Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 21. juni 2007 27 tíðindi Stutt sagt Brotsmenn dømdir Ein dómstólur í afrikanska landinum Sierra Leone hevur dømt tríggjar fyrr­ verandi uppreistrar­leið­ar­ ar sekar í ellivu ymsum ákærum um krígsbrots­ verk. Teir tríggir stóðu á odda fyri uppreistrar­heri­ num AFRC undir borg­ arakrígnum í Sierra Leone frá 1991 til 2002. Í gjár dømdi rætturin teir sekar í ágangi ímóti sivilfólki­ num, tilvildarligum dráp­ um, neyðtøkum, ránum og fyri at hava havt trælir. Teir tríggir noktaðu seg sekar í øllum ákærunum. Rættarmálini í sambandi við borgarakríggið í Sierra Leone halda fram , og millum tey ákærdu er fyrrverandi forsetin í grannalandinum Liberia, Charles Taylor. Stór broyting Viðurskiftini millum Norðurkorea og umheimin eru batnað munandi, eftir at norðurkoreanska stjórn­ in hevur fingið fatur á pengum, sum amerikan­ arar løgdu hald á í einum kinesiskum banka fyri nøkrum árum síðani. Í hvussu er skal ein av teimum fremstu ameri­ konsku sam­ráðingar­mon­ nu­num, Christopher Hill, til Norðurkorea at vitja, skriva amerikanskir og japanskir fjølmiðlar. Sam­ stundis hevur norður­ koreanska stýrið játtað ST at senda eygleiðarar til landið at kanna landsins kjarnorkuútgerð. Tað var óhugsandi fyri nøkrum mánaðum síðani. Øði um aðals­heiti Í tí muslimska partinum av heiminum eru fólk í øðini, eftir at rithøvundurin Salman Rushdie hevur fingið aðalsheiti í Bretlandi. Í Pakistan, Iran og Malaysia hava fólk í túsundatali mótmælt bret­ sku avgerðini, sum tey siga vera eina háðan ímóti islamsku trúnni. Serliga beiskur var pakistanski ráðharrin í trúar­viður­skift­ um, Mohammed Ajaz ul- Haq. Á einum tíðinda­ fundi segði hann, at bretska avgerðin rætt­vís­ ger sjálv­morðs­ atsóknir. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -Vit kunnu ikki forða bilbumbum og øðrum bumbum í Bagdad. Tað slepst ikki undan teimum (David Petraeus, generalur) útlond Í Bergen var áhugin fyri at hoyra fyrrverandi amerikanska forsetan ikki so stórur, sum fyrireikararnir væntaðu, og tað kostar Tema Foredrag AS væntaði, at tað fór at bera til at fylla ta stóru Grieg-høllina, tá Bill Clinton skuldi halda fyrilestur har tann 22. mai, og at fólk vóru til reiðar at gjalda ímillum 1.990 og 2.990 norskar krónur fyri at sleppa inn. Men fyrst í mai vóru bara 700 atgongumerki seld. Tað eydnaðist fyrireikarunum at fáa fleiri fyritøkur at keypa atgongumerki til síni starvsfólk, men tó við munandi avslátti, og tey seinastu atgongumerkini fóru heilt einfalt fyri einki, skrivar Bergens Tidende. Úrslitið er, at fyrireikararnir nú sita eftir við einari stórari rokning, skrivar blaðið. Bill Clinton var eisini í Oslo, og Top Event, sum skipaði fyri tiltakinum har, fekk heldur ikki tað nógva burturúr. Felagið sigur við Bergens Tidende, at vitjanin er ikki uppgjørd enn, men at úrslitið verður hall. Clinton gav hall Í Bergen og Oslo høvdu fyrireikararnir hall av Clinton-vitjanini herfyri Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, fer ikki at royna at gerast forseti So seint sum í gjár varð roknað við, at tann floksleysi borgarstjórin í New York, Michael Bloom­ berg, ætlaði sær at stilla upp til amerikanska forseta­ valið næsta ár sum uttanflokkavalevni. Men so verður ikki kortini. -Eg eri ikki valevni, og eg ætli mær at halda fram sum borgarstjóri, til val­ skeiðið endar í 2009, segði Bloomberg í gjárkvøldið. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at boðini frá tí umstrídda borgarstjóranum eru ikki greiðari enn so, at tað kann væl henda, at hann ætlar sær at stilla upp á forsetavalinum í 2012. Tað verður framvegis sum uttanflokkavalevni. Tann 65 ára gamli Michael Bloom­ berg hevur verið limur í bæði demokratiska flokki­ num og republikanska flok­ k­i­num, men er farin úr báðum. Hann stillar kortini ikki upp Michael Bloomberg er ikki bara borgarstjóri, men eisini ríkmaður. Hann sigst eiga næstan 30 mia. krónur Sótu seks dagar í einum tunli Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, gekk í gjár við til at lata nakrar hundrað palestinar sleppa úr Gaza-geiranum til Vestara Áarbakka. Teirra millum vóru hesi hjúnini við fýra børnum, sum høvdu sitið seks dagar í einum tunli á markinum og bíðað eftir hjálp, eftir at tey vóru flýdd undan Hamas