hósdagur 21. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 117 - 21. juni 2007
Starvsfólkini fingu mest
Í prospektinum, sum varð gjørt undan søluni, stóð at lesa, at strembað varð
eftir, at starvsfólk í bankanum kundu tekna seg fyri 500 partabrøvum, uttan
at hetta tal varð skert, hóast ein yvirtekning varð. Hetta í sjálvum sær er
einki óvanligt, men neyvan hevði nakar ímyndað sær eina slíka yvirtekning,
sum talan gjørdist um. Vit hava ikki fingið váttað frá leiðsluni í bankanum,
um starvsfólkaparturin varð skerdur. Men frá álítandi keldum hava vit
fingið upplýst, at tað varð hann ikki. Tað vil siga, at fyrstu 94.500 kr., sum
eitt starvsfólk í Føroya Banka hevur teknað seg fyri, verða seldar uttan
nakra skerjing.
Mist álitið
Poul Michelsen heldur, at tað er ein ótrúligur áhugi, sum vístur er
Føroya Banka-partabrøvum. Hann viðgongur, at hetta kann metast
sum álit á bankna. - Men samstundis mugu vit endurmeta førleikan
hjá teimum, sum hava mælt landsstýrinum og tinginum til at selja
bankan á henda hátt og fyri henda prís, sigur Poul Michelsen. Og fyri
hann er eingin ivi: Landsstýrið og tingið hava við søluni fingið
álvarsligar trupuleikar, tí samstundis sum bankin hevur fingið álit,
sum ein góður banki, so koma vit ikki uttanum, at prísurin fyri bankan
er undirmettir álvarsliga, sigur Poul Michelsen.
Tað er ikki bara
í Føroyum, at
áhugin fyri at keypa
partabrøv í Føroya
Banka hevur verið
ovurhonds stórur.
Íleggjarar úr øllum
Norðanlondum
eins væl og fleiri av
stóru europeisku
londunum hava sett
pening í bankan
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var ein sera væl nøgdur,
men
eisini
eitt
sindur
troyttur forstjóri í Føroya
Banka, sum kundi hoykja
seg niður í ein stól og tosa
eina løtu við útsenda frá
Sosialinum, tá spennandi
løtan við børsskrásetingini
var av.
Janus
Petersen
hevur
seinastu mongu dagarnar
ferðast runt ein stóran part
av
Europa
saman
við
Fíggingargrunninum
frá
1992 og ráðgevum hansara.
Ellivu lond hava tey vitjað,
og har lagt prospektið fyri
privatiseringini fram fyri
møguliga
áhugaðar
íleggjarar.
Og forstjórin váttar, at
tað ikki bara er í Føroyum,
at
áhugin
fyri
partabrøvunum er ómetaliga
stórur.
- Nu er tað soleiðis, at
yvirtekning er púra vanlig,
tá
ein
fyritøka
verður
skrásett á børsinum, og tað
sigur ikki nakað sum so um
ásetta kursin. Hann verður
jú avgjørdur av áhuganum
fyri fyritøkuni, og hava
íleggjarar álit á fyritøkuni
verður
kursurin
eisini
hareftir,
sigur
Janus
Petersen.
Hann er ógvuliga fegin
um stóra áhugan, tí hann
sum
sagt
merkir,
at
íleggjarar hava stórt álit á
bankanum
og
teimum
framtíðarútlitum og eisini
inntjeningsmøguleikum,
bankin hevur.
Onkur
atfinningarsom
rødd hevur verið frammi og
sagt, at kursurin er settur alt
ov lágt, og at tað almenna
tískil fær nógv for lítið
burtur úr í mun til tað, ið
kundi fingist. Men forstjórin
í Føroya Banka vil onga
viðmerking gera til hetta.
-
Bæði
Fíggingargrunnurin
frá
1992 og ráðgevarar teirra
hava
arbeitt
ógvuliga
professionelt, og hvussu
kursurin hevur verið settur,
havi eg sum so onga støðu
til. Tað er stutt sagt ikki
mítt borð, segði Janus
Petersen.
Áhugi uttanlands
Sum nevnt hava fyrireikandi
bólkurin saman við leiðslu
bankans ferðast í ikki færri
enn ellivu londum, og hava
tískil vitjað áleið eitt land
um dagin. Og alla staðni frá
verður boðað um ógvuliga
stóran
áhuga
fyri
partabrøvunum í Føroya
Banka.
Janus
Petersen
kann
kortini ikki í verandi løtu
siga nakað um, hvussu
býtið hevur verið millum
stóru og smáu íleggjararnar
í
sambandi
við
yvirtekningina, og heldur
ikki hvussu býtið millum
føroyskar og útlendskar
íleggjarar í sama sambandi
hevur verið. Tey tølini hava
teir stutt sagt ikki enn.
- Men tað er einki at ivast
í, at hesi tølini verða
atkomilig um nakrar fáar
dagar. Vit hava bara havt so
úr at gera, at stundir ikki
hava verið at greina hetta út
enn,
sigur
forstjórin
í
Føroya Banka.
Eitt, sum kortini stendur
greitt, er, at helmingurin av
partabrøvunum – snøgg
50%, verður sagt – eru seld
í
Føroyum
og
hin
helmingurin í útlondum.
Eisini er greitt, at yvirteknað
er 26 ferðir, men áðrenn
nakrar
útrokningar
av
nøkrum slag kunnu gerast,
er neyðugt at kenna røttu
tølini.
Tað er tó neyvan nakað at
taka feil av, at privatu, ella
smáu,
íleggjararnir
í
Føroyum vóru til reiðar at
seta
fleiri
millliardir
í
paratbrøv í Føroya Banka.
Og at áhugin spennir vítt
vísir eisini tann sannroynd,
at bankin í dag hevur 15.000
íleggjarar.
Nógvir av hesum eru
føroyingar,
men
at
íleggjararnir
eisini
eru
útlendskir,
metir
Janus
Petersen er positivt.
- Tað kann bara verða ein
styrki og til gagns fyri
føroyskt
vinnulív
og
Føroyar
sum
heild,
at
Føroya Banki gerst kendur
runt um í Europa, sigur
forstjórin í bankanum, sum
nú endiliga kann geara
niður eftir nakrar hektiskar
dagar og vikur.
Áhugi allastaðni frá
Janus Petersen vil ikki gera viðmerkingar til, um kursurin er settur ov lágt ella ikki. – Tað er snøgt sagt ikki mítt borð, staðfestir hann.
Mynd: Álvur Haraldsen
Janus Petersen frá Føroya
Banka, Thordur Friðjónsson
frá ICEX og Sigurd Poulsen
frá VMF skriva undir
formligu skrásetingina
Mynd: Álvur Haraldsen