fríggjadagur 30. mars 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 30. mars 2001
25
24
Nr. 63 - 30. mars 2001
Russar noyddust av
álvara at sanna, at
Føroyar ikki longur
eiga at átaka sær
leiklutin sum pinku-
lingar í altjóða
fótbóltshøpi. Eftir eitt
vala avrik noyddust
okkara menn av
vøllinum við teprum
tapi, sum tó í allar
mátar má roknast
sum eitt sera
heiðurligt úrslit
LANDSDYSTUR
Álvur Haraldsen/Jákup
Mørk, Moskva
Russland-Føroyar 1-0
(1-0)
Tað er sjáldan, at tað kenn-
ist so serligt at syngja før-
oyska tjóðsangin, sum tað
var, tá hesin varð spældr á
Luzjniki Stadion í Moskva
mikudagin. Umframt teir
11 leikararnar á vøllinum,
og tað fólk, sum saman við
skiftisleikarum og venj-
arum eru knýtt at landslið-
num, vóru bert seks før-
oysk fjølmiðlafólk, sum
kundu taka undir við hes-
um.
Øll hini á stadion, vóru
ímóti okkara monnum, og
hóast teir 8.000 áskoðar-
arnir ikki sýndust av nógv-
um á risastóra leikvøllin-
um, so syrgdi góði aku-
stikkurin á vøllin fyri, at
okkara ikki á nakran hátt
skuldu kenna seg væl-
komnar.
Ógvuslig byrjan
Tað tók heldur ikki nakra
serliga langa løtu, áðrenn
russisku leikararnir á vøll-
inum høvdu sýnt, at teir so
avgjørt ikki ætlaðu, at
Føroyar skuldi verða nøkur
serlig forðing hjá teimum á
vegnum til Japan.
Alt fyri eitt varð eitt
øgiligt trýst lagt oman móti
føroyska
málinum,
og
fyrstu minuttirnar var tað
eins og vit vórðu sett aftur í
Landskrona-tíðina
hjá
landsliðnum. Við at kalla
øllum monnum niðri í
brotsteiginum royndu okk-
ara av øllum alvi at forða
fyri einum russiskum máli,
og hóast tað mangan stóð
nógv á, so eydnaðist hetta
eisini.
Alt hetta tóktist tó at taka
eina vend, tá á leið 10
minuttir vóru leiktir. Fyrsta
veruliga kontra álopið hjá
okkum varð sett í gongd av
Øssi Hansen, sum við eini
langari
sending
fann
Christian Høgna Jacobsen
frammi í vinstra borði.
Hóast ungur og óroyndur so
smæddist Christian Høgni
ikki, og eftir at hava sneitt
verjuleikara av sær, sendi
hann flatt inn til Kurt
Mørkøre,
men
norski
málslúkurin gjørdist akku-
rát ov stuttur til at seta fótin
undir bóltin.
Allar helst gav hendingin
russum ein lítlan hvøkk, og
hesin mundi ikki gerast
minni, tá Øssur og Christ-
ian Høgni enn eina ferð
broderaðu seg ígjøgnum
høgra verjuborð hjá russ-
um.
Teir gjørdust meira varn-
ir, og hetta viðførdi spaku-
liga, at okkara menn eisini
vórðu betri skipaðir í verju-
partinum. Óli Johannesen
fór nú undir at seta sínar
snarur, og tað hóvaði so
avgjørt ikki russarunum, at
teir alsamt títtari rendur seg
inn í føroysku rangstøðu-
felluna.
Snýttir
Tá umleið eitt korter var
farið, kom so hendingin,
sum uttan iva var tann, sum
var størsta samrøðuevni á
leikvøllinum hendan dagin.
Úr vinstru fann John Peter-
sen við eini bleytari send-
ing Jákup á Borg, og hesin
tóktist hava beina kós móti
málinum, tá Victor Onopko
við fullari ferð sendi før-
oyska vongverjan um koll í
brotsteiginum.
Einki er at ivast í, at talan
var um brotsspark, men
dómarin lat tó ikki á nakran
hátt við seg koma. Horna-
spark varð úrslitið, og tá
hetta ikki kastaði nakað
stórvegis av sær, kundu
russar eina løtu draga
andan munandi lættari.
Væl skotið mál
Hóast hvøkkin, so sýndu
vertirnir framhaldandi, at
tað at teir høvdu virðing,
ikki á nakran hátt merkti, at
teir vóru bangnir fyri at
framhalandi trýsta spælið
oman á føroysku hálvuna.
Heilt vandamikið mundi
Bamsan varð kløkkað
Eingin ivi
Tá vit eftir dystin vóru
komnir
heim
á
Hotel
Rossija, har leikarar og
fjølmiðlafólk
hildu
til,
fingu vit orðið á Jákup á
Borg, og bóðu um eina
viðmerking til omanfyri-
standandi mynd.
– Tað var soleiðis, at eg
fekk ein bólt úr vinstru
síðu. Temjingin hjá mær
kiksaði eitt lítið sindur, og
gjørdi, at eg ikki slapp heilt
leysur. Tað hevði tó helst
eydnast, um ikki Victor
Onopko við fullari ferð
rendi meg niður, sigur
Jákup, sum als ikki ivast í,
at talan átti at verið um
brotsspark.
– Hevði talan verið um
heimadyst, hevði floytan
heilt víst ljóðað, men hon
tagdi, og satt at siga varð eg
so bilsin av hesum, at eg als
ikki
hugsaði
um
at
mótmæla fyri dómaranum,
segði altso Jákup á Borg
tað eisini blivið beint eftir
væntandi føroyska brots-
sparkið. Maxim Buznikin,
sum longu í fleiri førum
hevði givið dømi um sítt
stutta avtrekk, langaði til,
men harða skotið fall
tíbetur beint móti kropp-
inum á Jákupi Mikkelsen.
Somikið væl gekk tað
ikki tríggjar minuttir seinni,
tá einasta málið í dystinum
kom. Vinstru megin brots-
teigarmarkið var Óli Jo-
hannesen óheppin, tá hann
blokeraði eini russiskari
skotroynd. Bólturin rullaði
fram við brotsteiginum, har
Alexander Mostovoi við
einum fløtum skotið sendi
bóltin oman í handara
málhorn. Hesin Alexander
hevur longu í fleiri ár givið
dømi um frálíka sparki-
teknikkin hjá sær, og skotið
varð somikið væl sett, at
málverji okkara ikki hevði
nakran sum helst møgu-
leika fyri at verja fyri.
Longu
tveir
minuttir
seinni lág bólturin aftur í
føroyska málinum, men
tíbetur varð málið hjá
Rolan
Gusev
kolldømt
vegna rangstøðu.
Lægri ferð
Hóast tað neyvan var til-
ætlað, so viðførdi russiska
málið, at teir ikki løgdu eitt
eins stórt trýst oman móti
føroyska málinum. Ein-
stakir møguleikar vóru
sjálvandi, men hinvegin
høvdu okkara so avgjørt
eisini sítt at skula sagt.
Størstur var vandin í
tveimum førum, tá Jákup
Mikkelsen av álvara noydd-
ist at prógva, hví hann
verður roknaður millum
bestu málverjarnir í donsku
superliguni. Fyrst slapp
Maxim heldur lætt inn um
Hans Fróða Hansen, men
royndin úr spískum varð
meistarliga hálvbjargað av
skansanum hjá okkum.
Seinnu ferðina var, tá
Dmitri Knokhlov slapp
leysur av føroysku verjuni,
og hevði hálvan vøllin fyri
seg sjálvan, uttan at hetta tó
kastaði nakaðð russiskt mál
av sær.
Hinvegin høvdu okkara
leikarar so sanniliga eisini
sínar møguleikar. Ein hin
størsti kom, tá frísparksinn-
legg úr høgru sigldi yvir
um russisku verjuna, har
Øssur Hansen kom við
fullari ferð. Tað eydnaðist
honum tó ikki at fáa
tamarhald á bóltinum, og so
kom ein russi ímillum.
Beint undan steðginum
áttu Føroyar hornaspark, og
eftir at málverjin fyrst var
farin skeivur av bóltinum,
fall hesin brádliga til Óla
Johannesen, men hesin
skeyt upp eftir heldur enn
frameftir, so talan var bert
um hitt eina málið, tá farið
varð til hálvleiks.
Maskinfótbóltur
Eystureuropeiskur fótbólt-
ur hevur í mong ár verið
róptur fyri maskinfótbóltur,
og í longum løtum av fyrra
hálvleiki sýndu russarnir
eisini, hvat hetta hugtak í
veruleikanum merkir.
Onkur vildi kanska rópt
tað einstáttað, og rætt er
tað, at talan sum so ikki var
um nakað ávíst einmans-
avrik frá teirra síðu. Hin-
vegin var talan um liðspæl
á allar hægsta støði, har teir
við fullari ferð spældu
skjótt kombinatiónsspæl,
og har flytingarnar vóru
somikið nógvar, at okkara
menn høvdu ilt við at hava
tamarhald á støðuni.
Eitt slag av fótbólti, sum
setir sera stór krøv til
leikararnar á liðnum, og har
bóltførleiki, skjótleiki og
treystleiki skulu ganga upp
í eina hægri eind.
Broytingar i fimm ár
Hóast greiðu leikligu yvir-
vágna, so tóktist tó í steðg-
inum greitt, at russiski
venjarin var alt annað enn
nøgdur
um
tað,
sum
hansara menn høvdu víst.
Tvær útskiftingar vórðu
gjørdar alt fyri eitt, men
hóast hetta, so tóktust
russar at vera nógv meira
varnir nú, enn teir høvdu
verið í fyrra.
Hetta hevði so aftur tað
ávirkan á spælið, at møgu-
leikarnir hjá føroyska lið-
num at gera um seg í
kontraálopum, nú vórðu
nógv færri. Satt at siga, so
var ongan tíð nakar rætti-
ligur vandi á ferð framman
fyri russiska málið seinastu
trý korterini, men hinvegin
fingu okkara nú rættiliga
fatur á í verjupartinum.
Uttan møguleikar fyri at
økja, vóru teir á heima-
liðnum tó á ongan hátt, og
tað einu ferðina mátti Jákup
Mikkelsen takka stongini
fyri hjálpina, tá Knokhlov
úr 20 metrum sendi á
stólpan, heilt uppi undir
samankomingini.
Nærri enn hesum komu
russar tó ongan tíð, og tað
tóktist eisini sum um hetta
elvdi til frustratiónir á
liðnum. Ikki minst uttan
fyri vøllin, har onkrir búr-
kroppar fóru at gera um
seg, og millum annað
tveittu ljósbumbur oman
móti vøllinum.
Hetta seinasta vísur eis-
ini, at tann liberaliserandi
gongdin, sum hóast alt er
farin í gongd í Russlandi,
gerst alt meira sjónlig.
Gaman í varð ófríðarkropp-
urin bardur niður av løg-
regluni, men ein slík ger
hevði
als
ikki
runnið
nøkrum russara til hugs fyri
einum fimm árum síðani, tá
Føroyar vitjaðu seinast.
Fyri okkara vísti dysturin
tó mest, at vit so sanniliga
eisini hava førkað okkum
hesi seinastu fimm árini. At
vit ikki á nakran hátt kunnu
roknast fyri walk-over í
framtíðini, men at øll lið -
sjálvt hin russiska bjørnin –
skulu geva seg fult út, fyri
at basa okkum.
Hetta tykist nú eisini at
vera galdandi, hóast skaðar
og annað gera um seg.
Føroyska liðið nýtti í
Moskva fleiri ungar og
heldur óroyndar leikarar,
men fyri allar hesar var
galdandi,
at
teir
stóu
royndina til reint UG, og
við hesum fingu prógvað,
at vit so avgjørt eisini eitt
landslið, tá fleiri av teimum
núverandi helst fara í holt
við eitt ættarliðsskifti.
Dysturin í tølum
Russland-Føroyar 1-0 (1-)
1-0: Alexandur Mostovoi
19.
Russland:
1 Russlan Nigmatullin – 6
Yury
Kovtun,
3 Yury
Nikiforov, 7 Victor Onop-
ko, 4 Omari Tetradze (16
Yury Drozdov 45.)– 5
Rolan Gusev (15 Dmitry
Alenchev 45.), 9 Egor
Titov, 8 Valery Karpin – 10
Alexander Mostovoi, 2
Dmitry
Khokhlov,
11
Maxim
Buznikin
(17
Vladimir Beschasterkh 63.)
Føroyar
1. Jákup Mikkelsen – 3 Pól
Thorsteinsson,
2
Óli
Johannesen, 5 Hans Fróði
Hansen – 6 Øssur Hansen,
7 Fróði Benjaminsen, 11
John Petersen, 8 John
Petersen, 4 Jákup á Borg –
10
Christian
Høgni
Jacobsen, 9 Kurt Mørkøre
(14. Sámal Joensen 71.)
Julian Johnsson leikti ein góðan dyst móti Russlandi
Ofta leikaði hart á hjá føroyingum