fríggjadagur 22. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti
10
Á ferðini við Norrønu úr Føroyum
til Scrabster, víðari til Noregs og
haðani heimaftur til Føroya, var
Sosialurin á vitjan á brúnni.
Vit hittu 36 ára gamla
skiparan, Alfred Joensen, sum
býr á Norðskála og 59 ára gamla
húsvíkingin, Regin Sørensen, sum
er 2. stýrimaður.
Teir vóru báðir bæði blíðir og
fyrikomandi, og uppi á rúmligu
brúnni fingu vit bæði kaffi og
køkur.
Hesa løtuna var Norrøna á
opnum havi, og tí vóru stundir til
áhugavert prát.
Ferðin lá millum 18 og 19
sjómíl um tíman, men skiparin
visti at siga, at tá teir sigldu niður
ígjøgnum Pentlands Firth, har
rættiliga streymhart er, var ferðin
26 sjómíl um tíman.
- Vit høvdu viðstreym, og tað
rak einar 6 sjómíl, tá vit sigldu
hesa leiðina.
Skiparin sigur, at onkuntíð
hevur ferðin verið heilt uppi á 30
sjómílum um tíman, tá tað hevur
rikið harðast.
Gassmenn
Alfred og Regin eru ein mánaða
umborð og ein mánaða í landi.
Teir hava tað til felags, at teir
áður hava siglt úti við sama
reiðaríi, Lauritsen Kosan Tankers.
Í heili tríati ár stóð Regin á
brúnni sum skipari á gassbátum
hjá hesum felag, og Regin náddi
at vera á brúnni á skipum hjá
sama felag í eini fýra ár.
- Meðan eg var við, flaggaði
reiðaríið skipini um, og eg náddi
at fáa tey seinastu fýra árini hjá
hesum felag.
Hóast Alfred og Regin hava
siglt hjá sama reiðaríi í nøkur ár,
hava teir ongantíð verið á sama
skipi í senn.
- Nei, vit hava ongantíð verið
á sama skipi hjá Lauritsen Kosan
Tankers, men vit góvust báðir
nakað um somu tíð, tá skipini
flaggaðu um, siga teir.
Trygd í hásæti
Trygdin hevur alt at siga umborð
á einum ferðamannaskipi sum
Norrøna, og tað er ikki óhugsandi,
at slíkir menn, sum hava siglt
við gasstangaskipum, eru serliga
bevístir um trygdina.
- Trygdarskeiðini hava givið
sjófólki nógv. Krøvini eru strong
– ikki minst til ferðafólkasigling.
Tá syndarligar skipsvanlukkur
henda, herðast krøvini við tí
fyri eyga at byrgja uppfyri tí,
sum hendi – og í aðrar mátar at
avmarka vanlukkuna.
Regin vísir á, at venjingar eru
umborð á Norrønu hvørja viku, og
hesaferð skuldu venjingar verða,
meðan skipið lá á Seyðisfirði.
Steðgurin í Íslandi er fýra tímar,
og tá eru stundir til neyðugu
venjingarnar.
- Trygdarvenjingar eru neyð-
ugar, tí manningin skiftir alla
tíðina. Vanliga eru fólk umborð
fýra vikur í senn, og soleiðis fer
onkur í land – og onnur kemur
umborð alla tíðina.
Skiparin vísir á, at øll manning-
Á brúnni á Norrø
Sigling
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Vit seta trygdina ógvuliga høgt. Hava
regluligar trygdarvenjingar, og javnan
er eftirlit umborð. Fylgja vit ikki
krøvunum, sleppur skipið ikki at sigla.
Vit eru “up to date”, og okkum dámar
best, um vit eru eitt sindur
frammanfyri tíðina á trygdarøkinum,
sigur Alfred Joensen, skipari á
Norrønu
Báðir hava teir siglt við gasstangaskipum hjá Lauritsen Kosan Tankers, 36 ára gamli Alfred Joensen (th.) og 59 ára gamli Regin Sø
fýra árini í sama reiðaríi, áðrenn felagið gjørdi av at flagga skipini um
Gistu á Weigh Inn hotellinum
Eftir móttøkuna fyri Norrønu á Weigh Inn hotellinum í Thurso mánakvøldið, hitti
Sosialurin eitt føroyskt par, sum skuldi gista á hotellinum hesa náttina. Tey vóru komin
til Skotlands við Norrønu hetta kvøldið og skuldu heimaftur mikudagin í næstu viku.
Hetta vóru hjúnini, Jakobina og Napoleon Vang í Havn. Ferðamálið hjá teimum var á
leiðini norðanfyri Aberdeen, har tey eiga eina verdóttir og abba-og ommubørn. Sum
skilst, kemur familjan ikki heim at vitja, tá Jakobina og Napoleon koma heimaftur, men
tey “gomlu” gleddu seg til at síggja abba-og ommubørnini aftur.
(-vilmund)
Napoleon og Jakobina Vang
“kekka” inn á Weigh Inn
hotellinum í Thurso
Mynd: Vilmund Jacobsen