Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 118 - 22. juni 2007 deyðanum num eina løtu og fylgt lung­ uni við frískari luft, reisast Janus og Dánjal Pauli aftur. Støða teirra er langt frá góð. Teir hava vaml, høvuð­ pínu og beinini kitla og prika, eins og tá tey eru sovnað. Tí fara teir til lækna. Boðini haðani eru, at teir skulu hava nógva fríska luft. Men dagin eftir er sama skili hjá Janusi. Hann fer til arbeiðis, men noyðist at gev­ ast, tí hann hevur tað á ong­ an hátt gott. Tískil fór Janus á skaðastovuna, og í Havn verða blóðroyndir tiknar og kanningar gjørdar. – Eg fekk at vita frá lækn­ anum har, at tað var í allar síðstu løtu, at vit sluppu út, sigur Janus, sum varð sjúkr­ ameldaður næstu 14 dagar­ nar eftir óhappið. Hvar er trygdin? Hóast alt hetta, hevur Janus í Løðuni ikki hug at lasta nakran. Tí, sum hann tekur til, so er hetta farið, úti av verðini og teir báðir hava tað gott nú. Men hann hevur tó hug at reisa ein spurning um trygd á arbeiðsøkjum. Í sínum arbeiði á El­Service hevur Janus arbeitt nógv utt­ anlands, og sambært honum er tað himmal víður munur á trygdini, og umstøðunum sum heild, her heima og so aðrastaðni. – Samanbera vit trygdina er hugburðurin avoldaður í Føroyum. Aðrastaðni verð­ ur gingið so ónatúrliga høgt upp í hetta, men í Føroyum valdar næstan ein líkasæla á økinum. Og at trygdin er í hásæti tyngir á ongan hátt um arbeiðsgongdina. Tvørt­ urímóti gongur tað skjótari fyri seg, og er tað eisini hug­ aligari, vísir Janus í Løðuni á. t upp í hetta, men í Føroyum valdar næstan ein líkasæla á økinum, sigur Janus á Løðuni Mynd: Jens Kr. Vang Tórshavnar Kamarkór í Listaskálanum Mikudagin 27. juni kl. 19.00 syngur Tórshavnar kamarkór í Listskálanum í sambandi við Summartónar. Høvuðsinnihald í skránni hjá kórinum er nýggjari føroyskur kórtónleikur. Høvi verður at hoyra fleiri av nýggjaru føroysku kórperlunum, sum eru skrivaðar seinastu 15 árini. Tónaskøldini, sum eru umboðað, eru Sunleif Rasmussen, Unn Patursson, Bjarni Restorff, Pauli Hansen, Kári Bæk og Pauli í Sandagerði, sum hava skrivað tónleik til yrkingar eftir William Heinesen, Róa Paturson, Karsten Hoydal og J.H.O. Djurhuus. Tað nýggjasta verkið á skránni er yrkingin hjá William Heinesen ”En ballade om gamle riddersmænd”, sum Atli K. Petersen hevur skrivað tónleik til fyri 3 árum síðani og sum Kamarkórið frumframførdi á várkonsertini í mai í ár. Tórshavnar kamarkór er mannað við 25 royndum sangarum. Kórleiðari er Kári Bæk. Karen Glistrup, familju treapeut og sosial ráðgevi, hevur verið í Føroyum um dagarnar og greitt frá, hvat kann gerast fyri at lætta um hjá avvarðandi og børnum at sálarsjúkum. Nú er føroyskur áhugabólkur stovnsettur SÁLARSJÚKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Undir heitinum “Hvad børn ikke ved får de ondt af ” hava 17 føroyingar, við hvør sínum tilknýti til sálarsjúku, saman við donsku Karen Glistrup og Joan Stær arbeitt við, hvussu børn at sálarsjúkum betri kunnu skilja hvat tað er, sum foreldrum teirra feilar. Stigtakari til tiltakið er Anna Maria Antoniussen, og hon greiðir frá, at temaið, sum arbeitt hevur verið undir, er júst tað øvugta av vanliga føroyska hugburðinum um, at tað sum tú ikki veitst av, tað hevur tú ikki ilt av. Talan var um eitt tvørfakligt tiltak, har bæði lærarar, pedagogar, heilsusystrar, sjúkrasystrar, umboð frá familjudeildina á Landssjúkrahúsinum og psykiatrisku deild og umboð frá barnaverndini luttóku. Stovnsett áhugabólk Anna Maria Antoniussen greiðir soleiðis frá nøkrum av tí, sum tey hava arbeitt við hesar síðstu dagarnar: – Vit hava umrøtt, hvussu vit kunnu gera nakrar familjubólkar, har vit kunnu tosa saman um trupulleikarnar. Eisini hava vit tosað um, hvussu vit kunnu fáa nakrar barnabólkar upp at standa, soleiðis at børnini síggja, at tey ikki eru einsamøll. Við hesum verður tað, sambært Onnu Mariu, lættari hjá børnunum seinni í lívinum, tí tá eru tey fyrireikað upp á tann veruleika, ið bíðar teimum. Tað vísir seg tó, at tað ikki altíð er líka lætt at greiða børnum frá evnum sum hesum. Tí er tað umráðandi at gera tað so skilligt sum gjørligt hjá børnunum. – Børn skilja ikki hvat tað merkir, at mamma hevur depressjón. Tá er tað vit skulu brúka meiri vanlig orð, soleiðis at tey skilja, at mamma er sjúk ella hevur ilt í høvdinum, vísir Anna Maria á. Anna Maria er væl nøgd við tiltakið, og eitt av ítøkiligu tingunum, sum er komið burtur úr hesum er, at ein áhugabólkur er stovnsettur. Hjálp til børn hjá sálarsjúkum Anna Maria Antoniussen, stigtakari, er ógvuliga vælnøgd við skeiðini og fyrilestrarnar Mynd: Jens Kr. Vang Karen Glistrup (t.h.) og Joan Stær (t.v.) vóru skeiðshaldarar á tvørfakliga tiltakinum Mynd: Jens Kr. Vang