hósdagur 21. juni 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 21. juni 2007
27
tíðindi
Stutt Sagt
Brotsmenn
dømdir
Ein dómstólur í afrikanska
landinum Sierra Leone
hevur dømt tríggjar fyrr
verandi uppreistrarleiðar
ar sekar í ellivu ymsum
ákærum um krígsbrots
verk. Teir tríggir stóðu á
odda fyri uppreistrarheri
num AFRC undir borg
arakrígnum í Sierra Leone
frá 1991 til 2002. Í gjár
dømdi rætturin teir sekar í
ágangi ímóti sivilfólki
num, tilvildarligum dráp
um, neyðtøkum, ránum
og fyri at hava havt trælir.
Teir tríggir noktaðu seg
sekar í øllum ákærunum.
Rættarmálini í sambandi
við
borgarakríggið
í
Sierra Leone halda fram ,
og millum tey ákærdu er
fyrrverandi
forsetin
í
grannalandinum Liberia,
Charles Taylor.
Stór broyting
Viðurskiftini
millum
Norðurkorea og umheimin
eru batnað munandi, eftir
at norðurkoreanska stjórn
in hevur fingið fatur á
pengum, sum amerikan
arar løgdu hald á í einum
kinesiskum banka fyri
nøkrum árum síðani. Í
hvussu er skal ein av
teimum fremstu ameri
konsku samráðingarmon
nunum, Christopher Hill,
til Norðurkorea at vitja,
skriva amerikanskir og
japanskir fjølmiðlar. Sam
stundis
hevur
norður
koreanska stýrið játtað ST
at senda eygleiðarar til
landið at kanna landsins
kjarnorkuútgerð. Tað var
óhugsandi fyri nøkrum
mánaðum síðani.
Øði um
aðalsheiti
Í tí muslimska partinum
av heiminum eru fólk í
øðini, eftir at rithøvundurin
Salman Rushdie hevur
fingið
aðalsheiti
í
Bretlandi. Í Pakistan, Iran
og Malaysia hava fólk í
túsundatali mótmælt bret
sku avgerðini, sum tey
siga vera eina háðan ímóti
islamsku trúnni. Serliga
beiskur var pakistanski
ráðharrin í trúarviðurskift
um, Mohammed Ajaz ul
Haq. Á einum tíðinda
fundi
segði
hann,
at
bretska avgerðin rættvís
ger sjálvmorðsatsóknir.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit kunnu ikki forða bilbumbum og øðrum
bumbum í Bagdad. Tað slepst ikki undan teimum
(David Petraeus, generalur)
útlond
Í Bergen var
áhugin fyri at
hoyra fyrrverandi
amerikanska forsetan
ikki so stórur, sum
fyrireikararnir
væntaðu, og tað
kostar
Tema Foredrag AS væntaði,
at tað fór at bera til at fylla
ta stóru Grieghøllina, tá
Bill Clinton skuldi halda
fyrilestur har tann 22. mai,
og at fólk vóru til reiðar at
gjalda ímillum 1.990 og
2.990 norskar krónur fyri at
sleppa inn.
Men fyrst í mai vóru bara
700 atgongumerki seld. Tað
eydnaðist
fyrireikarunum
at fáa fleiri fyritøkur at
keypa atgongumerki til síni
starvsfólk, men tó við
munandi avslátti, og tey
seinastu
atgongumerkini
fóru heilt einfalt fyri einki,
skrivar Bergens Tidende.
Úrslitið er, at fyrireikararnir
nú sita eftir við einari
stórari
rokning,
skrivar
blaðið.
Bill Clinton var eisini í
Oslo, og Top Event, sum
skipaði fyri tiltakinum har,
fekk heldur ikki tað nógva
burturúr. Felagið sigur við
Bergens Tidende, at vitjanin
er ikki uppgjørd enn, men
at úrslitið verður hall.
Clinton gav hall
Í Bergen og Oslo høvdu fyrireikararnir hall av Clinton-vitjanini
herfyri
Borgarstjórin í
New York, Michael
Bloomberg, fer ikki at
royna at gerast forseti
So seint sum í gjár varð
roknað
við,
at
tann
floksleysi borgarstjórin í
New York, Michael Bloom
berg, ætlaði sær at stilla
upp til amerikanska forseta
valið
næsta
ár
sum
uttanflokkavalevni. Men so
verður ikki kortini.
Eg eri ikki valevni, og
eg ætli mær at halda fram
sum borgarstjóri, til val
skeiðið endar í 2009, segði
Bloomberg í gjárkvøldið.
Politiskir eygleiðarar í
USA siga, at boðini frá tí
umstrídda borgarstjóranum
eru ikki greiðari enn so, at
tað kann væl henda, at hann
ætlar sær at stilla upp á
forsetavalinum í 2012. Tað
verður
framvegis
sum
uttanflokkavalevni. Tann 65
ára gamli Michael Bloom
berg hevur verið limur í
bæði demokratiska flokki
num og republikanska flok
kinum, men er farin úr
báðum.
Hann stillar kortini
ikki upp
Michael Bloomberg er ikki bara
borgarstjóri, men eisini ríkmaður.
Hann sigst eiga næstan 30 mia.
krónur
Sótu seks dagar í einum tunli
Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, gekk í gjár við til at lata nakrar hundrað palestinar sleppa úr Gaza-geiranum til Vestara Áarbakka. Teirra millum vóru
hesi hjúnini við fýra børnum, sum høvdu sitið seks dagar í einum tunli á markinum og bíðað eftir hjálp, eftir at tey vóru flýdd undan Hamas