fríggjadagur 22. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 118 - 22. juni 2007
SAMSKIPARI/PROJEKTLEIÐARI
Megnar tú at hava nógvar bóltar í luftini í senn?
Dugir tú væl við fólki, og heldur tú høvdið
kalt, tá ið á stendur og deadline nærkast? So
ert tú okkara fólk, tí vit sóknast eftir einum
nærløgdum og miðvísum samskipara at leiða
størri og smærri verkætlanir.
STARVIÐ
Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og tú fert at
samskipa verkætlanir av sera ymsum slagi, eitt
nú lýsingaherferðir, heimasíður, framleiðslu av
sjónvarpslýsingum, samleikaskifti hjá fyritøkum,
prentframleiðslu og mangt annað.
Tú verður partur av ráðgevabólkinum og fert
at samstarva við okkara sniðgevar, forritarar og
sølufólk.
FØRLEIKAKRØV
Tú hevur viðkomandi útbúgving í projekt
leiðslu, marknaðarføring, samskifti ella tílíkum
og/ella hevur hollar royndir í projektleiðslu.
GRAFISKUR SNIÐGEVI
Leitar tú eftir størri avbjóðingum og vilt sleppa
at brúka tíni kreativu evni í einum spennandi
arbeiðsumhvørvi? Vilt tú hava ávirkan á
samleika og samskifti hjá nøkrum av størstu fyri
tøkunum í Føroyum? Vilt tú sleppa at arbeiða
við spennandi og umfatandi verkætlanum, ið
veruliga síggjast aftur og vinna kolur? So ert tú
rætti persónurin fyri okkum, tí vit sóknast eftir
einum dugnaligum og royndum sniðgeva, sum
hevur nógv upp á hjarta.
STARVIÐ
Sum grafiskur sniðgevi á Reproz fært tú stórar
avbjóðingar og sjálvstøðuga ábyrgd. Tú verður
partur av okkara kreativa toymi og fert at
samstarva tætt við okkara ráðgevar. Tú fert at
arbeiða við sniðgeving og konseptmenning
innan prent, livandi lýsingar, heimasíður, flash
og annað.
FØRLEIKAKRØV
Tú ert útbúgvin sniðgevi ella grafikari og/ella
hevur hollar royndir á økinum. Tú brennur
fyri samskifti og sniði, ið muna og styrkja
samleikan hjá viðskiftafólki okkara. Tú ert ein
góður viðspælari og mótspælari hjá starvsfólki
og viðskiftafólki og dugir væl at grundgeva
fyri tínum hugskotum. Tú hevur ans fyri dygd,
arbeiðir strukturerað og miðvíst og hevur rætta
yvirlitið, tá ið nógv er at gera.
INTERNETRÁÐGEVI
Vilt tú sleppa at ráðgeva nøkrum av fremstu fyri
tøkunum í Føroyum? Vilt tú standa á odda fyri
einum øki í stórari menning? Hevur tú førleikar
nar og áræðið at gjøgnumføra nýskapandi
og umfatandi internetverkætlanir? So hevur
Reproz brúk fyri tær, tí vit leita eftir einum
dugnaligum, royndum og fyrikomandi ráðgeva/
leiðara til internetdeild okkara.
STARVIÐ
Tú fert at hava ábyrgd av menning, ráðgeving
og verkætlanarleiðslu í tøttum samstarvi við
okkara projektleiðarar, sniðgevar og forrit
arar. Arbeiði títt verður m.a. at ráðgeva um
internetsamskifti, snið, funktiónir og samein
ing við aðrar KTskipanir. Harumframt koma
tilboðsgeving, demonstratión av CMSskipan,
undirvísing og projektsamskipan.
Reproz er Solution Partner hjá Dynamicweb
(DK) og umboðar skipanina í Føroyum og
Íslandi. Í hesum sambandi kann roknast við
ávísari ferðing.
FØRLEIKAKRØV
Tú hevur hægri útbúgving í kunningartøkni,
multimedia, samskifti, marknaðarføring ella
tílíkum. Tú hevur hollar royndir við heima
síðum og internetsamskifti og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt og áhaldandi við stórum verkætlan
um. Tú hevur skil fyri informatiónsarkitekturi
og usability, hevur eyga fyri sniði og funktional
iteti og sært heimasíður og intranet sum ein
sjálvsagdan part av samskifti, marknaðarføring,
branding, arbeiðsgongdum og tænastum hjá
fyritøkum. Tær nýtist ikki at vera forritari, men
tú hevur neyðuga innlitið til at skilja og formidla
tøkniligar kravfestingar fyri eksternum veita
rum, forritarum og kundum. Tú fert at hava
nógv kundasamskifti og mást tí duga væl við
fólki.
2EPROZ ER PARTUR AV .%-! Iċ ER STĆRSTA +4
OG SAMSKIFTISSAMTAK Ä &ĆROYUM OG VEITIR FULLFÄGGJAċAR TäNASTUR INNAN +4 SKRIVSTOVUÑTGERċ OG SAMSKIFTI
REPROZ SØKIR EFTIR
INTERNETRÁÐGEVA,
SNIÐGEVA OG
SAMSKIPARA
UM REPROZ
Reproz er samskiftisvirki, ið veitir heildartænastu í
samskifti og marknaðaføring. Á Reproz starvast 18
fólk. Vit eru ein fín blanding av ungum og eittlítið
sindurminniungum fólkum, ið hvør á sín hátt hava
evni og gávur at fremja ynskini hjá kundum okkara.
Reproz leggur stóran dent á fakligan kunnleika og
starvsfólkarøkt, og vit leggja okkum nær at menna
samstørv og netverk, ið geva okkum vakstrarmøgu
leikar, avbjóðingar, íblástur og møguleika at arbeiða
uttanlands.
Reproz er í stórum vøkstri og
hevur brúk fyri fólki, ið hevur
hug at vera við í framhaldandi
menning okkara.
UMSÓKNIR
Vilt tú gerast ein partur av okkum, og heldur tú teg
hava neyðugu førleikarnar til eitt av størvunum oman
fyri? Send umsókn tína við viðkomandi prógvum, CV
og referansum til Reproz, Postboks 1145, FO110 Tórs
havn – ella til christian@reproz.fo. Umsóknir skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2007.
WWWREPROZFO