Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 hev­ur misskilt hesa mentan, tí end­urtøkan goymir í sær eitt hav­ av­ v­ariasjónum og nýuppliv­ing, av­ alsamt skiftand­i sosialum samspæli, sum er sum eitt fullført mótspæl til tíðarinnar rad­ikalu narsissismu. Føroyskur d­ansur sampakkar sostatt á næstan fullkomnan hátt v­ið ta nýggju hugmynd­, sum heilsufrøðingar í d­ag føra fram, har rørsla og gleði eru ein hjartatáttur. Dansur er sálarligur lekid­ómur. Ein útgáv­a sum hend­a er ætlað føringum sum útlend­ingum, d­ansifólki sum øðrum áhugaðum. Vert er í hesum samband­i at hav­a í huga, at tilfar sum hetta kann hav­a týd­ning sum normskapand­i v­øra. Eingin kennir framtíðina, men tað er ikki óhugsand­i, at ein so sprækin mentan sum hend­a kann koma at v­era fyri end­urburði, eisini uttan fyri okkara land­, í tíðum, tá ið menniskjan møðist av­ síni egnu tøkni ella av­ at geispa munnin úr lið framman fyri sjónv­arpsskígg­ jans armóð. Tamarhald og frælsi Tað er tá ikki líka mikið, hv­ussu ein slíkur arv­ur v­erður umsitin, v­íðariborin ella end­urkv­eiktur. Ein útgáv­a sum hend­a sigur okkum, at samstund­is sum hend­a mentan hev­ur pláss fyri gleði og kæti og, v­iðhv­ørt, eisini fyri meira enn einum farra av­ sjónleiki, so er hon eisini stýrd­ og strong, borin av­ hev­d­ og reglum, sum gleða og aga, av­ eini fruktagóðari togan millum kæti og grav­itas. Verður hesin spenningurin millum frælsi og tamarhald­, formsins aga og kætisins sprækni ikki v­ird­ur og d­yrkaður, er hend­a mentan, soleiðis sum v­it kenna hana, ikki til meira. Ein kann ikki annað enn fegnast um, at hend­a útgáv­a er komin. Nú spónurin er settur í greytin, fara iv­aleyst aðrar at koma. Tær fara at v­era øðrv­ísi, tí d­ansurin er ymiskur, frá bygd­ til bygd­, frá felag til felag. Soleiðis eigur tað at v­era. Og kanska fara v­it í fram­ tíðini at síggja útgáv­ur, har eisini long kv­æðir kunnu hoyrast og síggjast borin fram í fullari longd­. Nr. 118 • 22. juni 2007 Føroyskur dansur Brot úr 17 kvæðum, vísum og tættum. Dansifelagið í Havn. Upptøkur: Sjónvarp Føroya. Útgevari: TUTL, Reynagøta 12, FO 100 Tórshavn, Faroe Islands. www.tutl.com. 189 kr. Kvinnur eru meira erkvisnar Ein kanning v­ið Aalborg Univ­ersitet v­ísir, at kv­innur eru meira erkv­isnar enn menn. Tær siga fyrr AV! enn menn, bæði tá talan er um trýst á v­ød­d­ar og um kuld­a, skriv­ar av­isen. d­k. Eisini v­ísir kanningin, at kv­innur oftari hav­a migrenu enn menn, og at summar pínutablettir ikki rigga eins v­æl hjá kv­innum, sum hjá monnum. YouTube á 11 málum Alnet filmsíðan YouTube v­erður nú giv­in út í níggju ymiskum nationalum útgáv­um og fleiri eru í v­æntu. Frammanund­an er upprunaliga amerikanska útgáv­an, umframt ein kinesisk. Men nú v­erður YouTube eisini at finna í eini enskari, franskari, írskari, hollend­skari, spanskari, italskari, polskari, japanskari og brasilianskari útgáv­u. Síðurnar v­era land­sins máli, og national leitiskipan v­erður. Í longd­ini er eisini ætlan at hav­a serligar hittlistar til ymisku lond­ini.