hósdagur 21. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 117 - 21. juni 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fyrr í ár, tann 29. mars, and
aðist Regin Dahl í Keyp
mannahavn. Regin Dahl var
sonur Jákup Dahl, próst.
Mamma hansara, Maria,
var dóttir tann gitna Bakar
Hansen, sum íbirti eitt nútíð
ar tónleikalív í Føroyum.
Regin Dahl virkaði í
mong ár sum bókmentaligur
konsulentur hjá forlagnum
Gyldendal. Men hann var
fyrst og fremst yrkjari, og
nú hann andaðist, hevði
hann latið úr hondum 12
yrkingasøvn umframt týð
ingar, greinasavn, hittinorð
og plátur við upplestri og
sangi. Millum sínar lands
menn var Regin helst upp
aftur betur kendur sum tóna
skald og vísusangari. Longu
stutt eftir at Útvarp Føroya
var komið, var hansara eyð
kenda rødd at hoyra har.
Serliga kend gjørdust hans
ara løg, tá ið Hans Andriasar
Sjómansrímur í 1983 komu
á plátu. Í 2005 kom út eitt
heildarsavn við 25 fløgum,
har Regin syngur síni egnu
løg og sjálvur hevur fylgi
spælið.
Í morgin, fríggjadagin
tann 22. juni, verður hátíðar
løta í Havnar Kirkju, dóm
kirkjuni, í sambandi við, at
urnan við Regini Dahl
leygardagin verður jarðsett
í Nýggja Kirkjugarði í
Havn. Umframt at felags
sálmar verða sungnir, fer
Tórshavnar
Manskór
at
syngja, og Jakob Illeborg,
abbasonur Regins, fer
somuleiðis at syngja ein
sálm eftir Grundtvig við
lagi eftir Regin Dahl. Marj
un Bæk prestur sigur nøkur
orð og hevur bønarhald.
Hátíðarløtan
verður
kl.
16.00.
Hátíðarløta fyri Regini Dahl
Tíðindaskriv
Áhugafelagið
Føroya
Ellisakfør skipar leygar
dagin 23. juni fyri „Mið
summargrill“ uttan fyri
felagshølini
yviri
við
Strond í Havn. Tiltakið
byrjar kl. 17.00 og er fyri
limir felagsins við húski.
Eirikur Ó. Simonsen,
formaður
í
felagnum,
sigur at hann vónar at
undirtøkan verður góð, og
at
hetta
verður
eitt
afturvendandi tiltak, ið
kann verða við til at sam
ansjóða
limirnar
felagsins.
Miðsummargrill
yviri við Strond
Jóan-
søku-
framsýn-
ingin
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 22. juni kl.
17
letur
jóansøkuframsýningin
upp í “Gallarí Oyggin” á
Tvøroyri.
Tey sum sýna fram
eru: Rannvá Mortensen
og Palle Julsgart við
málningum og Preben
Boye við skulpturum.
Umframt tað eru eisini
nakrir
politikarar
úr
Suðuroy ella við tilknýti
til Suðuroy, sum sýna
fram
oljumálningar.
Leygarkvøldið kl. 21
verða hesir málningar
seldir á uppboðssølu.
Eisini lesur Jóannes
Nielsen upp yrkingar og
Guðrun Sólja Jacobsen
syngur nakar sangir.
Mynd í sambandi við framsýningin
av millum og realskúlanæmingum
hjá Jórunn Dánjalsdóttir, sum verð
ur um ólavsøkumundið í Kommunu
skúlanum.
Á
hesi
myndini
er
annar
millumskúlaflokkur í 1940.
Aftasta rað f.v.: Hans Vang Han
sen, Vagn Erik Michelsen, Høgni
Mohr, Olávus Danielsen, Johan
Petur Petersen og Jóannes Hansen
Miðraðið f.v.: Erik Lützen, Anna
K. Poulsen, Kirstin Jensen, Hjørdis
Thomsen, Nanna Djurhuus, Judith
Jacobsen og Edith Simonsen
Fremst f.v.: Birgit Hilbert, Turid
Dahl,
Kristina
Sloan,
Sólrun
Árting, Anna Evensen, Anna P.
Poulsen og Brynhild Eysturlíð
Hóast tíðarfreistin er farin at lata
myndir inn til framsýningina, heitir
Jórunn á tey sum eiga millum og
realskúlamyndir um at lata tær inn
til framsýningina.
Adressan er: Jórunn Dánialsdóttir.
Sílagøta 3, FO100 Tórshavn. Tel.
316024 /226024 ella 0045 30 69 77
92. Myndirnar kunnu eisini latast
inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop
í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).
Myndaeigari: Anna Christiansen
Annar millumskúlaflokkur í 1940
– Færøernes Mellem- og Realskole