Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 Starvsfólkini fingu mest Í prospektinum, sum varð gjørt undan søluni, stóð at lesa, at strembað varð eftir, at starvsfólk í bankanum kundu tekna seg fyri 500 partabrøvum, uttan at hetta tal varð skert, hóast ein yvirtekning varð. Hetta í sjálvum sær er einki óvanligt, men neyvan hevði nakar ímyndað sær eina slíka yvirtekning, sum talan gjørdist um. Vit hava ikki fingið váttað frá leiðsluni í bankanum, um starvsfólkaparturin varð skerdur. Men frá álítandi keldum hava vit fingið upplýst, at tað varð hann ikki. Tað vil siga, at fyrstu 94.500 kr., sum eitt starvsfólk í Føroya Banka hevur teknað seg fyri, verða seldar uttan nakra skerjing. Mist álitið Poul Michelsen heldur, at tað er ein ótrúligur áhugi, sum vístur er Føroya Banka-partabrøvum. Hann viðgongur, at hetta kann metast sum álit á bankna. - Men samstundis mugu vit endurmeta førleikan hjá teimum, sum hava mælt landsstýrinum og tinginum til at selja bankan á henda hátt og fyri henda prís, sigur Poul Michelsen. Og fyri hann er eingin ivi: Landsstýrið og tingið hava við søluni fingið álvarsligar trupuleikar, tí samstundis sum bankin hevur fingið álit, sum ein góður banki, so koma vit ikki uttanum, at prísurin fyri bankan er undirmettir álvarsliga, sigur Poul Michelsen. Tað er ikki bara í Føroyum, at áhugin fyri at keypa partabrøv í Føroya Banka hevur verið ovurhonds stórur. Íleggjarar úr øllum Norðanlondum eins væl og fleiri av stóru europeisku londunum hava sett pening í bankan PARTABRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ein sera væl nøgdur, men eisini eitt sindur troyttur forstjóri í Føroya Banka, sum kundi hoykja seg niður í ein stól og tosa eina løtu við útsenda frá Sosialinum, tá spennandi løtan við børsskrásetingini var av. Janus Petersen hevur seinastu mongu dagarnar ferðast runt ein stóran part av Europa saman við Fíggingargrunninum frá 1992 og ráðgevum hansara. Ellivu lond hava tey vitjað, og har lagt prospektið fyri privatiseringini fram fyri møguliga áhugaðar íleggjarar. Og forstjórin váttar, at tað ikki bara er í Føroyum, at áhugin fyri partabrøvunum er ómetaliga stórur. - Nu er tað soleiðis, at yvirtekning er púra vanlig, tá ein fyritøka verður skrásett á børsinum, og tað sigur ikki nakað sum so um ásetta kursin. Hann verður jú avgjørdur av áhuganum fyri fyritøkuni, og hava íleggjarar álit á fyritøkuni verður kursurin eisini hareftir, sigur Janus Petersen. Hann er ógvuliga fegin um stóra áhugan, tí hann sum sagt merkir, at íleggjarar hava stórt álit á bankanum og teimum framtíðarútlitum og eisini inntjeningsmøguleikum, bankin hevur. Onkur atfinningarsom rødd hevur verið frammi og sagt, at kursurin er settur alt ov lágt, og at tað almenna tískil fær nógv for lítið burtur úr í mun til tað, ið kundi fingist. Men forstjórin í Føroya Banka vil onga viðmerking gera til hetta. - Bæði Fíggingargrunnurin frá 1992 og ráðgevarar teirra hava arbeitt ógvuliga professionelt, og hvussu kursurin hevur verið settur, havi eg sum so onga støðu til. Tað er stutt sagt ikki mítt borð, segði Janus Petersen. Áhugi uttanlands Sum nevnt hava fyrireikandi bólkurin saman við leiðslu bankans ferðast í ikki færri enn ellivu londum, og hava tískil vitjað áleið eitt land um dagin. Og alla staðni frá verður boðað um ógvuliga stóran áhuga fyri partabrøvunum í Føroya Banka. Janus Petersen kann kortini ikki í verandi løtu siga nakað um, hvussu býtið hevur verið millum stóru og smáu íleggjararnar í sambandi við yvirtekningina, og heldur ikki hvussu býtið millum føroyskar og útlendskar íleggjarar í sama sambandi hevur verið. Tey tølini hava teir stutt sagt ikki enn. - Men tað er einki at ivast í, at hesi tølini verða atkomilig um nakrar fáar dagar. Vit hava bara havt so úr at gera, at stundir ikki hava verið at greina hetta út enn, sigur forstjórin í Føroya Banka. Eitt, sum kortini stendur greitt, er, at helmingurin av partabrøvunum – snøgg 50%, verður sagt – eru seld í Føroyum og hin helmingurin í útlondum. Eisini er greitt, at yvirteknað er 26 ferðir, men áðrenn nakrar útrokningar av nøkrum slag kunnu gerast, er neyðugt at kenna røttu tølini. Tað er tó neyvan nakað at taka feil av, at privatu, ella smáu, íleggjararnir í Føroyum vóru til reiðar at seta fleiri millliardir í paratbrøv í Føroya Banka. Og at áhugin spennir vítt vísir eisini tann sannroynd, at bankin í dag hevur 15.000 íleggjarar. Nógvir av hesum eru føroyingar, men at íleggjararnir eisini eru útlendskir, metir Janus Petersen er positivt. - Tað kann bara verða ein styrki og til gagns fyri føroyskt vinnulív og Føroyar sum heild, at Føroya Banki gerst kendur runt um í Europa, sigur forstjórin í bankanum, sum nú endiliga kann geara niður eftir nakrar hektiskar dagar og vikur. Áhugi allastaðni frá Janus Petersen vil ikki gera viðmerkingar til, um kursurin er settur ov lágt ella ikki. – Tað er snøgt sagt ikki mítt borð, staðfestir hann. Mynd: Álvur Haraldsen Janus Petersen frá Føroya Banka, Thordur Friðjónsson frá ICEX og Sigurd Poulsen frá VMF skriva undir formligu skrásetingina Mynd: Álvur Haraldsen