hósdagur 21. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 21. juni 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Rasmus Johannesen, ættaður úr Mykinesi,
búsitandi í Havn, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
týsdagin 19. juni, 82 ára gamal. Bønarhald verður
í Vesturkirkjuni fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðar
ferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin klokkan
13. Tey, ið ynskja at minnast Rasmus, kunnu lata
eina peningagávu til Vesturkirkjuna. Kontur í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Regin Dahl
andaðist í Keypmannahavn tann 29. mars 2007.
Urnan verður jarðsett í kirkjugarðinum í Havn.
Við tað høvið verður hátíðarløta í Havnar kirkju
fríggjadagin, tann 22. juni kl. 16.00.
Kristin, Katrin og Anna Maria
Dagurin
22. juni. 10.000 blóðvitnismenn. Allir í eini herdeild
hjá keisaranum Hadriani gjørdust kristnir. Eftir miklar
pínslur vórðu teir krossfestir á einum fjalli, summi siga
á Ararat.
Hósdagin 21. juni letur ein framsýning
hjá hálendsku listakvinnuni Mia
Koeneman upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini eru 40 málningar
við ymiskum myndevnum, sum eisini
eru úr Føroyum. Talan er um bæði lands
lagsmyndir og arkitektoniskar myndir.
Mia Koeneman varð útbúgvin lista
kvinna í 1979 og hevur egið atelier í
Eindhoven, har hon undirvísir lista
fólkum í vatnlitsmyndum.
Orsøkin til at Mia Koeneman vitjar
í Føroyum er tann at hon fyri meira
enn 40 árum síðan byrjaði brævaskifti
við havnargentuna Bette Johansen,
sum seinni fann út av at hálendska
nunnan Bernolda, í katólsku kirkjuni í
Havn, sum seinni varð nevnd systir
Tecla, var fastir Miu. Hetta fekk Bette
ikki at vita fyrr enn nøkur ár seinni, tá
skipanin hjá nunnunum var broytt.
Undir gomlu skipanini høvdu nunnur
nar ikki loyvi at siga frá sínum familju
sambondum.
Mia Koeneman kom fyrstu ferð til
Føroya fyrsta túrin hjá gomlu Norrønu
í 1983. Hetta er fjórðu ferð hon er í
Føroyum. Hon hevur áður havt fram
sýning í Smiðjuni.
Framsýningin er opin til og við
mikudagin 27. juni, allar dagar frá kl.
14 til 18.
mg
Hálendsk listakvinna í Smiðjuni
Mia Koeneman (v.m.) og Bette Johansen hava skrivað saman í yvir 40 ár. Mia hevur í
hesum døgum framsýning í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Magnus Gunnarsson
Føroyska listakvinnan Annita Jo hev
ur í vikuskiftinum listaframsýning í
samkomuhøllini í studentaskúlanum í
Hoydølum.
Tilsamans 44 málningar verða við á
framsýningini.
Síðan 1987 hevur Annita Jo havt
tíggju ymiskar framsýningar bæði í
Danmark og í Føroyum.
Annita er úr Havn, men býr í Dan
mark. Hon er útbúgvin lærari og í sín
um arbeiði heldur hon m.a. fyrilestrar
um stressfyribyrging og persónliga
menning. Í løtuni er hon lærari á stud
entaskúlanum í Hoydølum, har hon
undirvísir í donskum og enskum.
Framsýningin verður opin leygar
dagin 23. og sunnudagin 24. juni frá
kl. 1418.
Lístaframýning í Hoydølum
vikuskiftinum hevur listakvinnan Annita Jo málningaframsýning í samkomuhøllini á Studentaskúlanum í Hoydølum
Mynd: Jens Kristian Vang
Í gjár skrivaðu vit um
Ransin Napoleon Djur
huus í Havn, sum fekk kar
akterin 10,0 og bronsu
medalju fyri sera gott
avrik, tá hann gjørdi sítt
sveinastykki á Tekniska
Skúlanum í Gladsaxe.
Í yvirskriftini komu vit
at skriva, at hann fekk
silvurmedalju ístaðin fyri
bronsumedalju. Vit biðja
orsaka mistakið.
-red.
Rætting
Lesið
i
ið