Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 21. juni 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Rasmus Johannesen, ættaður úr Mykinesi, bú­sitandi í Havn, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum týsdagin 19. juni, 82 ára gamal. Bønarhald verður í Vesturkirkjuni fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðar­ ferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin klokkan 13. Tey, ið ynskja at minnast Rasmus, kunnu lata eina peningagávu til Vesturkirkjuna. Kontur í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Regin Dahl andaðist í Keypmannahavn tann 29. mars 2007. Urnan verður jarðsett í kirkjugarðinum í Havn. Við tað høvið verður hátíðarløta í Havnar kirkju fríggjadagin, tann 22. juni kl. 16.00. Kristin, Katrin og Anna Maria Dagurin 22. juni. 10.000 blóðvitnismenn. Allir í eini herdeild hjá keisaranum Hadriani gjørdust kristnir. Eftir miklar pínslur vórðu teir krossfestir á einum fjalli, summi siga á Ararat. Hósdagin 21. juni letur ein framsýning hjá hálendsku listakvinnuni Mia Koene­man upp í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini eru 40 málningar við ymiskum myndevnum, sum eisini eru úr Føroyum. Talan er um bæði lands­ lagsmyndir og arkitektoniskar myndir. Mia Koeneman varð útbúgvin lista­ kvinna í 1979 og hevur egið atelier í Eindhoven, har hon undirvísir lista­ fólkum í vatnlitsmyndum. Orsøkin til at Mia Koeneman vitjar í Føroyum er tann at hon fyri meira enn 40 árum síðan byrjaði brævaskifti við havnargentuna Bette Johansen, sum seinni fann út av at hálendska nunnan Bernolda, í katólsku kirkjuni í Havn, sum seinni varð nevnd systir Tecla, var fastir Miu. Hetta fekk Bette ikki at vita fyrr enn nøkur ár seinni, tá skipanin hjá nunnunum var broytt. Undir gomlu skipanini høvdu nunn­ur­ nar ikki loyvi at siga frá sínum familju­ sambondum. Mia Koeneman kom fyrstu ferð til Føroya fyrsta túrin hjá gomlu Norrønu í 1983. Hetta er fjórðu ferð hon er í Før­oyum. Hon hevur áður havt fram­ sýning í Smiðjuni. Framsýningin er opin til og við mikudagin 27. juni, allar dagar frá kl. 14 til 18. mg Hálendsk listakvinna í Smiðjuni Mia Koeneman (v.m.) og Bette Johansen hava skrivað saman í yvir 40 ár. Mia hevur í hesum døgum framsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Magnus Gunnarsson Føroyska listakvinnan Annita Jo hev­ ur í vikuskiftinum listaframsýning í sam­komuhøllini í studentaskúlanum í Hoydølum. Tilsamans 44 málningar verða við á framsýningini. Síðan 1987 hevur Annita Jo havt tíggju ymiskar framsýningar bæði í Dan­mark og í Føroyum. Annita er úr Havn, men býr í Dan­ mark. Hon er útbúgvin lærari og í sín­ um arbeiði heldur hon m.a. fyri­lestrar um stressfyribyrging og per­són­liga menning. Í løtuni er hon lærari á stud­ entaskúlanum í Hoydølum, har hon undir­vísir í donskum og ensk­um. Framsýningin verður opin leygar­ dagin 23. og sunnudagin 24. juni frá kl. 14-18. Lístaframýning í Hoydølum vikuskiftinum hevur listakvinnan Annita Jo málningaframsýning í samkomuhøllini á Studentaskúlanum í Hoydølum Mynd: Jens Kristian Vang Í gjár skrivaðu vit um Rans­in Napoleon Djur­ huus í Havn, sum fekk kar­ akt­erin 10,0 og bronsu­ medalju fyri sera gott avrik, tá hann gjørdi sítt sveinastykki á Tekn­iska Skúlanum í Gladsaxe. Í yvirskriftini komu vit at skriva, at hann fekk silvur­medalju ístaðin fyri bronsu­medalju. Vit biðja orsaka mistakið. -red. Rætting Lesið i ið