Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 Í samband við nógvu atfinningarnar av umbyggingini av gamla realskúlanum skipaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, í gjárkvøldi fyri kunnandi fundum fyri lærarar og foreldur hjá børnum í Kommunuskúlanum. Fyrri fundurin var fyri lærarar og tann seinni fyri foreldur. Dorit Hansen Mynd: Jens Kristian Vang Ein av lærarunum, sum vóru á fundi, er 31 ára gamli Árni Vang, sum hevur arbeitt sum lærari á Kommunuskúlanum, síðani hann var útlærdur síðsta summar. Hann samanber fundin við ein vánaligan biograf­ film, har tú aftaná hugsar við tær sjálvum: Har spilti eg hálvan annan tíma. ­ Vit fingu onki at vita, als onki. Ongin heildar­ loysn varð framløgd. Borg­ arstjórin staðfesti bara, at realskúlin skal brúkast til fyrisitingarbygning, og at vit nú mugu hyggja fram­ eftir. Sambært Árna Vang komu nógvir spurningar frá lærarunum. Men tey fingu bara uttanumtos og smíl sum svar. Kommunan framlegði eina fyribilsloysn fyri pláss­ trotið, har seks mobilar skúlastovur skuldu upp­ setast antin í skúlagarðinum ella møguliga aftanfyri Sjónleikarahúsið. Og tá skúlin byrjar aftur, skal ein arbeiðsbólkur setast at finna eina heildarloysn fyri allan skúlan. ­ Heðin Mortensen endur­ tók fleiri ferðir, at vit máttu hava allar møguleikar opnir. Men tá realskúlin verður avsettur til fyrisiting, so eru allir møguleikar ikki opnir, staðfestir ungi lærarin á Kommunuskúlanum. Tvær av grundgeving­ unum fyri at realskúlin skal brúkast til fyrisitingarbygn­ ing eru, at stovurnar eru ov lítlar til 20 skúlabørn, og at tað fer at taka ov langa tíð at gera skúlan tryggan til skúlabrúks. ­ Men tað er løgið, at stov­ ur sum eru ov smáar til skúlastovur, vera hildnar at vera stórar nokk til fundar­ høli til 60 starvsfólk, sigur Árni Vang. Árni Vang er úr Fugla­ firði, har kommunan eisini hevði ein gamlan skúla, sum ikki leyk krøvini fyri brunatrygd. Tosað var um, at skúlin mátti rívast niður og byggjast uppaftur. Hetta var fyrst í hálvfemsunum, fíggjarliga rásarúmi var lítið, so avgjørt var at seta skúlan í stand. ­ Veggirnir vórðu útskift­ ir, brandtrappur uppsettar og so víðari. Hetta tók eina summarferiu. Men sløkki­ liðsstjórin í Tórshavnar Kommunu segði í gjár, at tað kundi taka upp til 20 ár, at fáa alt upp á pláss í Realskúlanum, sigur Árni Vang undrandi. Í PISA undankanningini kláraði Kommunuskúlin seg best. Og Árni Vang greiðir frá, at aðrastaðni, t. d. í Svøríki, hava skúlar, sum klára seg væl, verið løntir á fíggjarlógini. ­ Allir skúlarnir í før­ oysku kanningini kláraðu seg illa, men vit vóru so frægast. Kommunuskúlin hevur eina útgreinaða náms­ frøðiliga ætlan, sum bæði lærarar og foreldur eru glað fyri. Men alt hetta verður bara skúgva til viks av kommunustýrinum, sum ikki spyr og ikki lurtar eftir okkum. Alla aðra staðni verður serfrøðin tikin upp á ráð, tá skúlar verða bygdir, men ikki her, sigur hann uppgevandi. Lærarin á Kommunuskúl­ anum samanber tað við, at hann fór oman í býraði og segði teimum, hvussu tey skuldu innrætta nýggja løgtingshúsið, tá tey keypa tað til býráðsumsiting. ­ Sjálvandi hevði tað verið púra ørt, tí eg veit onki um býráðsumsiting. Men líka ørt er tað, at borgarstjórin ger seg til serfrøðing í skúlaskapi og skúlainnrætting. Á fundinum segði Heðin Mortensen seg undrast yvir mótstøðuna frá lærarunum, tí tey klappaðu fyri honum, tá hann kom niðan og boðaði frá at Realskúlin varð stongdur. ­ Men vit klappaðu bara, tá Heðin segði, at var tað upp til hansara, so javnaði hann skúlan við jørðina. Nú eru boðini eini heilt onnur. Men hví hann hevur broytt støðu, og hvønn hann hevur ráðført seg við, vita vit ikki, sigur Árni Vang. ­ Lærarnir hava ikki læst seg fastar í, at Realskúlin ikki skal brúkast til fyri­ siting. Vit eru opnir fyri øllum. Men vit ynskja at umbyggingin stegðar, at arkitektur verður tikin uppí, og ein verulig og góð heild­ arloysn verður funnin, stað­ festir ungi lærarin. Kafka á Meiarínum Ein Kafka­inspirerað uppseting, nevnd »Investigations of a Dog« verður framsýnd hesa vikuna á Meiarínum. Frumsýning var í gjárkvøldið og hildið verður fram vikuna út. Talan er um sang og dansleik, og Tróndur B. Hansen hevur komponerað tónleikin, meðan Rannvá Káradóttir og Carly Best hava koreograferað. – Burturspiltur fundur um realskúlan Skriv frá Lærarafel­ agnum: Borgarstjórin í Havn fer út um sínar heimildir og ger seg inn á leiðslurættin hjá skúlaleiðaranum í Kommunu­ skúlanum Í sambandi við málið um umbygging av gamla realskúla í Havn og ætl­ anir um at broyta henda til fyrisitingarbygning, hevur borgarstjórin í Havn tikið tað heilt óvanliga stig at bjóða foreldrum í 2.­6. flokki og lærarum til fundar í kommunuskúlaauluni mikukvøldið, 20. juni. Borgarstjórin í Havn fer við hesum stigi út um sínar heimildir sum borgarstjóri. Sambært § 55, stk. 2 í fólkaskúla­ lógini hevur skúlaleið­ arin fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av viðurskiftum skúl­ ans. Skúlaleiðarin hevur lógarásetta skyldu og rætt at vera skúlans andlit úteftir, tá tað snýr seg um samskifti við lær­ arar og foreldrabólkar. Málið um umbyggingina og broyttu nýtsluni hevur stóran námsfrøði­ ligan týdning og er tí greitt undir samskiftis­ ábyrgd skúlaleiðarans. Tórshavnar kommuna hevur ábyrgdina av skúlabygningunum, men hetta kann ikki heimila samskifti við einstøk foreldur uttan um skúla­ leiðaran. Býráðið skal viðgera byggiætlanir og broytingar saman við skúlastýrinum og leiðslu /­­lærarum, og tað er hesi, sum síðan skal hava fundir við foreldrini. At ein borgarstjóri troðkar seg inn á heim­ ildar­ og starvsøkið hjá einum skúlaleiðara, er eitt prinsipielt, sera álv­ arsligt mál, sum felagið harðliga átalar og mót­ mælir. Føroya Lærara­ felag fer at biðja Menta­ málaráðið taka neyðug stig í málinum. Árni Vang, lærari, skýrir fundin við borgarstjóran sum ein vánaligan biograffilm