
tí tað sá so ógvusligt út. Oleva
fór til ommuna og abban á Fløtum
at vera. Anna fór í fyrsta umfari
til Símun mammubeiggjan og
konu hansara Dortheu, sum var úr
Kollafirði. Tey áttu frammanundan
sjey børn.
Dorthea skuldi fara til Kolla
fjarðar at vitja várið eftir, at Anna
var komin. Hon hevði tríggjar døt
ur við. Tískil vóru fleiri børn, sum
pápin skuldi ansa, eftir í húsinum.
Dorthea man hava hildið hetta
at verið ríkiligt fyri pápan, so
hon spurdi Óla Reinert, sum var
systkinabarn pápa Onnu, og konu
hansara Josefinu, um Anna kundi
vera har, til hon kom aftur. Og tað
var leyst og liðugt. Har búði eisini
pápi Óla, Andrias, og fastir Óla,
Lotta, sum vanliga varð kallað
gumma. Hjá teimum kom eg at
vera verðandi.
Ongin telefon
Telefon kom á Sund longu í 1906,
sum áður greitt frá. Telefonin
kom nógv seinni til Norðradal.
Anna var umleið 10 ár tá, so
hetta hevur verið umleið 1930.
Hetta var sera forkunnugt, og
gamla Lotta, gumma, hevði hug
at ræðast hetta framstig, sum
eingin kundi skilja.
Andrias í Norðradali var við
til at leggja linjurnar. Hann skilti
hetta heldur ikki og spurdi um
træðrirnir vóru opnir innan!
Linjan til Norðradal gekk upp
frá Kaldbaksbotni, og tað var
so bratt, at linjan í støðum kom
heilt niður ímóti svørðinum.
Hetta var so spennandi fyri ein
veðr, at hann fór at baksast við
linjuna. So ella so gjørdist hann
fastur, soleiðis at hann fór á glið,
meðan hornini hingu á linjuni.
Ein kvøld í skýming kemur Albert
í Norðradali til gongu og hyggur
upp. Tá heldur hann seg síggja
ein mann hanga í telefonlinjuni,
og skundaði sær at fara til hjálp
ar. Men tá var tað veðrurin, sum
hekk deyður!
Ein dagin er Andrea, fastur
Jakku, í telefonini úr Danmark,
hon vildi eisini heilsa uppá
gummu. Hon var einki við uppá
hetta, men lat sær siga. Gumma
tekur telefonina og hoyrir eina
rødd siga: »Góðan dag gumma,
hetta er Andrea.« Gumma er
ræðslusligin og svarar aftur: »Oy
Jesus Andrea, hvar ert tú?« Og
so blakaði hon hornið frá sær , so
her varð ikki meira prátað. Onkur
annar mátti so taka hornið og
halda fram við samrøðuni.
Óli Reinert og Jákup Bærentsen,
bóndi á Sundi, vóru so sera væl.
Jákup var tann fyrri til at fáa sær
radio. Jakku minnist eisini tá ið
Jákup kom berandi við radionum
á bakinum.
Jákup visti, hvat dámdi Óla
best at hoyra. Hetta kundi vera
andaligt tilfar sum til dømis
sálmasangur. Telefonstøð var á
bóndagarðinum á Sundi, so tá ið
okkurt slíkt var at hoyra, ringdi Já
kup til Norðradals og legði hornið
at radionum. Í Norðradali høvdu
tey hátalara í telefonini, so tá
kundi alt húsið lurta eftir hesum
vakra tónleiki.
Telefonin varð eisini brúkt
til eina serliga uppgávu, sum
betri enn nakað annað vísir
menningina í samskiftismøguleik
unum í Annusa og Jakkusa tíð.
Tá ið grindaboð vóru, varð ringt
til støðina í Norðradali. Tá var
uppgávan hjá teimum at glaða
boðini víðari til Kolturs, har eingin
telefon var komin. Glaðast kundi
í trimum ymiskum støðum niðri
á bakkanum. Tað sást á staðnum
har glaðað var, hvar grindin var.
Glaðingin fór fram við at brenna
gamalt hoyggj. Tað kundi saktans
vera eitt sindur vátt, tí tá gjørdist
meira av royki, og boðini sóust
betri í Koltri.
So tey gomlu hava upplivað
allar samskiftishættir frá glaðing
til barnabørnini, ið nú hava
fartelefon og teldu, sum ger tað
møguligt hjá teimum at koma í
samband við allan heimin eftir
sekundum.
Her skal leggjast afturat,
at áðrenn tey fingu telefon í
Norðradali, plagdi Jákup úr bón
dahúsinum á Sundi at renna til
Norðradals við grindaboðum. Tá
hann kom á Norðradalsskarð rópti
hann so hart hann orkaði grinda
boð, og hetta hoyrdist í bygdini,
so tey fingu rigga seg til, áðrenn
Jákup kom oman í bygdina og
greiddi frá, hvar grindin var.
Anna á Váli:
Frá glaðing til fartelefon
Her er Anna á Norðradalsskarði næstseinasta sunnudag. Bygdin sæst niðri við sjóvarmálan, og beint yvirav Norðradal
liggur Koltur, hagar Anna hevur verið við til at glaða!
Í Norðradali í 1927.
Børnini eru frá vinstru: Jóhanna Apol, Agnar Reinert, Anna Reinert (á Váli) og
Eiko Apol. Í hjølbøruni Jákup Apol og Elma Reinert (Olsen).