fríggjadagur 22. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 118 - 22. juni 2007
tíðindi
Nevndin heldur fram
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund
farna fríggjadag. Fyri vali stóðu Magni Arge
og Meinhard Jacobsen, og vóru teir báðir
afturvaldir. Nevndin er sostatt óbroytt, og
hon hevur skipað seg við sama formans
skapi: Jóhan Páll Joensen er formaður, og
Kristoffur Laksá er næstformaður. Hinir
nevndarlimirnir eru Bergur Poulsen, Jón
Danielsen og Hákun Djurhuus.
Løggildur grannskoðari
Jógvan Joensen varð tilnevndur løggildur grannskoðari
tann 20. juni 2007. Jógvan er føddur í Vík tann 19.
oktober 1967, men býr í Tórshavn. Eftir at hava lokið
cand.merc.aud. prógv við Handilsháskúlan í Århus í
1994, hevur Jógvan Joensen starvast á P/F Grannskoðara
virkinum INPACT og hevur hann drúgvar royndir innan
grannskoðan, roknskap, umframt ráðgeving innan skatta
og fíggjarviðurskifti. Í frítíðini telvar hann og er í løtuni
formaður í Talvsambandi Føroya. Jógvan Joensen er
giftur við Janet Matras Toftum og hava tey børnini Hjalti
(14 ár), Flóvin (7 ár) og Lenu Mariu (½ ár).
- Eg hevði ikki
torað at tiki orðið
familjupolitikkur upp
á tunguna, um eg var
politikari í sitandi
samgongu, sum hevur
eina barsilsskipan
við 8 milliónum
í yvirskotið, sam-
stundis sum familjur
við næstan ongari
inntøku onki fáa úr
skipanini. Soleiðis
sigur 28 ára gomul
mamma úr Skopun
við Sosialin.
BARSILSSKIPANIN
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Lítli Ísak verður eitt ár
mánadagin,
og
mamma
hansara, Kristvør Kolden,
hevur verið heima hjá
honum, síðani hann varð
føddur. Hon og maðurin
hava eisini tvær eldri døtur,
sum tey hava fingið í pleygu
úr Noregi.
Í flestu londum rundan
um okkum rópa politikarar
varskó, tí ov fá børn verða
fødd. Men samanborið við
grannalond okkara hava
Føroyar ein sera høgan
føðitíttleika.
Føroyskar
kvinnur seta í miðal 2,47
børn í verðina (Hagtøl frá
2006). Og sitandi landstýrið
hevur fleiri ferðir lagt dent
á týdningin av góðum
umstøðum
fyri
barna
familjur. Men ikki allar
mammur merkja, at stríð
teirra verður virðismett.
Sosialurin
kundi
í
seinastu viku avdúka, at
Barsilsskipanin síðsta ár
hevði eitt avlop upp á leið 8
milliónir.
Partarnir
á
arbeiðsmarknaðinum
og
politikararnir kjakast um
hvør skal umsita skipanina,
tí sum er, fer alt yvirskotið í
landskassan.
Fyri Kristvør Kolden í
Skopun hevur tað tó lítlan
týdning, um tað er land
stýrismaðurin ella partarnir
á
arbeiðsmarknaðinum,
sum hava endaligu ábyrgd
ina.
Teir
fyrstu
seks
mánaðarnar av lívinum hjá
Ísaki fekk hon 1000 krónur
um mánaðan frá barsils
skipanini. Og síðani hevur
hon verið heima fyri null
krónur um mánaðin. Hesa
somu tíð hevur maður
hennara verið í læru sum
málari, og hevur tí ikki havt
serliga stóra inntøku.
Unga mamman í Skopun
greiðir Sosialinum frá sínari
søgu.
Á vári 2005 tóku vit
tvær gentur, sum maður
mín var pápabeiggi hjá, til
okkum. Eg arbeiddi tá sum
stuðul, men valdi at vera
heima fyrstu tíðuna, so tær
kundu fella væl til. Vit hava
ikki fingið nakran peninga
ligan
stuðul
í
hesum
sambandi, tí tær komu frá
skilfólkum úr øðrum landi.
Eg var heldur ikki í ALS, tí
eg ikki var arbeiðstøk. Og
mitt í hesum gjørdist eg so
upp á vegin.
Maður mín var í læru,
og av tí at hann var í skúla
fekk hann bara lærlingaløn.
Eg var sera illa fyri, og av
neyð ringdi eg og teknaði
meg í ALS. Tey vóru sera
skeptisk um at loyva mær í
skipanina, tí eg var í fimta
mánaði. Men eg slapp uppí
og fekk á leið 1200 krónur
um mánaðin, til fýra vikur
vóru eftir til barsil.
Tá lítli Ísak kom í verðina
flutti hon yvir í barsils
skipanina og fekk nú á leið
1000 krónur um mánaðin.
Gjalda inn, men fáa
onki úr
28 ára gamla Kristvør
Kolden í Skopun arbeiddi
sum stuðul, áðrenn tey
fingu døturnar, og maðurin
hevur arbeitt hjá málara
meistara, síðani tey fluttu
heim til Føroya í 2001. Tey
hava
goldið
inn
í
barilsskipanina
og
hava
framvegis eitt langt lív
framman fyri sær, har tey
eisini fara at gjalda inn í
skipanina. Tí heldur hon
tað vera undarligt, at tað
bara
eru
teir
seinastu
mánaðarnar, áðrenn barnið
kemur í verðina, sum telja
fyri útgjaldingina.
Eg helt, at tað var ein
minsta upphædd, sum øll
fingu. Eg kundi ikki ímynda
mær, at vit høvdu eina
skipan, har gjaldið fór niður
um 3000 krónur. Men eg
tók feil. Tú kanst gjalda inn
í skipanina eitt heilt lív,
men um tú tekur ein lítlan
steðg, beint áðrenn tú eigur,
fært tú einki.
Núverandi
skipan
noyðir kvinnur at fara
biddaragongd til Almanna
stovuna. Men eg eri ikki
áhuga í forsorgarhjálp. Og
sjálvt um starvsfólkini á
Almannastovuni eru vinar
lig, so er tað eymýkjandi, at
skula
avleverað
allar
rokningar og so bara fáa
nøkur oyrur ella slett onki
afturfyri.
Í Føroyum hjálpa vit
ofta
hvørjum
øðrum
uttanfyri almennu skipan
ina. Eg og maðurin hava til
dømis búð bíliga, tí vit
búgva í sama húsi sum
mamma mín. Vit hava eisini
klára okkum, tí bankin
hevur verið so laðaligur.
Men hví hava vit eina
skipan, um hon ikki kann
brúkast, spyr unga kvinnan
í Skopun.
Barsilskipanin er ikki fyri øll
Kristvør:
- Eg helt, at tað var ein minsta upphædd, sum øll fingu. Eg kundi ikki ímynda mær, at vit høvdu eina skipan, har gjaldið fór niður um 3000 krónur. Men eg tók feil,
sigur Kristvør Kolden, sum fekk 1000 krónur um mánaðin frá barsilsskipanini