Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 Smábýtt til íleggjarar Smáu íleggjararnir fin­ gu sítt, men nógvir nýgg­ ir partaeigarar fingu nakað nógv minni, enn tey høvdu sett sær fyri Einskiljing Jákup Mørk Býtislykilin, sum varð nýttur, tá partabrøv í Føroya Banka skul­du býtast millum privatu ílegg­ja­r­arnar, gav ikki rúm fyri teim­um heilt stóru parta­bræva­ keyp­un­um. Sum tað framgongur á mynd­ ini, so sluppu privatir íleggjarar í mesta lagi at keypa partabrøv fy­ri á leið hálvthundraðtúsund krón­ur. Og uttan iva eru tað heilt nógv, sum høvdu sett seg fy­ri meira enn hetta. Kafka á Meiarínum Ein Kafka-inspirerað uppseting, nevnd »Investigations of a Dog« verður framsýnd hesa vikuna á Meiarínum. Frumsýning var í gjárkvøldið og hildið verður fram vikuna út. Talan er um sang og dansleik, og Tróndur B. Hansen hevur komponerað tónleikin., meðan Rannvá Káradóttir og Carly Best hava koreograferað. 50 ár síðan Góðanes 2. januar vóru liðin 50 ár, síðan íslendski trolarin Góða­nes sigldi á Flesjarnar á veg inn á Skálafjørðin eftir síni før­oys­ku manning. Tað vóru 24 mans umborð. Allir bjarg­að­ust uttan tann 23 ára gamli skiparin Pétur Hafsteinn Sig­urðs­son (myndin). Í hesum sambandi verður min­n­ing­ar­hald á Strondum sunnudagin. Byrjað verður við kirk­ju­gongd í Sjóvar kirkju kl 11. Kl 15 verður minnissteinur um skiparan avdúkaður við minnisvarðan á Strondum. Af­tan­á bjóðar sjómanskvinnuringurin á Strondum til ein drekk­a­munn í missiónshúsinum, har øll eru vælkomin. Tað koma átta gestir úr Íslandi, og er hetta ættin hjá skiparanum. Tekning Tryggjað + 2% av Samlað keyp 10.000 10.000 0 10.000 25.000 11.340 13.660 11.613 50.000 11.340 38.660 12.113 75.000 11.340 63.660 12.613 100.000 11.340 88.660 13.113 250.000 11.340 238.660 16.113 500.000 11.340 488.660 21.113 1.000.000 11.340 988.660 31.113 1.500.000 11.340 1.488.660 41.113 2.000.000 11.340 1.988.660 51.113 Fyrstu løtuna, Før­ oya Banki varð skrá­ sett­ur á børsinum í Ís­lan­di og Danmark, var ógvuliga lív­lig­ur handil við par­ta­brøv­ un­um, og kursurin reyk frá 189 upp á 240 fyrs­ta minuttin PARTABRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Spenningurin var stórur mill­um leiðslu, starvsfólk, grunn og ráðgevarar bank­ ans eins væl og onnur hjá­ stødd, tá Føroya Banki klokk­an ellivu í morgun varð skrásettur á fyrsta sin­ ni á børsunum í Íslandi og Keypmannnahavn. Tað fall stjóranum á ís­lend­ska børsinum, ICEX, Thor­dur Friðjónssoni, í lut at greiða frá og vísa fyri teim­um hjástøddu fyrstu hand­lar­nar við Føroya Ban­ ka partabrøvum. Íslendski stjórin greiddi ann­ars fyrst frá gongdini í Ís­lan­di og segði millum ann­ að, at privatiseringin av bank­un­um í Íslandi vóru av­ger­an­di orsøkin til fígg­ jar­li­ga framburðin í land­in­ um seinastu tíggju árini. - Bankarnir hava havt av­ ger­­a­n­di týdning í fígg­jar­li­ gu broytingini frá lokalum til globalan búskap, segði Thor­­dur Friðjónsson. Fíggjarsektorurin vaks frá 55% av BTÚ fyri fimm ár­um síðani til 230% í dag, og er nú lutfalsliga ein av heim­sins størstu. Talið á skrásettum fyri­ tøk­um er fallið munandi, men tær sum eru til í dag, er afturfyri munandi sterkari ei­si­ni á altjóða mark­nað­in­ um, og einki av hesum hevði kunna hent uttan pri­ vat­i­ser­ing og børs­skrá­set­ ing. Lívligur handil Klokkan ellivu føroyska tíð prec­is opnaði børsurin fyri hand­li av partabrøvum hjá Før­oya Banka. Og meðan fólk spent stardu av stór­ skígg­ja­num, sum bankin hevði sett upp til endamálið, byr­jaði aktiviteturin út fyri teir­ri linjuni, har navnið Før­oya Banki stóð. Tað gin­ gu ikki nógv sekund fyrr enn fyrsta boðið kom, og stutt eftir var fyrsta útboðið ei­si­ni á skíggjanum. Alt hetta er jú spildurnýtt, men handilin gongur eftir øll­um at døma soleiðis fyri seg, at tey, ið ynskja at key­ pa partabrøv notera til hvønn kurs tey vilja keypa, með­an tey, ið bjóða út, á sa­ma hátt boða frá, hvønn kurs tey vilja hava. Og so er ba­ra at »prutta«. Og áhugin var ovurstórur at handla, tí í sínari stuttu røðu kundi umboðið fyri børs­in­um í Keyp­man­na­ havn, Carsten Borring, upp­ lý­sa, at fyrstu tveir min­ut­tir­ nar, Føroya Banki var skrá­ set­t­ur, vóru handlað 100.000 partabrøv. Sum minuttirnir gingu, sta­bil­i­ser­aði kursurin seg á um­leið 230, sum kortini er væl hægri enn tek­n­ing­s­kurs­ ur­in upp á 189. Fleiri røður vóru sum ve­ra mann hildnar, men hó­ast hetta var ein søguligur dag­ur fyri í fyrsta lagi Før­ oya Banka, men so sanniliga ei­si­ni fyri Føroyar sum heild, var bert hin eini lands­ stýr­is­maðurin at síggja til há­tíð­ar­haldið, og tað var Vin­nu­mála­ráðharrin, Bjarni Djur­holm. Spennandi verður í hvus­ su er at fylgja gongdini kom­an­di dagarnar, tí ikki fyrr enn ein tíð er liðin sæst, í hvørja legu kursurin fer at leggja seg. Stóru lop­ ini eru nevniliga púra van­ lig, tá ein fyritøka á fyrsta sin­ni verður børsskrásett. 100.000 partabrøv eftir tveimum minuttum Fólk hugdu spent at skíggjanum, meðan Thordur Friðjónsson greiddi frá, hvat fyrifórst Mynd: Álvur Haraldsen