fríggjadagur 30. mars 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 30. mars 2001
29
28
Nr. 63 - 30. mars 2001
KROSSORÐ
Tomasia Njálsdóttir
850 Hvalba
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin.
Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í
blaðnum næsta fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
264
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness
❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: HAVNARGØTUR
Kunngerð
Tað verður við hesum gjørt kunnugt, at
skúlastýrisval
verður í øllum sjálvstøðugum fólkaskúlum við
innskrivaðum næmingum, mánadagin 28. mai
2001.
Mentamálastýrið
Mentamálastýrið
Framleiðslutól
til fiskavirking
til sølu
Um hóskandi boð fæst, verða framleiðslutólini
hjá Sp/f Fagralíð við hesum lýst til sølu.
Virkið hevur rikið fiskaframleiðslu, og hevði í ár
2000 ein umsetning uppá uml. 35 mió.
Talan er um m.a. um hesa útgerð:
Scania lastbilur, rúmar 16 plattar
Gaffiltrukkur og lyftivognur
Skeriborð til 10 fólk
Sorterings- og vektarskipan
Etikettuprintara og bandmaskinu
Slógvkvørn
Kantinu- og skrivstovuinnbúgv
Kassar og kør
Virkið heldur til í leigaðum hølum á Vestaru
Bryggju, Tórshavn, og møguleiki er at yvirtaka
leigusáttmálan eftir nærri avtalu við Tórshavnar
Havn.
Virkið er løggilt eftir matvørulógini, eins og inn-
vigingarskipanin er góðkend eftir reglunum í
fiskiveiðilógini. Viðmerkjast skal tó, at tann sum
keypir framleiðslutólini við atliti uppá framhald-
andi fiskaframleiðslu sjálvur má taka hesi viður-
skifti upp við avvarðandi myndugleikar.
Framleiðslutólini verða sýnd fram eftir nærri av-
talu.
Annfinn V. Hansen
Advokatfirma
Gongin • Postrúm 106
110 Tórshavn
Tlf. 319595 • Fax 315499
Musikkskúla-
skipanin
Søkir eftir lærarum í hesum greinum til setan í
august 2001.
Sello. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Klaksvík.
Undirvísingarstøð: Klaksvík og Eysturoy. Førleiki á
øðrum ljóðføri er fyrimunur.
Messing. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Vágum.
Førleiki í orkesturleiðslu er fyrimunur.
Rútmiskari tónleikanámsfrøði.
Fulltíðarstarv.
Bústaður verður í Eysturoy.
Undirvísingarstøð: Eysturoy og Klaksvík.
Fakini eru gittar, el bass, slagverk, samanspæl og
forskúli.
Sangi og klaver. Fulltíðarstarv. Bústaður og undir-
vísing verður í Suðuroy.
Royndir í barnasangi og kórleiðslu krevjast.
Blokkfloytu/klarinett/saxofon/fagott. Starvið er
3/4 av fulltíðarstarvi.
Undirvísingarstøð: Norðurstreymoy og Tórshavn.
Royndir í bólkaundirvísing er fyrimunur.
Sangi. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Tórshavn.
Undirvísingarstøð:Tórshavn og Norður Eysturoy.
Undirvísingarroyndir í rútmiskum sangi krevjast.
Klaver. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Tórshavn.
Undirvísingarstøð:Tórshavn og Norðurstreymoy.
Hollur dugnaskapur í fylgispæli krevst.
Klaver. Tíðaravmarkað 3/4 starv skúlaárið 2001/
2002.
Undirvísingarstøð:Tórshavn og Nes Sókn.
Førleikakrøv: Musikkpedagogiskt prógv frá
konservatorium ella onnur javnsett hægri
tónleikaútbúgving. Framførsluroynd krevst í
sambandi við setan.
Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmala
millum Fíggjarmálastýrið og Musikklærarafelagið.
Umsóknarfreist: 7. mai 2001
Meira fæst at vita hjá leiðaranum Martin
Mouritsen á tlf 216462 ella
t-posti: martin@mms.fo
Umsókn skal sendast til:
Mentamálastýrið
Musikkskúlaskipanin
Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72
FO 100 Tórshavn
T-postur: martin@mms.fo
Tlf 316462 / 216462
Fax 316991
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Í musikkskúlaskipanini eru í løtuni tilsamans 1150 næmingar.
Skúlarnir
eru
Tórshavnar,
Klaksvíkar,
Suðuroyar,
Norðurstreymoyar,Vága, Nes Sóknar, Fuglafjarðar, Norðljómur,
Sandoyar,
Leirvíkar,
Stranda,
Skála,
Oyndarfjarðar og
Fossánesar Musikkskúlar.
Kommunalir myndugleikar skipa karmar, sum leiðari á
staðnum fyrisitur. Lærararnir hava hægri tónleikaútbúgving.
Mentamálastýrið hevur fakligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av
undirvísingini.
AVLOYSARAR
Heimarøktin
søkir eftir
Heimasjúkrasystrum og Heimahjálparum
sum feriuavloysarar í summar.
Umsókn verður at senda sum skjótast til hesi øki:
Heimarøktin – Suðurstreymoy
Skálatrøð 14
100 Tórshavn
Heimarøktin – Vágoy/Norðurstreymoy
Heilsumiðstøðin
370 Miðvágur
Heimarøktin – Eysturoy
Heilsumiðstøðin
620 Runavík
Heimarøktin – Suðuroy
900 Vágur
Heimarøktin – Sandoy
Áargarður
210 Sandur
-har
tað hendir
Tjaldur fekk tvey sera
týdningarmikil stig í dyst-
inum móti Kyndli miku-
kvøldið. Longu eftir fyrra
hálvleik
hevði
Tjaldur
vunnið sær eina trygga
leiðslu yvir Kyndli, sum
ikki formáddi sær nakað
serligt móti Tjaldri.
Liðini fylgdust bæði til
eini tíggju minuttir vóru
eftir at fyrra hálvleiki. Tá
dróg Tjaldur frá kyndils-
kvinnum. Kyndil megnaði
ikki at berja seg innaftur í
dystin í seinna hálvleiki, tá
munurin bara vaks.
Tjaldur hevur við hesum
sigrinum hála seg tvey stig
frá botnsessinum, har Sólj-
an liggur í løtuni. Tjaldur
hevur nú seks stig, meðan
Sóljan hevur fýra stig.
Teir 31 áskoðararnir í
høllini í Runavík sóu so-
statt lið sítt fáa ein sjáld-
saman sigur til høldar.
Hjá Tjaldri skeyt Beinta
Joensen átta mál, meðan
Melitze Ergic gjørdi sjey.
Ann Hansen og Lotte Sør-
ensen skutu fimm mál í
part fyri Kyndil.
1. mansliðið hjá Kyndli
vann mikukvøldið á Tjaldri
inni í Runavík. Longu eftir
fyrra hálveik hevði Kyndil
eina trygga leiðslu, men
Tjaldur minkaði nakað um
munin eftir steðgin.
Tjaldur megnaði at fylgja
við eina løtu við byrjan av
dystinum, men Kyndil fekk
síðani seks mál á rað uttan
at Tjaldur svaraði aftur.
Hetta at kalla avgjørdi
dystin.
Kyndil er nú bara eitt stig
aftanfyri StÍF á øðrum
plássi. Kyndil roynir nú at
vinna sær silvurið, og tað
verður antin Kyndil ella
StÍF, sum fer avstað við tí.
Hjá Kyndli skeyt Hans
Áki
Dahl-Christiansen
níggju mál, meðan Hanus
Jensen gjørdi seks. Sverri
Justinussen og Dejan Ma-
curt skutu fýra mál hvør
fyri Tjaldur.
Tjaldur-Kyndil 30-19 (15- 9)
Tjaldur fekk
tvey stig
Tjaldur-Kyndil 20-25 (7-15)
Kyndil
helt fast