fríggjadagur 22. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vilja vit
visjónina
Higartil hava nógvir klókir
og vísir menn tosa um føgru
ætlanirnar um visjón 2015.
Við einum undantaki tykjast
hesir tó allir hava gloymt,
hvør týdningarmesti parturin
av eini broytingarætlan er.
Nevnliga trúgvin hjá einum
heilum samfelag uppá, at
hetta er rætta leiðin at
ganga.
Í vinnulívinum er tað ein
klassiskur feilur, at stjórin
ofta gloymir at fáa starvsfólk
við í eini broytingarætlan.
Hetta tí stjórin longu í rúma
tíð hevur arbeitt við hesum,
og tí er vorðin sannførdur um,
hvør rætta leiðin er. Og júst
tað sama tykist eisini gera
seg galdandi hjá landsins
leiðslu og tess embætisverki.
Har verður tosað um, hvørjir
lutir skulu broytast. Niður í
smálutir verður tosað um,
hvussu hetta skal gerast.
Men boðskapurin um hví
vit gera hetta, og hvør fær
ágóðan, tykist vera gloymdur.
Jú – visjón 2015 fær ágóðan.
Tú veit, tá Føroyar verða
heimsins besta land. Tað í
sjálvum sær eru vit neyvan
ósamd um. Men tað er
kanska eitt dekan ov víðskygt
mál at seta sær, um vit ikki
eisini síggja og merkja batar
onkra staðni á leiðini.
»Kann eg velja millum sann
føring og ótta, so velji eg
altíð óttan. Sannføringin kann
broytast« Soleiðis tók Stalin til
á sinni. Og oftani tykist hetta
eisini vera høvuðssetningurin
hjá landsins kosnu. Tí fyri
tað mesta verður bara tosað
um ræðumyndir, um vit ikki
fylgja altjóðagerðini. Um
vit ikki fremja visjón 2015
broytingarnar, gongur so og
so galið.
Hví ikki lata øll tey, sum ikki
eru partur av samgongu og
embætisverkinum, fáa sína
egnu orsøk til at lata seg
sannføra um, at hetta er
rætta leiðin at ganga?
Jákup Mørk
blaðmaður
jakup@sosialurin.fo
Síðan apríl hevur
Heini Joensen siglt
við Norrønu, og hann
hevur alt gott at
bera sínum
starvsfeløgum í
barrunum, sum í
stóran mun eru pól
lendingar. – Tey eru
øll fitt, blíð og
ógvuliga dugnalig,
sigur hann
Hetta dámar mær ógvuliga
væl. Tað er fantastiska stuttligt
og áhugavert at arbeiða um
borð á Norrønu. Hóast fólk
úr nógvum ymiskum tjóðum
arbeiða í tænastuni umborð, er
stemningurin góður. Vit skulu øll
samstarva. Hetta gongur væl, og
vit læra nógv av hvørjum øðrum.
Tað sigur 26 ára gamli, Heini
Joensen, sum er ættaður av Nesi.
Vit hittu hann í Naustbarrini
umborð á Norrønu mánakvøldið,
har hann stóð aftanfyri diskin
og fylti upp í gløs til ferðandi,
sum høvdu hug at leska sær við
onkrum í góðveðrinum hetta
kvøldið.
Men Heini var ikki leingi í hesi
barrini. Lutfalsliga fá fólk sótu
kring um við borðini, men í Viking
Club á dekkinum niðanfyri var
dansur og meira at gera hetta
kvøldið.
Eg fari niður í hina barrina
nú at hjálpa til. Kom bara niður
hagar, so kunnu vit práta meira.
Tænastufólkið umborð á
Norrønu er rættiliga fleksibult, og
tey hjálpast at, tá á stendur.
Vit hava tvær størri barrir og
ein minibarr, har tú kanst keypa
“kyllingar” og ís, sigur Heini.
Ungi nesdrongurin er annars
útbúgvin krambakallur í Havnar
Timburhandli, har hann lærdi
og í nøkur ár starvaðist sum
innkeypsleiðari.
Vanliga er meira at gera í
barrini niðri undir. Vit eru hálvt
annað fólk og meira uppi á – og
eini 23 niðri undir. Annars liggur
talið av fólki, sum starvast í
barrunum og resturantunum,
millum 6 og 10 – alt eftir, hvussu
nógv fólk er við Norrønu, sigur
hann.
Vanliga arbeiðstíðin umborð er
10 tímar um døgnið, men er nógv
at gera, verður arbeitt yvir.
Eg vil siga, at vit javnan
arbeiða millum 10 og 13 tímar
um døgnið, og tað haldi eg vera í
fínasta lagi.
Hann sigur, at tey antin kunnu
fáa yvirtíðina útgoldnað í peningi
ella í avspasering.
Eg arbeiði mest aftanfyri
diskin sum barrfólk og ikki so
nógv úti á gólvinum sum barr
tænari. Men stendur á, hjálpast
vit at.
Heini hevur alt gott at bera
sínum starvsfeløgum í barrunum,
sum í stóran mun eru pól
lendingar.
– Barrleiðarin, sum er sera
dugnaligur, er eisini póllendingur.
Tey eru øll fitt, blíð og røsk. Tað er
ikki minst teir mongu nationalitet
irnir, sum mær dámar væl. Hetta
er simpulthen genialt, sum hann
tekur til.
Tey, sum sigla við Norrønu,
eru vanliga fýra vikur umborð
og fýra vikur heima. Tey eru
limir í sjómannadeildini hjá
Føroya Fiskimannafelag, og
lønin er sambært farmaskipasátt
málanum.
Lønin er 15.611 krónur um mán
aðin fyri arbeiðstíðina, sum er
ásett í sáttmálanum.
Vit spurdu eisini Heina, hvussu
er við upplæring.
Í fyrsta lagi er neyðugt at
hava verið á trygdarskeiði, tí
trygdin umborð verður altíð sett
í hásæti. Sjálv upplæringin til
barrtænastuna fer fram í sam
starvi við barrleiðara og tey, sum
hava royndir og kunnu læra frá
sær. Fleiri av tænastufólkunum
hava drúgvar royndir innan hetta
virksemi, og tey eru ófør at læra
frá sær.
Hann sigur, at eitt er sjálv tæn
astan. Annað er søgan aftanfyri
tey ting, tú arbeiðir við, eitt nú
gløs og annað.
Í slíkum arbeiði fært tú eina
holla vitan um hetta økið.
Men hóast honum dámar sera
væl umborð á Norrønu, verður
Heini ikki verandi leingi aftrat við
skipinum.
Hetta verður seinasti túrurin
hjá mær, og annan mánadag byrji
eg í starvi sum handilsleiðari hjá
Demich. Eg fari við sorgblídni,
tí hetta hevur verið eitt rættiligt
upplivilsi, sigur nesdrongurin.
Heini Joensen hevur ikki verið
nógv á sjónum.
Og tó.
Hann var nakrar túrar við línu
skipinum Stapanum fyri eini 45
árum síðan.
Mær dámdi eisini væl umborð
á línubáti, men lívið har umborð
– og lívið umborð á Norrønu
– kann als ikki samanberast. Tað
er púrasta hvør sítt, leggur hann
aftrat.
Í frítíðini umborð á Norrønu
stytta tey sær stundir við eitt nú
práti, hyggja at filmi, svimja og
sita í sauna, tá tað ber til.
Vit kunnu bert undir serligum
umstøðum og við loyvi vera ímill
um vanliga ferðafólkið í okkara
frítíð. Hetta er bert, um onkur
í familjuni er við ella onkur av
okkara nærmastu kenningum. Tað
samskifti, vit hava við ferðafólk,
er í okkara arbeiði, sigur Heini
Joensen.
Hetta er heilt genialt
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Hetta verður mín seinasti túrur umborð á Norrønu á hesum sinni. Eg fari nú í starv sum handilsleiðari hjá Demich. Tað
er við sorgblídni, eg sigi manningini farvæl, sigur Heini Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen