fríggjadagur 22. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti
4
Brøðurnir Jákup og Pauli Mohr
skulu báðir til Oyggjaleikirnar.
Teir eru millum bestu svimjarar í
landinum.
Jákup og Pauli eru synir hjá
Øssuri og Ingvør Mohr úr Fugla
firði
Teir hava seinastu tíðina vant
miðvíst móti Oyggjaleikunum, har
ið báðir ætla sær heiðursmerki.
Undirritaði hittir brøðurnar
Mohr í hugnaliga heimi teirra í
Fuglafirði. Vit seta okkum at práta
við køksborðið.
Skaddur sum ungur
Jákup er 18 ár og Pauli er 15
ár. Jákup byrjaði at svimja sum
ungur, men hann gjørdist skaddur
sum 11 ára gamal og skuldi
opererast. Hann byrjaði ikki aftur
fyrr enn sum 13 ára gamal.
Pauli byrjaði longu sum 5 ára
gamal at ganga til svimjing.
Foreldrini hava altíð tikið
okkum við til svimjing. Tey hava
eggja okkum til at gerast svimjar
ar, sigur Pauli.
Brøðurnir báðir hava eisini
fingist við annan ítrótt, men svimj
ingin hevur tó altíð verið nummar
eitt.
Fyri tveimum árum síðani byrj
aðu vit at gerast ordiliga seriøsir
við svimjingini, tí at tá sloppu vit
at venja við fyrsta liði, siga Jákup
og Pauli, sum svimja fyri FS.
Teir venja 7 ferðir um vikuna,
og hvør venjing er 2,5 tíma. Van
liga venja teir tó enn oftari.
Vit venja ikki so hart nú, tí
at vit trampa niður til Oyggja
leikirnar. Kroppurin skal fáa
møguleika at hvíla og byggja seg
upp, sigur Jákup.
Oyggjaleikir tað
størsta
Jákup hevur arbeitt timburarbeiði
seinastu mánaðirnar, men hann
er givin til tess at fyrireika seg til
Oyggjaleikirnar.
Tað er sera strævið at svimja
og arbeiða. Vit venja áðrenn og
aftaná arbeiði, og arbeiðsdagurin
er sum ein lang vektvenjing, tí
at vit bera so nógv. Tað orkar tú
ikki í longdini, sigur Jákup, sum
heldur, at Oyggjaleikirnir eru
størsta avbjóðingin hjá einum
føroyskum svimjara.
Eg var eisini á Oyggjaleikun
um seinast, og eg haldi, at tað er
tað størsta hjá einum føroyskum
svimjara. Tað er sjálvandi eisini
EM og HM, men tá hava teir før
oysku svimjararnir ongan kjans.
Á Oyggjaleikunum hava vit kjans
til at vinna heiðursmerki, sigur
Jákup.
Hetta er fyrstu ferð, eg fari
til Oyggjaleikirnar, og eg eri sera
spentur, sigur Pauli.
Teir hava báðir sum mál at seta
met og vinna í teirra grein.
Eg ætli mær at seta met í
bringusvimjing, og so burdi eg
ligið til silvur ella gull. Annars er
fyrsta málið at koma í finaluna,
sigur Jákup.
Eg ætli mær at seta met í 50
metrar frí, og so satsi eg uppá
at fáa gullið, sigur Pauli, sum
sostatt ætlar sær at betra um
metið, sum Kristian Olsen nýliga
hevur klárað.
Stuðla hvør øðrum
Jákup og Pauli svimja ikki í somu
kappingargrein. Teir eru ymiskir í
bygnaði og hava ymiskar styrkir.
Pauli, sum er yngri, er longri enn
Jákup.
Pauli er skjótari enn eg, tá ið
tað kemur til teir styttru teinarnar,
sigur Jákup.
Men Jákup orkar betri enn eg.
Hann orkar betri at svimja langt,
er Pauli skjótur at svara.
Brøðurnir tosa nógv saman.
Eisini um svimjing. Teir eru báðir
glaðir fyri at hava hvønn annan,
tá ið teir svimja.
Tað er hart at fara upp klokkan
5 um morgunin, men tað er
lættari, tá ið Pauli er við. Summi
skilja ikki, at vit brúka so nógva
tíð til svimjing. Tí er tað gott at
hava Paula, sum er í somu støðu
sum eg. Vit stuðla hvør øðrum
væl og hyggja til kappingarnar.
Øll familjan plagar at koma við, tá
ið vit kappast. Hetta er ein verulig
”svimjifamilja”, sigur Jákup
Svimjibrøður stuðl
Jákup og Pauli Mohr skulu til Oyggjaleikirnar. Teir
vilja báðir koma heim aftur við heiðursmerki um
hálsin. - Summi skilja ikki, at vit brúka so nógva tíð
til svimjing. Tí er tað gott at hava Paula, sum er í
somu støðu sum eg, sigur Jákup um beiggja sín
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Pauli um Jákup
Hann er besti beiggi tú kanst hava.
Hann hevur góðan vilja. Hann er ein
sosialur persónur, og hann er eitt
kappingarmenniskja. Vit kappast ofta í
FIFA fótbóltsspælinum
Jákup um Paula
Hann hevur altíð morgungron! Men
annars er hann fittur og raskur. Hann
búnast skjótt. Hann er einans 15 ár og
hevur allar møguleikar at gerast sera
góður svimjari. Hann er suverenur í
sprintinum