Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 30. mars 2001 27 26 Nr. 63 - 30. mars 2001 Sum heild var tað talan um eitt liðavrik av teimum stóru, sum tryggjaðu Føroyum avbera góða úrslitið í Moskva. Skal nakar takast framum, má tað verða Jákup Mikkelsen, men yvirhøvur stóðu allir leikarar seg javn væl á litaða grúsvøllinum í Luzjniki Stadion í Moskva LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen Herfølge 19 dystir/0 mál Hevði meira enn nóg mikið at gera fyrstu løtuna, tá russar meira ella minni hersettu føroysku hálvuna. Slapp tó væl frá tí mesta, og var ósekur, tá Mostovoi skeyt einsamalla málið í dystinum. Hevði eisini í einum trimum førum nakr- ar kanónbjargingar, og ikki minst mundu viðleikararnir vera takksamir, tá hann bjargaði royndini móti tí púra leysa Dmitri Khoklov. 2. Óli Johannesen Hvidovre 50/1 Jubilarurin á landsliðnum hevði fyrstu løtuna sera trupult við at halda skil á viðleikarunum í verjuni. Hetta batnaði tó nakað eftir fyrstu 10 minuttirnar, og so við og við gjørdist avrik hansara alt meira sannfør- andi. Var óheppin tá hann skeyt upp um eftir horna- spark, men hugsaði annars mest um verjupartin, ið sjálvsagt er staðið, har tørvurin á honum er størst- ur. 3. Pól Thorsteinsson B36 21/0 Kom beina leið inn aftur á landsliðið, har hann fekk til uppgávu at taka sessin hjá Johan Byrial Hansen. Uttan stórvegis hóvasták lyfti hann uppgávna, og eftir spælinum døma, skuldi ein so avgjørt ikki hildið, at hann hevði verið hálvt annað ár burturi frá lands- liðnum. Við umhugsni og kvikleika eydnaðist tað í nógvum førum at fáa eina tá ímillum russiska sam- anspælið, og einki er at ivast í, at Pól er komin aftur á landsliðið fyri at verða. 4. Jákup á Borg B36 12/0 Slapp fyri fyrstu ferð at spæla samfullar 90 minutt- ir, og at hann ikki varð skiftur úr, boðar helst frá, at venjarin hevur verið nøgd- ur. Røkti skyldur sínar í bæði álops- og verjupart- inum, og var talan um heimadyst, hevði hann ivaleyst eisini ognað føroy- ingum eitt brotsspark. Hev- ur veruliga tikið av, nú hann hevur fingið møguleikan á landsliðnum, og eigur ivaleyst nógvar dystir til góðar framyvir. 5. Hans Fróði Hansen B68 17/1 Tað var fyrst og fremst í spælinum við hóvdinum, at Hans Fróði gjørdi vart við seg í hesum dystinum. Vann so at siga alt í luftini, soleiðis at russar ongan tíð gjørdist vandamiklir á hes- um økinum. Hevði tó nakrar trupulleikar í spæl- inum niðri við jørðina, men hetta gjørdist eisini betri, tá hann slapp undan at hugsa um kvika Maxim Buznikiu. 6. Øssur Hansen B68 44/2 Var við í sera nógvum av framrættaða føroyska spæl- inum. Ikki minst tá hann við longum sendingum skapti vandamiklar støður í fyrra hálvleiki. Við eitt sindur av hepni hevði hann eisini komið á máltalvuna, men triðja landsliðsmáliði noyðist so at bíða nakað enn. Var kanska ikki heilt so stinnur í verjupartinum, sum vanligt, men hetta skyldast helst eisini sterku mótstøðumonnunum. 7. Fróði Benjaminsen B68 9/0 Eftir vala avrikið í Luksem- burg slapp Fróði at varveita sessin á miðvøllinum, og hetta gjørdi hann eisini uttan stórvegis hóvasták. Tordi at bjóða av, og uttan stórvegis virðing fyri mótstøðuni setti hann so avgjørt sítt merki á dystin. Saman um tikið mundi avrik hansara eisini vera tað besta á miðvøllinum, uttan at nakað tó skal takast frá monnunum, sum hann hevði við síðuna av sær. 8. Julian Johnsson Sogndal 38/1 Við vandanum fyri endur- tøka skal enn eina ferð sigast, at størsta styrkin hjá Julian er og verður ótrúliga orka hansara. Var við í sera nógvum á vøllinum, men í mun til dystin leygardagin, var Julian ikki so sjónligur í skapandi partinum av spæl- inum. Partvíst varð hetta tó orsakað av vøllinum, tí longu dragingar hansara vóru at kalla ógjørligar, tá undirlagið var somikði óslætt. 9. Kurt Mørkøre Sogndal 34/3 Tók av álvara dystin upp við russisku bjørnina, og ikki minst í fyrra hálvleiki gjørdi hann sær dælt av kropsstyrki síni, har hann ikki læt nakran russa sleppa at taka sær av løttum. Vann eina rúgvu av nærdystum, og var tí eisini við í so at siga øllum, sum varð skapt fram eftir í fyrra hálvleiki. Tá russar í seinna hálvleiki vórðu heldur varnari, fekk Kurt eisini minni rásarúm. At hann varð skiftur út, komst í øllum førum ikki av nøkrum vánaligum av- rikið, men heldur av taktiskum orsøkum. 10. Christian Høgni Jacobsen NSÍ 3/1 Hóast góða avrikið í Luksemburg, var tað heldur óvæntað at ungi maðurin slapp at byrja inni í Moskva. Við avrikið sínum gav hann tó enn eitt frálíkt dømi um, at hann so avgjørt er ein teirra, sum nógv kann roknast av í fram- tíðini. Við glíðandi drag- ingum sínum megnaði hann fleiri ferðir at skapa órógva í russisku verjuni, og hann tóktist ikki á nakran hátt at hava trupulleikar av fysisku styrkini hjá mótstøðu- monnunum. Spurningurin eftir hesar báðar dystirnar tykist kanska vera, hvat Allan Simonsen skal gera, tá allir álopsleikararnir aftur eru tøkir. 11. John Petersen B36 31/3 Skuldi sum vant taka sær av kreativa partinum á mið- vøllinum, og hetta megnaði hann í størri mun enn ímóti Luksemburg. Stórur partur av føroyska spælinum gekk ígjøgnum hansara føtur, og har umframt var hann á ongan hátt bangin fyri at taka eina hond við í verju- partinum. Mistók seg tó álvarsliga í einum einstøk- um føri, tá hann fór skeivur av bóltinum, men hetta kann tó ikki á nakran hátt draga avrik hansara niður- eftir. 14. Sámal Joensen GÍ 21/0 Hóast hann nú var vorðin frískur, so var hetta ikki nóg mikið til at byrja inni aftur á vanliga plássinum á miðvøllinum. Slapp tó sum einasti skiftisleikari inn á vøllin, og hóast tíðin á vøllinum var ov knøpp til at geva nakra veruliga meting, so sást kortini, hví hann vanliga telist millum føstu menninar á liðnum Hóast hann bert fyri aðru ferð slapp at byrja í týðandi dysti, so tóktist hetta ikki á nakran hátt at nerva avrikið hjá Fróða Benjaminsen. Uttan stórvegis hóvasták gjørdi hann sín 1/11 fyri at tryggja góða føroyska úrslitinum Allir stóðu royndina Jákup Mikkelsen roknar ikki við, at ættarliðsskiftið á landsliðnum fer at gerast nakar trupulleiki Landsliðið Álvur Haraldsen/Jákup Mørk – Moskva Seinnu árini, er tosið um valið av landsliðsleikarum hjá Allani Simonsen vorðið eitt alsamt størri kjakevni millum manna. Fleiri hava verið av teirri fatan, at hann við at halda somikið fast um ein bul av leikarum, samstundis hevur skapt ein trupulleika, tí tá hesir eru lidnir, verður mest sum eitt heilt lið at skifta út í senn. Dystirnir í Luksemburg og Moskva hava tó sýnt, at fleiri leikarar nú standa meira ella minni klárir at taka yvir, og hetta kann so ikki sigast at vera annað enn hugaligt. Eftir dysti tosaðu vit við landsliðsmálverjan, Jákup Mikkelsen, og hann tóktist eisini fegin um, at ungu menninir høvdu roynst so- mikið væl. - Hatta er eisini nakað, sum vit hava tosað um okk- ara millum, tí talan kundi veruliga verið um ein trup- ulleika. Allan hevur jú havt eina fasta stammu so at siga alla tíðina, og felags fyri okkum allar er sjálv- andi, at vit nú eru komnir nakað upp í fótbóltsárini. - Hesa ferð vóru so fleiri av teimum, sum vanliga teljast millum berandi kreftirnar, ikki við, og tað er bara gleðiligt at síggja, hvussu teir ungu tóku møg- uleikan. Tað skapar størri kapping um plássini, og tað kemur so økkum øllum til góðar, heldur Jákup. Tá tosið fellur inn á, at fleiri leikarar kanska fara at gevast á landsliðnum innan fyri eitt stutt áramál, slepst ikki undan at spyrja, hvørj- ar ætlanir Jákup hevur sjálvur. Sum málverji kann hann jú rokna við, at hann hevur eina longri livitíð, og hann ásannar eisini, at so er. - Ja, eg kann kanska rokna við at verða við eitt sindur longur, og tað eri eg so avgjørt eisini hugaður í. Eg havi kanska ikki so stórt dystartal á landsliðnum, men eg haldi meg kortini hava eina hampuliga stóra rutinu, og kann eg við hes- um hjálpa ungu leikaru- num, so havi eg avgjørt einki ímóti tí, sigur Jákup Mikkelsen at enda. Eftir hálvt annað ár við leikbanni, kom Pól Thorsteinsson beint inn á liðið, sum í sera torførum umstøðum skuldi royna seg á Luzjniki Stadion í Moskva Landsdystur Álvur Haraldsen/Jákup ørk – Moskva Tað var sjálvandi ein fegin Pól Thorsteinsson, sum eft- ir dystin kundi staðfesta, at hann fyri fyrstu ferð í hálvt annað ár hevði spælt við í týðandi landsdysti. Eftir dystin móti Luksemburg var leikbann hansara runn- ið út, men spurningurin tóktist so vera, hvørt tað fór at vera rúmd fyri honum á liðnum. - Jú, tað hevði eg sjálv- andi vónað, men hinvegin kundi eg jú ikki rokna við tí eftir avrikið ´Luksemburg. - Vónirnar bygdi eg á, at Allan alla tíðina hevur víst mær álit, soleiðis at eg alla tíðina havi kent, at tørvur er á mær. Har afturat havi eg ongan tíð sitið á beinki- num, har eg havi verið, og tí hevði eg kanska nakað ilt við at ímynda meg sjálvan í hesum leiklutinum. - Boðini um hetta fekk eg so ikki fyrr enn á taktik fundinum, so sjálvandi var eg fegin. Hóast tað merkti at ein spælari (Johan Byrial Hansen, blðm.), sum hevði leikt fram úr í fyrra dysti- num varð vrakaður. Fluttu seg nógv Nú var talan sum sagt um fyrsta veruliga landsdystin í hálvt annað ár, men sjálv- ur helt Pól ikki, at tað var nakar trupulleiki at fella inn á liðið. - Eg kom inn á stoppara- plássið, har eg byrjaði á landsliðnum, og hóast mær dámar betri á bakkinum, so spæli eg sjálvandi har, um eg fái boð um tað. Burtur sæð frá fyrstu løtuni, so haldi eg eisini at vit høvdu gott tak á teirra áleyparum. - Trupulleikin fyrstu løtu- na var, at vit ikki høvdu nakran ávísan mann at mansverja, men at Hans Fróði og eg bara skuldu taka teir sum teir komu. Teir vóru bara somikið skjótir, og fluttu seg somik- ið væl, at hetta als ikki riggaði hjá okkum. Vit gjørdu so av at hava hvør sín, og tá fingu vit so bein- an vegin skil á. Eins og flestu viðleikar- arnir, so mátti Pól hóast alt ásanna, at talan var um eitt gott úrslit, sum landsliðið fekk í Moskva. - Eg má siga, at 0-1 í Moskva so avgjørt ikki er vánaligt. Sjálvandi er tíðin farin, har vit bara vóru við fyri at læra, men hinvegin skulu vit heldur ikki fara at rokna við, at vit skulu fara úr Moskva við einum ella trimum stigum, sigur Pól Thorsteinsson at enda. Óli Johannesen helt eftir dystin, at skjóta russiska spælið tók før- oyingar á bóli fyrstu løtuna Álvur Haraldsen/Jákup Mørk, Moskva Fyrstu 10 minuttirnar av dystinum tóktist tað meira ella minni sum um Føroyar vóru aftur í gomlu Landskrona- døgnum. Við níggju monnum afturi í egnum brotsteigi royndu teir av øllum at verja málið. Seinni gjørdist tó nakað betri, og okkara fingu flutt spælið longur niðan á vøllin. Spældu skjótt Eftir dystin hittu vit før- oyska liðskiparan, Óla Johannesen, sum eisini skuldi stýra føroysku verjuni. Vit spurdu hann, hví tað gekk so striltið at skipa føroyska spælið fyrstu løtuna. - Tað var bara tað, at teir spældu so ótrúliga skjótt. Vit kláraðu snøgt sagt ikki at fylgja við, tá teir við fullari ferð spældu uppeftir. Jógvan Martin (Olsen, blðm.) segði eisini við okkum í hálvleikinum, at tað tók honum 15 minuttir at finna út av teirra upp- stilling. Bara tí teir fluttu seg so nógv. Eftir fyrstu tíggju min- uttirnar tóktist tað tó, sum um føroysku leikar- arnir fingu betri skil á spælið. Tá russar sóu, at okkara eisini kundu skapa nakað, gjørdust teir meira varnir, men liðskiparin helt tó, at tað alla tíðina var sera trup- ult. - Sjálvandi gjørdist tað betri, tá vit fingu flutt okkum longur niðan. Lætt varð tað tó ongan- tíð, tí teir spældu alla tíð- ina rættiliga skjótt. Kanska dugdu teir eisini betri við vøllinum enn vit. Ernir hóast alt Fram móti endanum av dystinum fór ein hend- ing fram, har Óli og Al- exandur Mostovoi at kalla brustu saman. Av áskoðaraplássunum sást ikki so sjónliga, hvat tað var sum hendi, men Óli hevði so sína avgjørdu meining um hetta. - Hann tók meg í eitt stað, har mann ikki skal taka, og aftan á slóð hann meg í búkin. Eg gjørdi ikki nógv annað enn at skumpa hann eitt sindur, men dómarin kom beinan vegin til, og so var tað liðugt. Tað var sum so ikki nakað ser- ligt. Um sjálvan dystin helt Óli, at føroysku leikarar- nir høvdu alla orsøk til at vera ernir um úrslitið. - Eg má siga, at eg haldi tað vera fantastiska flott av øllum liðnum, at vit tapa 1-0 móti Russ- landi á útivølli, og sam- stundis vera keddir um tapið, tá vit fara av vøll- num. Kappingin er størri Pól er við aftur Tað var ein smílandi Pól Thorsteinsson, sum eftir dystin kundi staðfesta, at hann nú aftur er komin í landsliðshitan Jákup Mikkelsen hevur einki ímóti at taka eitt hampuliga drúgt tørn á landsliðnum, um hetta kann hjálpa teimum leikarum, sum fyrr ella seinni skulu taka yvir Kvikkir russar