hósdagur 21. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 117 - 21. juni 2007
Smábýtt til
íleggjarar
Smáu íleggjararnir fin
gu sítt, men nógvir nýgg
ir partaeigarar fingu
nakað nógv minni, enn
tey høvdu sett sær fyri
Einskiljing
Jákup Mørk
Býtislykilin, sum varð nýttur,
tá partabrøv í Føroya Banka
skuldu býtast millum privatu
íleggjararnar, gav ikki rúm fyri
teimum heilt stóru partabræva
keypunum.
Sum tað framgongur á mynd
ini, so sluppu privatir íleggjarar
í mesta lagi at keypa partabrøv
fyri á leið hálvthundraðtúsund
krónur. Og uttan iva eru tað
heilt nógv, sum høvdu sett seg
fyri meira enn hetta.
Kafka á Meiarínum
Ein Kafkainspirerað uppseting, nevnd »Investigations of a Dog«
verður framsýnd hesa vikuna á Meiarínum. Frumsýning var í
gjárkvøldið og hildið verður fram vikuna út. Talan er um sang og
dansleik, og Tróndur B. Hansen hevur komponerað tónleikin., meðan
Rannvá Káradóttir og Carly Best hava koreograferað.
50 ár síðan Góðanes
2. januar vóru liðin 50 ár, síðan íslendski trolarin Góðanes sigldi á
Flesjarnar á veg inn á Skálafjørðin eftir síni føroysku manning. Tað
vóru 24 mans umborð. Allir bjargaðust uttan tann 23 ára gamli
skiparin Pétur Hafsteinn Sigurðsson (myndin). Í hesum sambandi
verður minningarhald á Strondum sunnudagin. Byrjað verður við
kirkjugongd í Sjóvar kirkju kl 11. Kl 15 verður minnissteinur um
skiparan avdúkaður við minnisvarðan á Strondum. Aftaná bjóðar
sjómanskvinnuringurin á Strondum til ein drekkamunn í
missiónshúsinum, har øll eru vælkomin. Tað koma átta gestir úr
Íslandi, og er hetta ættin hjá skiparanum.
Tekning
Tryggjað
+ 2% av
Samlað keyp
10.000
10.000
0
10.000
25.000
11.340
13.660
11.613
50.000
11.340
38.660
12.113
75.000
11.340
63.660
12.613
100.000
11.340
88.660
13.113
250.000
11.340
238.660
16.113
500.000
11.340
488.660
21.113
1.000.000
11.340
988.660
31.113
1.500.000
11.340
1.488.660
41.113
2.000.000
11.340
1.988.660
51.113
Fyrstu løtuna, Før
oya Banki varð skrá
settur á børsinum í
Íslandi og Danmark,
var ógvuliga lívligur
handil við partabrøv
unum, og kursurin
reyk frá 189 upp á 240
fyrsta minuttin
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Spenningurin var stórur
millum leiðslu, starvsfólk,
grunn og ráðgevarar bank
ans eins væl og onnur hjá
stødd, tá Føroya Banki
klokkan ellivu í morgun
varð skrásettur á fyrsta sin
ni á børsunum í Íslandi og
Keypmannnahavn.
Tað fall stjóranum á
íslendska børsinum, ICEX,
Thordur Friðjónssoni, í lut
at greiða frá og vísa fyri
teimum hjástøddu fyrstu
handlarnar við Føroya Ban
ka partabrøvum.
Íslendski stjórin greiddi
annars fyrst frá gongdini í
Íslandi og segði millum ann
að, at privatiseringin av
bankunum í Íslandi vóru
avgerandi orsøkin til fígg
jarliga framburðin í landin
um seinastu tíggju árini.
Bankarnir hava havt av
gerandi týdning í fíggjarli
gu broytingini frá lokalum
til globalan búskap, segði
Thordur Friðjónsson.
Fíggjarsektorurin
vaks
frá 55% av BTÚ fyri fimm
árum síðani til 230% í dag,
og er nú lutfalsliga ein av
heimsins størstu.
Talið á skrásettum fyri
tøkum er fallið munandi,
men tær sum eru til í dag,
er afturfyri munandi sterkari
eisini á altjóða marknaðin
um, og einki av hesum
hevði kunna hent uttan pri
vatisering og børsskráset
ing.
Lívligur handil
Klokkan ellivu føroyska tíð
precis opnaði børsurin fyri
handli av partabrøvum hjá
Føroya Banka. Og meðan
fólk spent stardu av stór
skíggjanum, sum bankin
hevði sett upp til endamálið,
byrjaði aktiviteturin út fyri
teirri linjuni, har navnið
Føroya Banki stóð. Tað gin
gu ikki nógv sekund fyrr
enn fyrsta boðið kom, og
stutt eftir var fyrsta útboðið
eisini á skíggjanum.
Alt hetta er jú spildurnýtt,
men handilin gongur eftir
øllum at døma soleiðis fyri
seg, at tey, ið ynskja at key
pa partabrøv notera til
hvønn kurs tey vilja keypa,
meðan tey, ið bjóða út, á
sama hátt boða frá, hvønn
kurs tey vilja hava. Og so er
bara at »prutta«.
Og áhugin var ovurstórur
at handla, tí í sínari stuttu
røðu kundi umboðið fyri
børsinum í Keypmanna
havn, Carsten Borring, upp
lýsa, at fyrstu tveir minuttir
nar, Føroya Banki var skrá
settur,
vóru
handlað
100.000 partabrøv.
Sum minuttirnir gingu,
stabiliseraði kursurin seg á
umleið 230, sum kortini er
væl hægri enn tekningskurs
urin upp á 189.
Fleiri røður vóru sum
vera mann hildnar, men
hóast hetta var ein søguligur
dagur fyri í fyrsta lagi Før
oya Banka, men so sanniliga
eisini fyri Føroyar sum
heild, var bert hin eini lands
stýrismaðurin at síggja til
hátíðarhaldið, og tað var
Vinnumálaráðharrin, Bjarni
Djurholm.
Spennandi verður í hvus
su er at fylgja gongdini
komandi dagarnar, tí ikki
fyrr enn ein tíð er liðin
sæst, í hvørja legu kursurin
fer at leggja seg. Stóru lop
ini eru nevniliga púra van
lig, tá ein fyritøka á fyrsta
sinni verður børsskrásett.
100.000 partabrøv eftir tveimum minuttum
Fólk hugdu spent at
skíggjanum, meðan Thordur
Friðjónsson greiddi frá, hvat
fyrifórst
Mynd: Álvur Haraldsen