fríggjadagur 22. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 118 - 22. juni 2007
Ein av fremstu
donsku serfrøðing
unum innan parta
brævamarknaðin,
Bjarne Jensen, metir
børsskrásetingina av
Føroya banka sum
»en succés«, og ræður
føroyingum til, at
smíða, meðan jarnið
er heitt. Hann er
framvegis sannførdur
um, at kursurin var
hin rætti
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Landsstýrið hevur gjøgnum
Fíggingargrunnin frá 1992
gjørt ein sera góðan handil,
og tað hava tey, sum hava
keypt partabrøv í Føroya
Banka eisini.
Tað metir kendi danski
serfrøðingurin innan parta
brævamarknaðin,
Bjarne
Jensen.
Hann vil ikki hoyra talan
um, at kursurin á partabrøv
unum er settur ov lágt, tí
tað er altíð ein støðugongd
at meta um slíkar kursir.
Tað er sjálvandi ógjørligt
at siga framman undan,
hvussu kursurin nágreini
liga eigur at verða settur,
men hann má altíð setast
so, at tú tryggjar seljaranum
ein góðan handil, samstun
dis sum tað má vera áhuga
vert hjá íleggjarum at keypa
partabrøvini, sigur Bjarne
Jensen.
Hann vísir eisini á, at
yvirtekning er púra vanlig,
og ikki sigur nakað sum
helst um, hvat kursurin
annars átti at verið, burtur
sæð frá, at hann er skilagott
mettur.
Tað eru ikki meiri enn
14 dagar síðani at ein banki
her í Danmark, Bank Trelle
borg, umskipaði sína børs
skráseting í sambandi við,
at teir skiftu frá at vera ein
sparikassi til at gerast ein
banki. Tá vórðu partabrøv
bjóðað út fyri kurs 250, og
sama dag, børsskrásetingin
fór fram, streyk kursurin
langt upp yvir 400, og
liggur í dag á 397, sum
svarar til ein 60% vøkstur,
sigur Bjarne Jensen.
Rinda fyri vanda
Partabrævaserfrøðingurin
sammetti síðani kursin hjá
Føroya Banka við gongdina
hjá Bank Trelleborg.
Partabrøvini vórðu seld
fyri kurs 189. Nú eru tey á
228. Hetta svarar til 20%
hækking. Ein kann so bara
ímynda sær hvat hevði hent,
um kursurin varð settur til
230 í staðin fyri 189. Tað
hevði í hvussu er ikki verið
ein eins hugalig gongd,
vísir hann á.
Tað er tí av allarstørsta
týdningi, at bankin kemur á
børsin sum ein »succés« og
ikki sum ein »fiasko«. Tí
ein slík hevði tikið ógvuliga
langa tíð at rætta upp aftur.
Ein fiasko hevði stutt
sagt ført til, at ikki bara
bankin, men eisini Føroyar
sum so mistu trúvirði mill
um útlendskar íleggjarar,
vísir Bjarne Jensen á.
Hann heldur tí, at kursurin
ikki er ov lágt settur. Lands
stýrið hevur umvegis Fígg
ingargrunnin
frá
1992
stungið 1,2 milliardir í
lumman, og ræður fram
vegis yvir einum triðingi av
bankanum. Og tey, sum
hava keypt partabrøv hava
gjørt ein góðan handil, men
tað er heldur ikki meiri enn
rímiligt, at tey fáa eitt
sindur fyri tann tapsvandan,
tey taka á seg.
Í sambandi við yvirtekn
ingina sigur partabrævaser
frøðingurin, at ein slík bert
er at gleðast um, tí hon
stavar bert frá einum: Góð
ari marknaðarføring. Og
hendan
marknaðarføring
hevur gjørt, at íleggjarar
vísa áhuga fyri bankanum.
Tað er ógvuliga positivt,
tí hetta setir Føroyar á
landkortið, og tað kann bara
verða gott, sigur Bjarne
Jensen.
Útnytta áhugan
Danski serfrøðingurin sig
ur, at í staðin fyri at nýta
orku upp á at hugsa um,
antin kursurin skuldi verið
hetta ella hatta, so áttu
føroyingar í staðin fyri at
roynt at fylgt framburðinum
upp.
Tá danir hugsa um
Føroyar, so hugsa teir um
90ini og síggja fyri sær ta
óhepnu mynd, sum tey
flestu okkara høvdu av
tykkum tá við bankakreppu,
og tí, sum tað bar við sær.
Nú er ein gyltur møguleiki
at vísa Føroyar fram sum
tað,
landið
er
í
dag,
nevniliga eitt land í stórari
framgongd, sigur Bjarne
Jensen.
Hann luftar tí tankanum,
at landsstýrið átti at sett ein
lítlan part av vinninginum
av bankasøluni í grunn til
tess at marknaðarføra Før
oyar.
Gerið til dømis ein
reklamufilm um Føroyar
og vísi hann í TV2. Vísið,
at Føroyar ikki er tann
myndin, sum danir hava av
landinum og tykkum frá
90árunum. Tað hevði í
hvussu er verið pengar væl
givnir út, sigur Bjarne
Jensen.
Og hann heldur, at Føroy
ar á ongan hátt nýtast at
smæðast burtur. Hann vísir
á, at tað er ógvuliga væl
avstaðfarið, at vit hava tveir
stórar bankar, sum báðir
verða børsskrásettir, um
framt tveir minni sparikass
ar.
Vit mugu minnast til, at
landið er lítið, ikki størri
enn ein vanligur danskur
provinsbýur í fólkatali. Og
tit skulu framvegis hava
tykkara egnu stjórn og
skulu hóast lítlu støddina
framvegis forvinna pening,
sigur Bjarne Jensen.
Lætt at vera
bakklókur
Eisini tað, at bankin hevur
megnað at skapt áhuga
uttan
fyri
landoddarnar
heldur serfrøðingurin vera
væl klárað. Hann sigur, at
tá
Handelsbanken
og
Føroya Banki fara til Lon
don at leggja eitt prospekt
fram, so er talan um fíggj
arligar pinkulingar. Og tá er
ikki so lætt at fáa fíggj
arfólk at koma rennandi,
eins og eitt nú amerikanskir
risabankar kunnu.
Tað er tí av ógvuliga
stórur týdningi, at upplýsa
um, hvar Føroyar eru og
hvat tað er. Og hetta kann
sum omanfyri nevnt gerast
við góðari marknaðarføring,
við
til
dømis
einum
reklamufilmi, ella við at
tiltuska okkum eitt sindur
av umrøðu í Sunday Times
ella Wall Street Journal.
Tað ræður sostatt um at
vera úti um seg, tá tað
kemur til marknaðarføring,
tí tú selur ikki ein banka,
um tú ikki eisini samstundis
selur landið. Tí skulu vit
verða positiv, og tað er eftir
hansara meting als eingin
orsøk at havast at hvørki
forarbeiði í sambandi við
søluna av Føroya Banka
ella ásetta kursinum.
Tað er so ógvuliga lætt
at vera bakklókur. Men lat
ið teir, ið finnast at søluni,
søkja starv í eini fyritøku,
sum livir av at gera prospekt
og at selja fyritøkur á parta
brævamarknaðinum.
So
høvdu teir fingið nakað
annað at sæð, sigur Bjarne
Jensen, partabrævaserfrøð
ingur við Sosialin.
Føroya Banki hækkar rentu
Eftir at Tjóðbankin hevur hækkað rentuna, hækka renturnar hjá
Føroya Banka eisini. Flestu inn og útlánsrenturnar hækka við
0,25 prosentstigum. Tó hækkar lægsta bústaðarrentan við 0,5
prosentstigum úr 5,50 prosentum upp í 6,00 prosent. Rentan á
60ára konto og Lutakonto hækkar eisini 0,5 prosentstig – upp
í 4,50 prosent. Renturnar á innlánum við 3 mánaðar uppsøgn
hækka við 0,25 prosentstigum. Renturnar øðrum konti hækka
0,25 prosentstig. Rentuhækkingarnar fáa gildi frá 22. juni 2007.
Tey, sum vilja tryggja seg ímóti rentuhækkingum, kunnu venda
sær til kundaráðgevar bankans.
Dýrari frítíðarbátar
Frítíðarbátarnir hjá norðmonnum eru tríggjar
ferðir so dýrir, sum bátarnir hjá eitt nú svium.
Hetta vísa nýggjar útrokningar, sum Elcon/
Santander Consumer Bank hevur gjørt.
Útrokningarnar vísa, at miðalprísurin á
bátunum, sum sviar keypa, er 70.000 krónur,
meðan miðalprísirnir á norsku bátunum er
yvir 200.000 krónur. Talið av frítiðarbátum í
Noregi nærkast 400.000. Í Svøríki eru næstan
tvífalt so nógvir bátar, 750.000.
Ríðið á bylgjuni
Bjarne Jensen, sum telist millum fremstu donsku partabrævaserfrøðingar, heldur fast um, at kursurin var bæði rætt og skilagott
ásettur