hósdagur 21. juni 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 117 - 21. juni 2007 ]
Í finaluna eftir 32 brotsspørk
Holland er í finaluni fyri U/21 lið eftir at hava vunnið ein rættiligan
maratondyst í hálvfinaluni móti Onglandi í Heerenveen í Hollandi.
Ongland var annars nær við eftir at hava ført meginpartin av dystinum við
máli sum Leroy Lita hevði gjørt, men ein minutt áðrenn tíð javnaði
Maceo Rigters fyri Holland. Eingi mál komu í eykatíðini, og so mátti
brotssparkakapping til. Tað skuldu heili 32 av slagnum til, áðrenn Holland
stóð sum vinnari – 13-12. Hetta er met fyri brotsspørk í einum UEFA-
dysti. Gianni Zuiverloon (myndin) skoraði avgerandi málið..
FSV04 vann tepurt
Dysturin millum 1. deildarliðini hjá FSV04 og
KÍ varð spældur í gjárkvøldið. Dysturin endaði
við 1-0 sigri til heimaliðið á Valloyruni.
Einsamalla málið í dystinum skeyt Andrzej við
brotssparki, tá seinni hálvleikar var tríggjar
minuttir gamal.
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var tann tíð, tá ið tað
uppgerðirnar millum KÍ og
HB vóru ógvuliga avgerandi
fyri, hvar FM heitið endaði.
Nostalgiski
dámurin
hongur framvegis yvir hes-
um uppgerðunum. Men tað
eru nógvar uppgerðir í
fremstu deildini, sum bera
betri fótbóltsspæl, hægri
ferð og harvið intensitet við
sær, enn tey sóu, sum vóru
eygnavitni í góðveðrinum í
Klaksvík í gjárkvøldið.
Tað kann gott vera, at HB
fer at endurvinna FM heitið.
Tað er langt til síðsta viku-
skiftið í oktober, kappingin
er ikki meiri enn hálvbard,
og um HB fær stóra potential-
ið at ganga upp í hægri eind,
so kunnu teir koma langt.
Í gjárkvøldið fóru teir úr
Klaksvík við øllum. Teir
vunnu 2-0, og tað vóru teir
sjálvandi sera væl nøgdir
við. At leikliga avrikið ikki
var nakað at rópa hurrá fyri
kemur ikki í fyrstu røð. Nú
ráddi um at fáa skútuna
aftur á beint, eftir at tað
tvær ferðir á rað hevði kiks-
að, og tað eydnaðist.
Borgmeistarasonurin
í
Klaksvík skoraði tað fyrra, tá
ið tað restaðu tíggju minuttir
av 1. hálvleiki. Long og høg
framlegging eftir miðásinum
avdúkaði ein av stóru veik-
leikunum hjá heimaliðnum.
Bólturin
sigldi
omanfyri
Stefan Kalsø, sum í svornum
støðum tykist hava ilt við at
taka bestikk av situatiónini,
og Rógvi Jacobsen var
eirindarleysur, tá ið hann eitt
sindur úr vinstru smekkaði í
handara síðunetið.
Tá ið tað restaðu tjúgu
minuttir staðfesti Tór-Ingar
Akselsen sigurin. Við tvær
ferðir eitt tvey bandaspælið
gjørdist hann leysur eitt
sindur til høgru í brotsteig-
inum, og tá ið Meinhard
Joensen kom út ímóti og
gjørdi seg breiðan, var vága-
maðurin púra kaldur, tá ið
hann trillaði bóltin í málið.
HB var ágangandi fyrra
partin av 1. hálvleiki, tá ið
teir tiltuskaðu sær fleiri
hornaspørk.
Uppløgdar
møguleikar høvdu teir ikki
burtursæð frá risa møgu-
leikanum, sum Rógvi fekk
fulla nyttu burturúr.
Eftir leiðslumálið og fram
til 2-0 málið var lítil tyngd í
gestunum, sum høvdu stórar
trupulleikar í høgra verju-
borði og á sentrala miðvøll-
inum. Teir tóku seg eitt sind-
ur aftur, saðlaðu eitt sindur
um, og tá ið teir høvdu økt
um leiðsluna, var tað eingin
spurningur,
hvar
stigini
skuldu enda.
Illa sølað
Í gjáramorgunin fór KÍ til
Svøríkis at spæla Intertoto.
Tað er longu avgjørt, at KÍ
komandi ár ikki fer at luttaka
í altjóða fótbólti. Tað er ikki
avgjørt enn, men tað er ein
stórur spurningur, um KÍ
næsta ár yvirhøvur fer at
verða
partur
av
bestu
deildini.
Eingin ivi er um, at viljin
at spæla fótbólt er har, og tað
er hugaligari bæði at vera
spælari og áskoðari nú, enn
tað var fyrr í ár. Løtuna frá
tí, at HB var komið á odda,
og inntil teir øktu til 2-0,
vísti KÍ gott samanspæl.
Kristoffur Jacobsen, sum
leingi spældi við stórum
sjálvsáliti á sentrala mið-
vøllinum, sendi úr 17 metr-
um í stólpan, og Paul Clap-
son stýrdi hørðum innleggi
úr vinstru frá Gunnari Niel-
sen við síðuna av málinum.
Hetta var síðstu løtuna av
1. hálvleiki. Fyrstu løtuna
eftir steðgin stríddist KÍ
fyri at koma afturíaftur.
Heðin á Lakjuni, Kristoffur
Jacobsen og Harley Bert-
holdsen vóru fleiri ferðir
ígjøgnum í vinstru, men tað
spurdist ikki meiri burturúr
enn hornasparksstøður og
onkrar hálvhjartaðar skot-
royndir, sum vórðu bloker-
aðar.
Men persónligu mistøkini
kostaðu nógv, og tað drenaði
trúnna á, at tað skuldi eydnast
at fáa nakað burturúr.
Lampan lýsir myrkagult í
Klaksvík, og um tvær vikur,
tá ið AB hevur verið har
norðuri, kann tað væl vera,
at hon verður reyð.
Í HB batnaði lagið eitt
vet. Enn eina ferð fingu teir
fulla
úrtøku
burturúr
klasikkaranum.
KÍ er ikki tað, sum KÍ
eina ferð var. Har skal nógv
arbeiðast og lúkast.
HB er í løtuni ikki tað,
sum HB hevur verið, men
teir hava potentialið at fóta
sær heilt skjótt.
KÍ-HB 0-2 (0-1):
Illa
sølaður
klassikari
Sigmund breyt
beinið
Ein av ungu klaksvíkingunum, sum seinastu vikurnar
hava fingið nógva spælitíð, er unglingaspælarin
Sigmund Jacobsen. Hann verður ikki at síggja á KÍ
liðnum aftur í ár.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki varð hann borin av vøllinum
og fluttur á sjúkrahúsið. Seinni varð hann fluttur á
Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð í
dag.
Í Klaksvík verður upplýst, at hann breyt ein legg, at
sjálvur fótliðurin er skaddur, og at tað eisini er talan
um onkran annan skaða.
Sigmund Jacobsen skuldi, um alt gekk soleiðis, sum
tað var ætlað, verið farin til Svøríkis saman við
liðfeløgunum í morgun. Tað fór hann ikki, og tað fara
ivaleyst at ganga nógvir mánaðir, áðrenn hann aftur
verður førur fyri at spæla fótbólt.
-jh
Sigmund Jacobsen mátti av vøllinum sjúkrahúsið, har
hann varð innlagdur við beinbroti
Mynd: Álvur
KÍ-HB 0-2 (0-1)
0-1: Rógvi Jacobsen 35.
0-2: Tór-Ingar Akselsen 69.
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Meinhard Joensen – Høgni Madsen, Stefan Kalsø,
Jan Andreasen, Sigmund Jacobsen (Harley Berthold-
sen, 24.) – Gunnar Nielsen, Kristoffur Jacobsen (John
Hammer, 75.), Kristian á Lakjuni, Heðin á Lakjuni –
Erling Fles (Leon Bjartalíð, 77.), Paul Clapson
Gult kort: eingin
HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg (Pætur
Jørgensen, 55.), Poul Thomas Dam, Rasmus Nolsøe,
Emil Nolsøe Leifsson – Rókur Jespersen (Ólavur í
Ólavsstovu. 60.), Kári Nielsen, Milan Kuljic – Christian
Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Tór-Ingar Akselsen
(Svenn Fuglø Jacobsen, 76.)
Gult kort: Christian Høgni Jacobsen
FAKTA
Heldur ikki hesa ferð
eydnaðist KÍ at vinna
dyst. HB fekk við
sigrinum nakað av
sambandi aftur til hini
oddaliðini
Mynd: Álvur Haraldsen
HB
KÍ
Uttan at koma í nánd
av meistaraspæli fór
HB úr Klaksvík við
fullari úrtøku, sum
var vunnin ímóti
KÍ liði, sum er í
avgjørdum vanda fyri
at flyta niður